Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2024

Karina mennir kjattbottar

Starvsfelagin, Karina Toftegaard, arbeiðir við OpenAI, har hon sjálv hevur ment og sniðgivið ymsar kjattbottar, ella GPT'arar. Hon venur teir at leita í føroyskum tekstum og sum bottar at brúka eitt gott føroyskt mál, har setningsbygnaður og bendingar eru rættar tá teir verða spurdir.  - Millum annað hesar kjatbottarnar - ein Alisfróða, eina Náttúrufríðu, og ein sum eitur BirkBlog, sigur Karina og vísir mær úrslitini.  - BirkBlog-GPT brúkar tekstir frá Birkblog til at skriva kreativan tekst . Hann kann brúka stílin og málburðin frá Birkblog til at týða og at tillaga tekst og svara spurningum. Hetta arbeiðið fevnir um at menna, geva bottunum hóskandi data á føroyskum, og prompta teir væl, soleiðis at teir gera tað, sum eg vil hava teir at gera, sigur Karina við skíggjan.  Sum upphavsmaður til útvið fýratúsund bloggar á føroyskum í meir enn seytjan ár, fegnist eg um arbeiðið hjá Karinu, eitt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri framtíðar skúlaskap, tá umræður at fáa føroysk svar fr

Tveir holocaustfilmar í Havn

Paula Beer sum Stella og Anthony Hopkins sum Sir Nicholas Winton Mikudagin sýnir Filmsfelagið, ”Stella. Eitt lív”, sum er fyrri av tveimum holocaustfilmum fyri summarsteðgin, upplýsir felagið. Seinni holocaustfilmurin er hin bretski ”One Life” við Anthony Hopkins, í høvuðsleiklutinum sum Sir Nicholas Winton, ið bjargaði 669 børnum undan nazistunum í Prag í 1938.  Unga jødiska Stella (Paula Beer) er høvuðspersónurin í nýggja týska filminum, sum byggir á veruligar hendingar, ið fara fram í Berlin, meðan nazistarnir hava ræði. Vit fylgja ljóshærdu Stellu, ið droymir um at syngja jazz og standa á palli. Tá tilveran bráddliga vendist í februar 1943, noyðast hon og húskið at fara undir heilt. Kortini kemur hon í klørnar á Gestapo, og deyðsmerkta søgan um hina vøkru Stellu Goldschlag (1922-1994) byrjar. Týski leikstjórin, Kilian Riedhof (f.1971), sigur, at filmurin ”Stella. Eitt lív” er um skuld, og hvussu langt tú vilt fara, at koma undan við lívinum, so tú kanst halda fram við tí, tú hevur

Gandafloytan hjá Nemo

Ikki er hann ólíkur einum ungum Frank Sinatra, hugsi eg, meðan franski forsetin hoyrist skjóta upp, at fimtan ára aldursmark skal setast á allar skermar, meðan árliga sangkappingin verður send í hvørja stovu í Evropa.  Og hvat so? Var tað ikki fyri endaskeltið, har fremstu stuðlar í kappingini verða nevndir, so sá eg onga orsøk at knýta samband millum hesar báðar hendingar.  Helst hevði eg bara nikkað í báðum førum.  Franska uppskotið er ein stuðul til ta nertingarangist, sum skúlaverkið hevur rent seg í, og vinnarasangurin er eitt uppkók av øllum woke-rørslum, ið leingi hava verið frammi.  Men bíða nú.  Tí vit tosa um vinnarasangin Code hjá Nemo, sum leygarkvøldið umboðaðu Sveis. Ja, umboðaðu, tí Nemo nevnir seg sjálvan í fleirtali, nú vit fara umborð í sangin hjá Nemo. Og, mind you , tvey hundrað millionir áskoðarar sóu kappingina í tríggjar tímar. Og tað uttan eftirlit og aðrar rættlesarar, sum eru uppvaksnir og tilkoyrdir í bókstavamentanini, sum pengasavnandi vitlíkið er farið at

Øll vilja verða hoyrd

  Mynd: KvF Katrin Petersen Øll vilja verða hoyrd og fáa verðina vísta og lýsta í teirra egna bílæti. Fyri fyrstu ferð havi eg lisið ein blogg á heimsíðuni hjá Kringvarpinum. Í virðiligum og hampuligum teksti greiðir tíðindaleiðarin frá um tær avbjóðingar, sum hjá einum lítlum miðili eru í at dúva uppá útlendskar keldur, og gera tað á ein javnvigaðan hátt. Tí eingin okkara hevur verið har. Kortini skulu tíðindini skrivast, umsetast og lesast, kanska av einum øðrum enn tí, ið skrivaði. Og kanska er útvarpslesarin limur í einum áhugafelag, sum lurtarin ikki vil vita av. Útvarpslurtarar, teir sum enn eru eftir, ganga í tveimum bólkum, tá umræður heitastu brennideplar úti í heimi beint nú. Annar bólkurin er serliga áhugaverdur.  Hann fevnir um sjálvbestaltaðar úrvalslurtarar, sum savnast á úrvalspallum.  Onkuntíð peikar ein starvsfelagi mær á útsagnir hjá einum persóni, sum vit í felag kenna. Og eg øtist. Tí greitt er, at her er kjarnin í tí bólki, sum tíðindaleiðarin vil ítaluse

Soleiðis liggur landið

Í kvøld var eykakonsert við Lenu Anderssen í Løkshøll. Soleiðis stendur á atgongumerkinum, eykakonsert við Lenu, sum er høvuðspersónurin. Men tey vóru seks fólk á pallinum, væl samanspæld, ljóð og ljósmenn í salinum, og so ein ørgrynna av ljóðførum á pallinum, serliga hammond b3 urgan, sum hugtók meg frá fyrsta tóna, hóast høvuðspersónarnir ósvitaliga eru Lena, sum syngur, og Niclas, sum spælir gittar.  At hava eykakonsert frammanundan er helst eitt íkomið praktiskt tilboð, nú alt stendur uppi og er klárt til veruligu upprunakonsertina, sum lýst er. So eru vit fleiri, ið fáa ágóðan av konsertini, tá útselt er. Bárður Eklund hevur tikið myndina. Hinir á pallinum eru Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, Josva Debes, trummur og shakers, Kim Hansen, flygil og keyboard og Hans Poulsen, hammond, gittar og kazoolíknandi melodica. Væl vant og handfarið av einslistum. Bæði hava tey, Lena og Niclas, skrivað allar sangirnar, sum eru á nýggju plátuni, State of the Land. Bara Aimee hevur Óla Poulsen við