Skip to main content

Posts

Showing posts with the label søga

Lýsing: Frá Kong Hans til Hilbert

Við støði í konseptinum at deila, share platters, royndu vit fýra, nýggju matstovuna Tubbak við síðuna av Kjöt á søguliga Áarvegnum upp at Hotel Hafnia og yvir av Amtmansgarðinum í góðveðrinum mitt í Havn í kvøld. Lyklaorðini, vit sótu eftir við á midnátt, eru altjóða fynd, sniðfundiga vovin saman við staðbundnari søgu úr grannalagnum, ið starvsliðið dugir at lesa av við yrkislærdari nærveru, sum í enska attendance, ta tíð góð tænasta tekur, at ger teg sannførdam um, at tú ert í ikki bara góðum, men fyri tær teim bestu, so høgt verður tænastuhugtakið lyft. Hóast avrikið týðuliga er eitt úrslit av samstarvi hjá einum vælsamanspældum úrvalsliði - við Regitze av Tvøroyri, útlærd á Kong Hans, Joel Needlestone úr bretska høvuðsstaðnum, sum er sonur føroysku Marjun og býr í Kollafirði, Janus Einar, ið vit kenna sum gastronomiskan íverkseta á fleiri pallum og pólska køksleiðaran Karolinu - í oddinum, nú øll tosa um altjóða fótbólt, var tað Rebekka, sum við ættarbondum av Eiði, við okkara heim...

At lesa bløðini á netinum

Erhard Jacobsen, landsbókavørður, og Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, tendra tíðarrit.fo, so øll kunnu lesa bløðini á egnari teldu, á móðurmálsdegnum í 2015 Javnan gongur upp fyri mær, hvussu lítil pondus, tign og sómi, er í mentan. Nú er tað savnið við føroyskum bløðum, sum eftir blaðdeyðan, skal dragast gjøgnum ein deyða afturat, hin talgilda deyðan, sum higartil hevur lyft bløðini inn í hvørja føroyska stovu. Á móðurmálsdegnum í 2015 , tá skipanin alment varð tikin í brúk, skrivaði eg henda blogg , har fleiri siga frá um nyttuna í skipanini. Og hon er ikki minni í dag, nyttan at sleppa at lesa føroysku bløðini. Og uppaftur størri hevði hon verið, um mentapolitikarar kundu tikið stig til at menna skipanina, so hon kundi leitað enn betri, og støðugt verið útbygd, eisini eftir aldarskiftið, í samstarvi við bløðini, sum árini gingu. Hetta eiga avvarandi mentapolitikarar at taka til sín og síggja til, tjóðini at frama, at hon ikki dettur niðurfyri, skipanin. - Tøkniligi ...

Tað feskasta av Bankanum

Til vinstru er kokkurin Assam, sum er úr Amman í Jordan, í miðjuni Marius Stakksund, sum er lærlingur og vínkurator, og til høgru Johan Petersen, ið er kokkur. Í kvøld, fríggjakvøld, og í annaðkvøld, leygarkvøld, er tvídeild matskrá í seks pørtum við bankatoski í Barbara Fish House og Áarstovu, har kokkurin Bouzekri Yassine úr Tunis stílar fyri. Vit hava sett okkum við borðið í Baianstovu, har fiskamatstovan Barbara er, við útsikt beint inn í Nýggjastovu, har Ræst er. Hini húsini, sum tilsamans verða kallað Heima í Havn, eru Fútastova, har Roks er, og Dandastova, har Mikkeller, við eyðkenda ølúrvalinum er í dag. Tíðarritið Falstaff, sum varð stovnað í Wien í Eysturríki í 1980, og í dag er millum kendastu at meta um mat og ferðaupplivingar, hevur nýliga virðislønt matstovurnar, tilsamans átta í Havn, við eyðkenda gaffil signaturinum. Við fermari hond skeinkir Marius spanskt og portugisiskt vín afturvið bankatoskinum, sum Jákup Sverri legði upp í vikuni.  Fyrst er turt perland cava ú...

Vilt tú bjarga heiminum, skalt tú eta fisk

Við nýggjastu bókini “Food from the Sea: The Future of Seafood” er hetlendski rithøvundurin og ráðgevin í fiskivinnumálum, John Goodlad, í hesum døgum í Føroyum við dótturini, Hannah Mary Goodlad, sum stillar upp fyri the Scottish National Party til skotska parlamentsvalið í mai. - A large part of her campaign will be based on island autonomy, sigur pápin, ið er her saman við øðrum hetlendingum “looking at the politics of home rule and how Faroe can be an example to Shetland.” Fyri fullsettari høll á Havstovuni legði John Goodlad mikudagin fram nakrar tankar við høvuðsdenti á fuzzy thinking - leysar pástandir - í politiskum arbeiði, tiknir úr nýggjastu bókini, sum forlagið hjá Shetland Times gevur út. - It would be great to see you there if you can manage, sigur vinarligi hetlendingurin, ið eins og tey møttu, harmast um slitnaða ferðasambandið millum oyggjarnar og millum Føroyar og Skotland. Úr staðbundnum vinkli lýsir bókin framtíðina hjá fiskivinnuni eins og sjógætisframleiðsl...