Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2014

Søren Ulrik Thomsen lesur í Havn

Tað er eingin loyna, at Søren Ulrik Thomsen, omanfyri, er ein av mínum livandi yndisyrkjarum. Henrik Nordbrandt er ein annar, og Tove Ditlevsen og Michael Strunge tvey onnur, um vit skulu halda okkum til danska málið og prentið. Tey bæði seinnu eru deyð og hinir báðir so spillivandi, og í dag er hin fyrstnevndi í Havn og lesur. Omanfyri havi eg avmyndað hann millum listaverkini hjá Hanna Bjartalíð, sum eru í Steinprenti í hesum døgum. Í gjárkvøldið prátaði Kim Simonsen við Søren Ulrik á Býrabókasavninum og í dag varð framløga og høvið at fáa tvær nýggjar bøkur signeraðar. Søren Ulrik Thomsen vitjar her saman við grafiska listamanninum Claus Carstensen, omanfyri, í sambandi við  Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie,  sum eru bøkur, ið teir báðir hava gjørt, og vórðu lagdar fram í Steinprenti í dag. - Góðskan følist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum,

Gev mær eina lilla kúgv!

Eg eigi eina gamla LP plátu, har Helen Reddy syngur How Can I Be Shure in a World That’s Constantly Changing . Men plátuspælarin er á ovastalofti og spælir onki. Tí í dag eru plátuspælarar bara í stovuni, um teir eru eitt sjáldsamt møbilstykki. Alt hevur sína tíð og stígur ikki úr rossaspori, uttan tað er remarkable og skilir seg úr mongdini á heiðini. Og í meir enn tíggju ár hevur amerikanski Seth Godin (f.1960), við bókarúgvuni til høgru, ynskt sær eina lilla kúgv, a purple cow , eins og skemtarin Gelett Burgess (1866-1951) gjørdi í sama landi longu í 1895. Henda skjótt 120 ára gamla ramsa, sum var tað bera vrevl, gjørdist kend og legði støðið undir tíðarritið The Lark , sum Burgess ritstjórnaði og skrivaði í tvey ár, ofta undir fleiri dulnevnum. Tá var bókin fremsti mentanarberi og hin hittinorðaði Burgess fann skjótt uppá the blurb , ið er sølufremjandi teksturin, sum aldri er longri enn tolið er stutt og perman loyvir. Helst hevur Burgess verið hin

Málspøl til tey 6 ára gomlu

Í Námi í dag løgdu Annika Høj, lærari og lesivegleiðari, og Sonlis H. Joensen, námsfrøðingur, fram nýggja tilfarið Málspøl – leikur og læra , har dentur verður lagdur á mál og lesimenning hjá teimum 6 ára gomlu. Nám stendur fyri útgávuni. Tað er í gjøgnum spæl at børnini mennast málsliga, og læra bókstavir og ljóð, og soleiðis ganga fyrstu stigini inn í ein nýggjan heim, lesiheimin, har nógv nýtt og spennandi bíðar teimum. Arbeiðið við málsliga medvitinum er grundarlagið undir málspølunum, sum byggja á eina granskingarverkætlan á Bornholm. Anette Lønnegaard, talupedagogur, og Jørgen Frost, cand. pæd. psyk., hava gjørt tilfarið, og Ingvar Lundberg, professari, hevur skrivað inngangin. Undir framløguni varð greitt frá um grundsjón og bygnað í tilfarinum, og ítøkilig dømi vórðu víst úr verkliga partinum, sum Annika hevur týtt og tillagað. Málspølini eru skipað í seks partar, ið fevna um lurtispøl, rím og ramsur, setningar og orð, stavilsi, forljóð og ljóðeindir. Tilfarið

Í kjalarvørri víkinganna

Við Nólsoyarbygd og vindmylluni í baksýni, sigldi norska ferjan Fram hjá Hurtigruten framvið køksvindeyganum í kvøld. Ferjan er bygd í Italia í 2007 og tekur 318 ferðafólk. Meðan ferjan sigldi niðan eftir Nólsoyarfirði, sigldi Heykur úr Runavík oman gjøgnum fjørðin. Ferjan siglur í kjalarvørri víkinganna, sum sagt verður í lýsingini. Ferðin, sum varir í 13 dagar, byrjaði í Bergen 13. mai og kostar úr 25.000 fyri hvønn í tvímanskamari og upp i 73.000 norskar krónur fyri ein ferðaseðil í einmanskamari. Ferðin verður lýst soleiðis: "Bli med Hurtigruten på vårreisen hvor vi utforsker farvannene vikingene seilte i for over 1000 år siden. Vi legger fra kai i Bergen og krysser Nordsjøen. På turen seiler vi i praksis hele Skottlands kyst med spennende anløp i så vel Leith, som Kirkwall og whiskeybyen Oban. Du får oppleve de skjønne Ørknøyene, Hebridene og Shetland, før vi setter kursen mot Færøyene og siste anløp Reykjavik på sagaøya Island." Manningin skrivar egnan blo

Søren Ulrik Thomsen og Claus Cartensen vitja

Týskvøldið 27. mai kl 19:30 fer Søren Ulrik Thomsen at lesa upp á Býarbókasavninum í Havn og tosa við Kim Simonsen um skaldskap. Orsøkin er, at dagin eftir, mikudagin 28. mai kl 16:00-18:00 sýnir Steinprent fram tvær bøkur í eini nýggjari røð við upprunagrafiskum steinprentum, Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie . Tekstirnir eru eftir Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, niðanfyri, hevur gjørt listarligu grafisku prentini í bókunum. Søren Ulrik Thomsen er føddur í Kalundborg í 1956 og kom fram við yrkingasavninum City Slang í 1981, tá so nógv spennandi hendi í donskum skaldskapi og rokktónleiki á móðurmálinum, at danska Móðurmálslærarafelagið, Dansklærerforeningin, mátti grípa í egnan barm og geva út Vinyllyrik (1984). Søren Ulrik er ein av teim heilt fáu donskum yrkjarum, sum í nýggjari tíð hava fínkað, fagurgjørt, yrkingina og lyft yrkingasøvn fram í ljósið og ikki minst um handilsdiskarnar. Nýggjasta útgávan, Rystet spejl (2011), man vera m

Bjørn Nørgaard í Havn

Í dag tweetar Bjørn Nørgaard (f.1947) á heimasíðuni , at hann púra inkognito er í Føroyum og arbeiðir í Steinprenti. Eg fari beint oman á Skálatrøð at hitta henda góðsliga, virkna og vitandi listamann, ið er millum mest hugtakandi persónligheitir, sum eg nakrantíð havi møtt við útvarpsmikrofon. Bjørn Nørgaard, sum áður hevur arbeitt í Steinprenti, hevur hesa ferð gjørt ellivu prent, níggju smá, sum X’ið hann granskar á vegginum til høgru niðanfyri, og tvey stór prent við heitunum "Global topografi" og "Færøsk topografi". Í seinna førinum, vinstrumegin niðanfyri, hava tólv føroyskar kvinnur latið seg avklæða og avmynda til prentið. Kopi av modellkroppunum eru so sett inn í føroysku náttúruna í grafiska prentinum. Tað var í apríl 2002 at Bárður Jákupsson bjóðaði til døgurða, tí hann hevði ein spennandi gest, Bjørn Nørgaard, sum skuldi sýna fram í Listaskálanum. - Og tú kanst gott taka bandupptakaran við, heilsaði formaðurin í Listafelagnum, s

Michael Jackson sum hologramm

Í gjár var Billboard Music Show í Las Vegas, har Michael Jackson sang Slave to the Rhythm , sum eisini er aktuellur á spildurnýggju útgávuni 'Xscape'. Pallsjovið og fløgan eru útmerkaði, men tað løgna er at Michael Jackson hevur verið deyður í fimm ár og sangurin stavar frá 1991. Persónurin á pallinum var eitt spillivandi hologramm, ein tilgjørd rúmlig mynd, sum teknikarar hava arbeitt við síðani ársskiftið. "We've been talking about it for the last five months and while we were talking about it they were still inventing the process," sigur Larry Klein, sum er stjóri í framleiðslufelagnum BBMA. "It was really strange talking about something that did not exist." Michael Jackson doyði 50 ára gamal 25. juni 2009. Tá slapp eg at skriva oddagrein í Sosialinum, sum var soljóðandi: Hann gav alt hann átti Michael Jackson er farin úr tíðini og tey, ið hava keypt sær atgongumerki til mongu konsertirnar í London fáa onga uppliving. Soleiðis er deyðin. Hagar

Malik Bendjelloul

Svenski journalisturin og filmsleikstjórin Malik Bendjelloul  er deyður fyri egnari hond í Solna í Stockholm í fyrradagin, bert 36 ára gamal. Tað skrivaðu svensk bløð í gjár við familjuni sum keldu. Familjunavnið er úr Algeria. Úr Svøríki til Cannes og Hollywood er filmsheimurin skakaður og drýpur høvur. Malik Bendjelloul, sum í fjør vann bæði Oscar- og BAFTAvirðisløn fyri heimildarfilmin Searching for Sugarman (2012), arbeiddi í New York við einum nýggjum filmi, The Elephant Whisperer , um suðurafrikanska djórapassaran Lawrence Anthony (1950-2012), sum bjargaði einum heilum djóragarði í Bagdad, tá amerikanskir hermenn gjørdu innrás í Irak. Neyvan hevur nakar á okkara leiðum sum Bendjelloul, skapt nýggja fatan fyri at siga góðar søgur í heimildarfilmi og altíð at brúka films- og sjónvarpsmiðilin kreativt. Havnar Bio vísti í fyrrárið virðislønta filmin hjá Bendjelloul Searching for Sugarman í røðini DOXBIO. Við árslok 2012 skrivaði eg á blogginum soleiðis um film yvirhøvur

Cannes byrjar í dag

Í dag byrjar 67. filmstevnan undir himmalbláa løriftinum í franska miðjarðarhavsbýnum Cannes. Almenna kappingarskráin um gyltu pálmirnar, Palme d’Or , bendir á gomul kend nøvn, frá 83 ára gamla franska nýbylgjumanninum, Jean-Luc Godard, til 63 ára gamla amerikanska Tommy Lee Jones, sum er í yngra endanum. Tó, var tað ikki fyri skránna í Cannes, so visti eg ikki av, at bretski sosialrealistiski leikstjórin, Mike Leigh (f.1943), hevur gjørt spennandi filmin  Turner , sum er um bretska landslagsmálaran Joseph Mallord William Turner (1775-1851). Við 57 ára gamla Timothy Spall, omanfyri, í 145 minuttum sum Turner, verður filmurin frumsýndur í Cannes í morgin. Haldi neyvan eg havi havt sovorðnan ovurhug at síggja akkurát ein film, sum júst henda og tað beint nú. Fari so beint at spyrja Havnar Bio, einasta filmsinnflytara í landinum, um tey ikki kunnu seta hann á skránna komandi vetrahálvu. Bretska frumsýningin er 31. oktober og í USA sleppa tey at síggja filmin á jólum. Nýggi filmurin hjá