Skip to main content

Posts

Showing posts with the label matur

Kokkalærlingurin Lassi Klein í altjóða kapping

  21 ára gamli Lassi Havsteinsson Klein, sum er av Sandi, skal umboða Danmark í Ungtalentkappingini hjá Escoffier, Jeunes Talents Escoffier. Eg hitti hann til eitt prát í Tórsbyrgi í 2022. Lassi er í kokkalæru á Søllerød Kro, sum nógvir føroyingar kenna, tí har arbeiddi navnframi Jan Restorff, sáli, tænari ella uppvartari, í mong ár. Lærumeistarin hjá Lassa, Brian Mark Hansen, sum er høvuðuskokkur á Søllerød Kro, varð spurdur, um at finna ein kokkalærning, og Lassi varð valdur. Brian Mark Hansen er kendur í gastronomiska heiminum. Hann vann kappingina Bocuse d'Or í 2022, sum verður kallað heimsmeistarakappingin í kokkalist. Í hesum døgum fyrireikar Lassi seg til Ungtalent kappingina hjá Escoffier, sum í ár verður hildin í London hin 31. oktober. Lassi hevur fingið eitt toymi av dugnaligum vegleiðarum, sum skulu ráðgeva honum í kappingini. Jeunes Talents Escoffier er ein altjóða kapping í gastronomi, skipað av Disciples Escoffier fyri ungar kokkar og tænastufólk und...

Atamjaðarurt á pizza

  Við føroyskum kryddi frá landnámstíð hevur malaisiski høvuðskokkurin í Áarstovu, Roy Yeow, vunnið fyrstapláss í donsku kappingini at gera gourmet-pizza. Føroysku epladálarnir, blómubløðini og hvíta kryddið, sum sæst omaná, sannførdi dómararnar í kappingini um, at hetta var besta gourmet-pizza. Kryddið er gagnplantan atamjaðarurt. Samansetingin er eitt gott dømi um at mentanir møtast og fáa nakað óvæntað burturúr, tá hegni og forvitni fylgjast. Áarstova skrivar á Facebook: His passion, creativity, and dedication to the craft have truly paid off - and now the best gourmet pizza in Denmark has his name on it. We’re beyond proud to have Chef Ray as part of our team. A huge congratulations to our very own Chef Ray Yeow who just took home 1st Prize at the Danish Championship of Denmark’s Best Gourmet Pizza 2025! Atamjaðarurt (Filipendula ulmaria) Mjødurt, Meadowsweet, er ein av aldargomlu plantunum í føroyska kovanum, sum verða nevndar í undirvísingarliga yvirlitinum yvir gagnpla...

Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamál

  Konsentrerað og smakksterkt, sum whisky við fatstyrki er, er greitt, at fyri kennarar er tað ein ótyntur og ektaður upplivingarfaktorur í sjálvum sær. Men ein nýtist ikki at verða afficiendo fyri tann saks skuld. Og heldur ikki at vera globetrottari, sum Tróndur í Götu sigst hava verið, fyri at sanna, at føroyskt whisky við fatstyrki kann verða eitt savnandi ferðamál hjá útlendingum við enda jarðarinnar, ella so langt sum slepst frá meginlandinum í Evropa, sum granskarar frá Columbia University greiddu frá í morgun. Føroyar eru ikki bara eitt ferðamál, men hevur fingið eitt nýtt aktiv. Tað upplivdi eg í fjør heyst, tá John Dalsgarð skipaði fyri norðurlendskari ráðstevnu í Varpinum um atgongd til útbúgving og arbeiðsmarknað, eisini hjá fólki við skerdum førleika við lopfjølini á Tekniska skúla, har í býnum, sum briljantum dømi. Tá møttu vit Anniku Waag, sum í søguligu hølunum hjá Føroya Bjór við sjóvarmálan í Klaksvík greiddi livandi frá um nýskapandi tilgongdina at gera whisky....

Grønt í vøkstri

Nú stjørnudustið frá Michelin hevur lagt seg og gerandisdagurin aftur rullar úr norðuratlantisku havsbrúnni, havi eg hug at nevna tríggjar matstovur, eg havi vitjað í seinastuni, ein íslendsk, ein donsk og ein heima í Havn. Fyrst er tað íslendska vakstrarhúsið Sól, sum er millum konteynarar, rullur av veirum og bíðandi trolarar og farmaskip í Hafnarfirði. Ein mentanarlig samanrenning, tú verður kløkkur av. Omaná drívhúsplantum og lillafarvaðum vakstrarljósi, vit kenna av heimrustini í Hvamminum í Tórsbyrgi og serliga úr Kvívík, løgdu tey í fjør nýtt gólv á, og opnaðu nýggju matstovuna Sól, sum nú stendur oman á øllum grundvøkstrinum. Má siga, at samstundis sum hetta er mest sjálvsagda og hands-on-ítøkiliga gólvalegging til sitandi fólkið, sum í frið og náðum vil hava ein forkunnugan vakstrarbita og tosa grønklókt við borðfólkið eina óbetaliliga løtu, er hetta eisini hitt mest eksotiska gólv, har tú gongur sum í rúmdini, ja í bleytum inniskóm, og sært grønt til allar síður, eisini hinum...