Flaggsøgan stendur sterk í grannalagnum uppi í Sortudíki í Havn. Tað er so vist og sætt. Útvarpsstjórin, sum sjálvur var á Vaglinum í 1940, skrivaði flaggsøguna so fyrimyndarliga í 1980, og setti síðan eina stóra stong á vøllin framman fyri húsunum í Sortudíki, sum helst vóru tey seinastu at foreina tjóðina í einum samanhangandi tanka, whatsoever. Í 1983 kom Norðurlandahúsið í grannalagið og Hotel Føroyar longur uppi við Oyggjarvegin. Perlur uppá tráð allan vegin. Seks ár seinni varð altjóða filmstevna við norðurlendskum filmum í Norðurlandahúsinum. Heiðursgestur var sámiski Nils Gaup, sum árið fyri var í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina fyri legendariska filmin Veiviseren . Norðurlendska umboðanin var so sterk, at danski filmurin Babettes gæstebud streyk við henni. Høgni, sum samskipaði filmstevnuna fyri Filmsfelagið, Norðurlandahúsið og teir norðurlendsku filmsstovnarnar, hevði keypt størsta sámiska flaggið, sum bókahandilin í Kautokeino sendi í pakka til Føroya. Flaggið, sum hvør