Skip to main content

Posts

Showing posts with the label lýsingar

Ein nýggj dýrtíð dagar undan

Á veg í felags skrellspannina, har vit koyra ódálkað pappír til jarðiska endurnýtslu, varnaðist eg í morgun eitt nýtt tilboð millum verðsligu bløðini, sum hvørja viku lýsa og larma við enn størri og betri vørum, sum eg ikki visti vóru til, og enn minni haldi, at eg skal forkela meg við beint nú. Tí fara øll hesi brandnýggju lýsingabløð tað beinu leið í skrell, men ikki fyrr enn eg havi frígjørt tey úr jarðiska líkposanum, sum postmaðurin varisliga leggur í mín plastkassa, sum allar aðrar dagar stendur tómur og óbrúktur, bara ikki henda dag í lýsingini. Í hesi postmodernistisku tíð, sum er eyðkend við ongum posti, sprakk tilboðið frá hesum eina blað frá seinastu vitnum heimsins í eyguni. Millum mínar uppstandilsistankar um, at ein og hvør spard króna er tvífalt vunnin, og at besta og mest solidariska tilboð burdi verið "Spar alt - keyp einki" ella "Keyp alt - spar einki" fyri tey lættkeyptu, dvøldist eg eina løtu við hetta nýggja tilboð millum gylta konfekt fr

Tað besta úr Filmsføroyum á einum borði

Føroysk lýsingavinna er ótrúlig. Og tá hugsi eg ikki tann patetiska tanka, sum ofta er frammi, at eingin annar enn vit gera føroyskar lýsingar. Tað er ein bílig umbering at traðka á altjóða pallin við onkrum jánkasligum, sum tú veitst ikki tolir miskunarleysa pallljósið. Men so er ikki her. Hetta er stevfast sannførandi. Í mínum filmiska heila geri eg eina beina kopling frá Ernst í leiklutinum sum dekadentur operasangari í Føroyum í dag til italska satirufilmin La grande bouffet , sum Marco Ferreri (1928-1997) gjørdi í 1973. Tey í ikki minna dekadenta Filmsfelagnum savnaðust um filmin hjá Paula í Sjónleikarhúsinum eini tíggju ár seinni ella so. Gamaní er átuvombin hjá Ernst ikki so víðfarin sum hjá italsku ríkmonnunum, sum á søguliga filminum gjørdu av at eta seg av verðini, meðan vit hoyra hundar og horur geva barkaljóð frá sær uttan fyri fokus í søguni. So djúpfallin er milda nýsatiran úr Miklagarði ikki. Saman við Bónus og Mylnuni hevur Miklagarður fingið samst

Navnið spillir alt

Seinastu dagarnar havi eg javnan hoyrt um JAVNA í miðlunum. Í gjár og aftur í morgun hugsaði eg, at hetta var nýggja navnið hjá Meginfelag teirra brekaðu. Visti, at felagsskapurin, MBF, hevði skift navn og samleika. Men afturvið kaffinum út á dagin, rendi eg meg í eitt runt, klipt veggjamerki, ið stóð eftir sum MEGD. Fyrsta eg hugsaði var #metoo rørslan, ME AND GOD, og síðan at lata nýggja navnið spæla upp móti mótsætta týdninginum, ÓMEGD. Seinastu mongu árini eru heilt nógv, ið hava skift navn og samleika. Eg haldi avgjørt ikki at boðskapurin er tíðarrættari og kemur BETRI ígjøgnum blinkstrandi larmin á øllum nýggjum pallum. Tí hvat er mótsetningurin í øllum teim nýskaptu nøvnunum? Tola øll nøvn teirra mótsetning, tá vit lofta við bólti upp eftir vegginum? Sjálvur eri eg so konservativur, at eg sakni tey góðu gomlu búmerkini hjá Janusi Kamban og øðrum fyri hálvari øld síðan og meir. Tá var ein fólkslig framdrift í føroyskum búmerkjum Jú, navnið kann spilla alt, um vit bara

At klippa hvørjum øðrum

Í skúlanum lærdu vit ástøði um at staðfesta eitt handilsligt tænastuvirksemi, sum er lønandi fyri hin vinnurekandi, men eisini er til fyri kundan. Meginreglan var at finna ein tørv, til dømis at klippa hvørjum øðrum, og so at tekna ein sirkul um ætlaða kundaskaran og vita, hvussu leingi vit kundu halda í kundanum, uttan at missa hann til næstu hárfríðkanarstovu, sum nú varð nærri kundanum, og tískil lættari at koma til enn hin fyrra. Men sosialiterur er eisini ein táttur, sum hevur skilliga ávirkan á handilsvinnu. Menniskjan er ein sosial vera og vil fara har, sum fleiri eru frammanundan. Sama er galdandi fyri hárfríðkanarstovur. Tær trívast skilliga best, har ein er frammanundan. Ella fleiri. Men allar duga at finna eitt serligt frámerki. Nýggjasta virksemi í handilsgøtuni í Havn, Dr. Jakobsensgøtu, er snøgga Salong Ada. Síggja vit burtur frá næsta granna, matvøruhandlinum Føroya Keypsamtøka, so er næsti fakligi kappigarneyti Kötlum, sum eisini er hárfríðkanarstova, men við my