Copilot hjá Microsoft gjørdi myndina meðan eg skrivaði Tað var ikki so mikið sum uppskot at verða ársins orð, hóast tað kundi verið grundgivið væl og virðiliga fyri tí herheima. Putin-vaksina. Ikki tí hon fæst á apoteki í dagsljósi ella hjá kommunulækna á resept, men tí at samanfallið, coherence, høpi, samanhangur og samfesti millum tveir bólkar er totalt, tá eg hyggi aftur á árið, ið brátt er farið. Tey, ið fult lógliga og eins skilliga á fólksins almenni, Facebook, enn gera vart við, at tey vóru ímóti tí ágangi, tey sannførd upplivdu, tá vit øll gjøgnum miðlarnar og skúlaskipanina skuldu tvangsupplýsast og síðan gjøgnum heilsuverkið tvangsvaksinerast móti uppfunnu koronasmittuni covid-19, ikki bara eina ferð men fleiri ferðir, fyri ikki at verða sett uttanfyri alla luttøku og ávirkan í samfelagnum, og so tey, sum eins lógliga og skilliga á sama stað, serliga í hesum ári, hava gjørt vart við seg sum svorin viðhaldsfólk hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, og hansara kr...