Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kjakmentan

Hví hata miðlarnir Don’t look up?

Einki er sum satira. Hon er krúnan á verkið. Eins og satira mangan er góð, ja kanska best og ovast á bunkanum, tá vit við ársenda taka saman um miðlaútbóðið í einum framkomnum fólkaræði við skipaðum skattafíggjaðum miðlum, eins himmalrópandi ring er miðlastøðan, tá vit onga satiru hava. Nada.  Men hov, á jólum, nett tá gamla jóla- og skemtihaldið Saturnalia endaði, kundi Netflix vísa heiminum eina stjørnusatiru, Don’t look up , sum beinanvegin festi í og skapti kjak í øllum heiminum.  Í dag er hann næstmest sæddi filmur á Netflix. Bara Netflixfilmurin Red Notice (2021) hevur hægri hyggjaratøl, hóast hann fekk botnummæli í The Guardian , sum gav honum hesu sláturorð: “There’s something so soulless and ineffectual about the aggressively unnecessary Red Notice that it almost plays like a pastiche of a Hollywood blockbuster, like a bot consumed the last 20 years of studio fare and spat out a facsimile as an experiment.” Hóast eg hyggi at nógvum filmum, seti eg meg aldri til rættis uttan a

Týdningarmesta grein í Dimmu

Undir yvirskriftini Neyv søgufrøði ella halgisøga svarar Hanus Kamban í dag aftur teim viðmerkingum, hann hevur fingið fyri greinina Glíðibreytin í Dimmu hin 12. februar.  Sjálvur var eg millum tey mongu, ið góvu til kennar, at upprunagreinin var serstakliga týdningarmikil at lesa í einum føroyskum miðili í dag.  At greinin nevnir ein føroying sum dømi, helt eg ikki taka nakað frá henni, soleiðis sum eg lesi og fati hana, greinina, sum vil vísa á, at ekstrem hvít høgraradikalisma er sum aldri áður tvunnin saman við evangeliskt religiøsum fríkirkjuaktiviteti, serliga sjónligur í USA undir Trump, og samstundis her heima við eini javnfjarari og beint fram samtykkjandi rørslu í okkara tíð, fyri ikki at siga beint nú. Greinskrivarin mælir í greinini í dag til, at vit sleppa nútíðar pyntisjúku og í staðin hyggja beint í andlitið á tríatiárunum. Júst tað ger greinskrivarin sjálvur, og miðvísur, sum hann altíð er, finnur hann - umframt eina staðfesting av, at umrøddi føroyingur las Mein Kamp

Kann man vera haturskristin?

Tá tín argasti fíggindi skrivar um títt samlaða lívsavrik: " Humanisma Hanusar er ikki annað enn plagiat av Fjallaprædikuni, " tá kann tað ikki verða betri, haldi eg. Tað er jú vakrasti tekstur í verðini og søguni, so sum vit kenna hana, søguna og verðina.  Sjálvt Roy Andersson kann ikki skamma Fjallaprædikuna niður í horna, men dyrkar hana sum eitt upphevjað úttrykk í misantropisku filmunum, sum nú eisini hava funnið brettir á føroyskum palli.  Men haldi ikki, at greinaskrivarin fatar tað framseting, hann kroystir úr egnum krampapenni, beint fyri evstamark, tvíhaldandi um hann, pennin, meira orgastiskt hatursfullur enn nakrantíð.  Greinin hjá briljanta ensktlæraranum, sum í kjalarvørrinum á religiøsa fólkaforføraranum, Jim Jones, leiddi okkum trygt gjøgnum How they bend minds í Newsweek í 1978, fær meg at spyrja:  Kann man vera ein haturskristin?  Er nakað til, sum eitir haturskristin?  Móti mínum vilja, fær Óli meg ikki bara at halda tað, men at tað er plausibult og í fína

Gott at lesa Høgna aftur

Meðan føroyingar, sambært ársfrágreiðingi hjá Ríkisumboðnum í tíðini undan sjónvarpi, kundu uppliva, at fleiri enn túsund bløð sirkuleraðu millum hvørji túsund fólk - upplagskontrollur hevur aldri verið í Føroyum - hevur blaðdeyðin síðan verið málaður reyður sum í Mósebókini í hvørjum duri. Tá er hugvekjandi, kveikjandi og eisini stuttligt, brádliga, at síggja Høgna Djurhuus skriva aftur í Sosialinum.  Síðan eg í fyrndini hoyrdi Jógvan Arge spyrja um leveringsdygtigheit - er hasin og handan leveringsdygtig, og síðan staðfesta týdningin av staying power , at blíva við og gera serstakt profileraðar sendingar og annars at skriva uttan íhald - hevur tað altíð verið mær greitt, at miðlaarbeiðið er ikki bara sjálvt avrikið í løtuni, men eisini tann vøllur, sum javnt og samt verður strikaður av. At miðling eisini er at skapa eitt forum, ein heimstað, ella bara ein sjónligan pall, ið er heimstaður fyri reportasjum um og ummælum av list og mentan. Ikki bara uppistøkksfyritøkur, men ein lívseigu

Óflýggjaligt orðalag er størsti smittuvandin

  Elli er fyrsti fíggindin, serliga hjá Joe Biden, sum frá byrjan í fyrsta av trimum forsetakjakum leitar eftir orðunum, og ellismerktur er illa sminkaður til ljósið í handilsligum sjónvarpi, sum er sett í verðina júst í USA.  Men óflýggjaliga tosingarlagið, at tosa í holið á hvørjum øðrum, sum siður er á lærarastovum, tað er allar størsti fíggindin, ikki minst tá Donald Trump alla tíðina fer eitt stig longur og tosar bæði politiska kappingarneytan og sjónvarpsvertin niður.  Og so rakar Biden sekundini, tá hann stendur fastur, stamar og blundar. Hann er avgjørt ikki ein forsetamynd.  Valdi verturin, 72 ára gamli Chris Wallace frá Fox News, má kunna sløkkja mikrofonirnar, tá luttakararnir eru so ódisiplineraðir, sum í hesum føri. Tað ger hann tó ikki.  Men Biden, fyrrverandi varaforseti, dugir at tosa beint í kamera til veljaran, sum hyggur heima, og vegleiða hann, veljaran, sum vónandi fyrstu fer kann lokkast á val, tí valluttøkan í USA er so syndarliga lág.  Shut up, man! og Clown! og

Tað er alt stýrt úr helviti!

Um dagarnar hava kristin gjørt burtur av sær á feysbukkuni sum aldri áður. Orsøkin til kristna mannatrekkin á bukkuni er, at ein mamma hevur hoyrt, at barn hennara hevur verið til eitt LGBT tiltak í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin í farnu viku. Har skal ein lærari hava deilt møttu børnini upp. Akkurát sum í sunnudagsskúlanum og øðrum meinigheitsmatriklum. Nýskrivaða kristniøðin fer fram í fullum dagsljósi á Facebook, so øll kunnu fylgja við. Eisini tá Vinjard spyr óðu mammuna, Gudny, um tað var lærarin, sum deildi børnini upp. Tólv tímar eftir at hon sjálv hevur postað illsinisglepsið ætlar hon at fara at spyrja nærri: Var ikki til staðar og veit tí einki um, hvat er farið fram henda feigdarmorgun í Sortudýki. Men av tí at eg sjálvur fyri Filmsfelagið varð biðin at innleiða eina sýning fyri sama tiltak niðri í Perluni veit eg, at hetta var ikki LGBT, men FIIMFF, sum stendur fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, sum skipaði fyri. Fyri vinatænastuna, at in

Frítt at gera útvarp

Nú hevur Kringvarpið varnast, at tað livir í og við einum marknaði. Hurrá, soleiðis má og skal tað vera. Ein so stórur miðil í so lítlum landi skal sansa marknaðin. Og ikki minni vísa í verki, at hann hevur fatað hesa sansing og er í korrelatión, í takføri, í synch og hvat tey marknaðarstrategisku við sosiologisku orðabókini kunnu finna uppá at kalla tað, sum bara merkir, at tú hevur nakað uppá hjartað, og dugir at bera tað fram við staying power og innan ein avtalaðan útvarpskarm. Men at fyrsta útspælið er hard core nýggjheitsjournalistiskt á aktualitetsdeildini, hevði eg ikki væntað. Eg hevði væntað at byrjað varð við einum bleytari starti við mentan og einum snerti av undirhaldi afturvið. Men gott er. Hetta er í veruleikanum ein vátur dreymur, sum eg havi havt alla ta tíð, eg tímdi at gera útvarp, í eini trý-fýra áratíggju. Fantastiskt, at latið verður upp fyri hesum sjálvsagda møguleika, og at eitt varisligt framleiðsluumhvørvi kann sleppa at næla uttanfyri Kringvarpið,

Afturvið uppvaskinum

Afturvið uppvaskinum í morgun er valretorikkur áhugaverdur at skoða, tá hann verður tikin úr praktiska gerandisdegnum, og tí er so kjøtiligur, at øll hava sæð gongdina, keipurnar, orðalagið og orðavalið, og tí eisini kunnu hava eina kvalifiseraða meining, uttan at leggja seg niður í fortovsparlamentið at sutla við niðasta kommunala frálenslið, sum eg haldi, at hesar báðar forsíður gera, tá tær ikki bara niðurgera, men eisini tileinkisgera Anniku Olsen, sum eftir árskiftið verður høvuðsstaðarborgarstjóri, tí tað er tað hon ynskir sær og brennur fyri, og tað fari eg at ynskja henni alt tað besta við, hóast tað ringasta onkuntíð kann verða, at fáa júst tað, tú ynskir tær, men annars fari eg at ynskja tær alt tað best í borgarstjórasessinum í heimsins besta høvuðsstaði, sum er í Havn, og siga til lukku, ikki til bløðini við sexistiska forsíðuretorikkinum, men til borgarstjóran í sessinum á Vaglinum komandi fýra árini!

Føroyskt sum forðing

Einaferð fyri mongum árum síðani hevði Norrøna Felagið fund í Norðurlandahúsinum um málsligu nýtsluna í miðlunum. Tað var um ta tíðina, tá húsið enn var nýtt og fólk vóru nýfikin. Ja, so langt síðan er tað, at Ebba Hentze tók orðið og bað um pennin. Á ein flip over , sum var fremsta tøknin, skrivaði hon við reyðum spritmarker um fólkatalið í Dalið, sum støðugt lækkaði. Og plantaða eddið riggaði. Akkurát sum ætlað, avsporaði hesin óhoyriligi bókstavur alla ta mentaðu forsamlingina. Um enn grá, vóru tey ikki fá. Øll upp at góla um ringa standin í føroysku pressuni at stava. Eingin, ikki ein, gav álvarsliga demografiska innihaldinum gætur. Hesa álvarsligu skemtisøgu komi eg í tankar um í kvøld, nú heimsins størsti føroyski Facebookbólkur, Føroysk rættstaving, aftur ger somu søgu. Í dag eru 10.924 limir í bólkinum. Nýggjasta evni í bólkinum er Suðuroy, har eingin vinnarahugburður er. Tað sigur fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard í samrøðu við Sosialin. Hóast Smyril sigl

Kjakmentan - hvat er tað?

Sosialurin ger í kvøld eina góða roynd at varpa ljós á dagsins kjakmentan, og um vit yvirhøvur duga at kjakast. Autentisku dømini, sum eru endurgvin um eina heila opnu í blaðnum prógva, at tað duga vit als ikki. Men so einføld er støðan ikki, at vit kunnu kolldøma føroyska kjakmentan av hesi orsøk. Ikki fyri at bera í bøtuflaka, men at tveita ókvæmisorð til vinstru og høgru, har eitt lættkeypt høvi er, tað hevur verið, er og fer altíð at vera ein atferð í øllum mentanum, sum yvirhøvur hava eitt mál við íbygdari makt, einum sjónligum stættarmuni og býti millum bygd og bý. Blaða vit nakrar síður fram í sama blaði, síggja vit at javnaðarpolitikarar í Havn sleppa at fylla síðuna, sum ovast ber undurfulla frámerkið Kjak , Vikuskiftiskjak. Hetta er als ikki kjak, men valpropaganda nú kommunvalið nærkast. Tí fer man av góðum grundum at ivast í, hvat Sosialurin meinar við, tá hann sigur Kjak og leggur upp til kjak um - kjak. Hinvegin kann forvitni lesarin í dag fegnast um ungar