Skip to main content

Posts

Showing posts with the label endurminningar

Mick Box: Kambsdalur var hin løgnasti

Jens Kristian Vang hevur fotograferað 77 ára gamla Mick Box, tá hann lyftir einum glasi av vatni á stóra palli á Summarfestivalinum á Vágsbøi leygarkvøldið. Box er hin einasti av upprunamanningini, sum enn er á lívi, og tað er fimta ferðin, at hann hevur staðið á føroyskum palli við Uriah Heep. Eitt glas av vatni, mind you. Tí Box skrivar sjálvævisøgu, memoirs, sum kemur út í ár. And this will be in it, sigur hann. Við í bókina hevur hann tikið løgnastu konsertuppliving, honum hevur verið fyri á palli, anywhere in the world.  Leygarkvøldið 26. novembur 1988 hevði bólkurin gjørt seg út við størstu ljóðútgerð nakrantíð, átjantúsund wattum, har tey tíggjutúsund skuldu út í høllina á Kambsdali at fevna teim møttu, sum ikki bara vórðu baðað í heavy rocki, men eisini í trýss ljóskastarum. Mixarin í salinum hevði tveyogtretivu kanalir og hann á pallinum fýraogtjúgu. Einki er at taka seg aftur í, at Uriah Heep hevur havt stóran týdning fyri menningina av útgerð á føroyskum pallum og hallum, su

Hví gavst fremsti filmsummælari á Weekendavísini?

Bo Green Jensen mynd frá Facebook Í dag skrivaði eg til Bo Green Jensen, at spyrja um eg í takksemi kundi gera ein blogg úr okkara privata samskifti í fjør, um arbeiðið á Weekendavísini, og hví hann gavst at ummæla film.  Tað er einki at taka seg aftur í, at Bo í mínum optikki er millum bestu ummælarar av filmi í eini perlurøð, sum byrjaði við Derek Malcolm á The Guardian, sum eg møtti á filmstevnu í Havn í 1989. Seinni bleiv tað Peter Bradshaw, ið tók við sum ummælari á somu avís og enn er tann, vit meta okkum eftir, tá filmar skulu setast á skrá í Filmsfelagnum.  Men øll hesi árini hevur norðurlendska eygað út í allan tann víða heim av filmi og filmreferansum verið tað hjá Bo Green Jensen. Ein vitanarskansi og miðlari av filmi úr øllum heiminum, so hvørt nýtt varð at frætta úr øllum heraðshornum undir hvíta løriftinum.    Tað var gamaní at gera ein blogg, og niðanfyri kemur fyrst svarið frá í dag og so tað frá í fjør, sum eg latið standa óumsett við Bo'sa egnu orðum, tí tað nemur

Minnið skal grógva í lendinum

  Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.  Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:  Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum. Estetikkur er evnið í dag. Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk. Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi. Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtakið estetikk, og

- Eg havi høvdið fult av myndum!

Fríggjadagin 3. desember letur Jórun Dánialsdóttir Poulsen upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við 50 myndum og 40 koddum. Eg spyrji, um hon meinar við pútur.  - Nei, sigur Jórun avgjørd. Í skúlanum lærdi føroysktlærarin okkum, at tað æt koddi. Tú kundi siga stovukoddi ella seingjarkoddi. Hitt orðið, púta, merkir hora, sigur Jórun, sum longu nú hevur grundgivið fyri, hví hon sigur koddi. Her hevur hon endurnýtt brúkt gomul slips til koddarnar. Vit, sum vitja, eru floksfelagar úr barnaskúlanum og hava altíð kent Jórun. Hon er mostur Martin, sum er ein okkara. Vit møtast javnan, og nú vit hoyrdu, at Jórun arbeiðir við nýggjari framsýning, spurdu vit, um vit kundu støkka inn á gólvið í Sílagøtu, har hon býr og arbeiðir. Jú, tað var gamaní. Fyrst fyri í nýfalna kavanum er turt kjøt úr Bø. Vit skifta orð um barnaskúla og lenda á, hvussu umráðandi tað er, at verða hildin til í evning og kreativu lærugreinunum ikki minst í rokning. Sjálvur havi eg tað soleiðis, at í fimta flokki helt eg uppa

Hvar er virðislønin úr Barcelona?

Hetta er ein eftirlýsing frá Pakkhúsi 5 á Tvøroyri: Í 1929 luttóku 11 føroyskar fyritøkur við einum felagsbási á heimsframsýningini í Barcelona. Framsýningin er lýst í einum ferðabloggi , sum eg sjálvur skrivaði úr Barcelona á sumri í 2016.  Fyritøkurnar vóru S.P. Petersen, I.P. Eversen, H. Johannes Jacobsen, J. Dahl, P.H. Dahl, Jesper Hjelm, AS Markøre, AS Hvidenæs, AS J. Mortensen, N.J. Mortensen og T.F.Thomsen. Tær luttóku saman við 67 øðrum fyritøkum úr danska ríkinum, og tá heiðursmerki vóru latin fyri úrdráttirnar á framsýningini, var føroyski klippfiskurin tann einasti í ríkinum, ið vann hægstu virðisløn - Grand Prix við gullmedalju. Virðislønin var eitt heiðursskjal og tvær innrammaðar gullmedaljur við mynd av Alfonso kongi og drotning Victoriu av Spania. Í 1948 lat Herluf B. Thomsen, ið fyrireikaði føroysku luttøkuna í Barcelona, nýstovnaðu føroysku Fiskasøluni virðislønina í varðveitslu, tí hann metti, at har kundi hon best tæna føroyskum fiskaútflutningi

Hanna Kampmann setur framsýningina Jack Kampmann - Ein modernistur í Føroyum

Fríggjadagin 4. mai helt Hanna Kampmann hesa røðu í Listasavni Føroya, tá framsýningin Ein modernistur í Føroyum við 52 málningum eftir pápan, Jack Kampmann, varð sett: Eins og hendan framsýningin setur fokus á tey listarligu avrikini hjá pápa mínum árini 1948 til 1961, fari eg at seta fokus á nakrar av teimum myndunum, sum koma fram í mínum hugaheimi frá hesum tíðarskeiði - og eins og verkini, sum eru komin upp at hanga, av fakfólki mett sum tey bestu - eru hesi minnini fyri meg. Hesi minnir eru tengd at, eitt nú einum vetrardegi við kava, tá eg havi verið um 4-5 ára aldur. Vit koma gangandi hond í hond eftir Niðara vegi á veg heim frá atelierinum, sum hann tá hevði úti á Mørkini, nakrar hundrað metrar frá Fitjunum har vit búðu saman við ommu og abba mínum. Hesin gongutúrurin, ein av nógvum, meðan hann fortelur og greiðir mær frá, hvat kavi er fyri eitt fyribrigdi - og nøkur ár seinni, eisini á Niðara Vegi, heim úr biografinum, har vit sótu á 14. røð - við stórum armrørslum, ú

Kruse ættin á Eiði

Sólin skein oman og niðan, tá fólk av Kruse ættini møttust í miðstovuni í skúlanum á Eiði, har borðreitt varð við kaffi og køku. Malan bjóðaði vælkomin og greiddi frá um skránna fyri dagin. Yngri beiggin, Ellindur, hevur leingi granskað ættina, serliga navnið Kibenich, ið stavast ymiskt, og hann hevur fingið sær sum millumnavn, Ellindur Kübĕnižh Egilstrøð. Ellindur hevur eisini skrivað teldutøku bókina Fra Eider til Eide , ið er um Onnu Margretha Kiebenick, sum var fødd við Eider í Friedrichstadt í Schleswig-Holstein, hin 28. mars í 1819 og doyði á Eiði hin 7. juli í 1892. Sigrun er eisini av Kruse ættini, abbadóttir málaran Niels, og hana avmyndaði eg framman fyri stóra fjallamálninginum, sum hongur í miðstovuni í skúlanum. Elstu fólk, vóru kvinnur. Tær vóru Bettemi, mamma Ellind, Maluna og Onnu Sufíu, sum skipaðu fyri, meðan hin elsta kvinnan av Kruse ættini, var Marjun Wolles úr Miklagarði. Hon er 86 ár. Maria av Velbastað var eisini millum elstu fólkin