Hetta vikuskiftið hevur longu verið fjøltáttað. Fríggjadagin var arkitekta- og listatiltakið Millum Kongaminnið og kitsch í Norðurlandahúsinum. Seinni um dagin var fráfaringarsamkoma fyri Helga Fossadal í Listaskálanum og á sama staði legði Mikael Wivel fram bókina Sekel um føroyska myndlist í hundrað ár. At sodna allar hesar mentanarligu upplivingar rýmdi eg sjálvur fjórði til Klaksvíkar at eta vaflur og lata Havn vera Havn. Eina løtu í hvussu er. Men ein tanki bleiv við at spøkja. Ein tanki, sum eg ikki fekk bilbugt við fyrr enn langt um leingi. Meir um hann, henda illavorðna tanka, í endanum. Fríggjadagurin byrjaði við at Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, við vælvaldum orðum setti ráðstevnuna Millum Kongaminnið og kitsch í Noðurlandahúsinum. Síðani helt danski arkitekturin Lars Gemzøe ein hugvekjandi fyrilestur um rúm í miðbýnum kring allan knøttin, fyrst og fremst fyri fólk sum ganga og súkkla. Her var veruliga nakað at læra fyri miðbýin í Havn og Klaksví