Mynd: Hjalmar Suni Juul Jarðfeingi skrivar á heimasíðuni , at í maimánað raktu arbeiðsmenn í Eysturoyartunlinum brádliga við heitt vatn Toftamegin rundkoyringina. Sagt verður, at økið, har rúkandi vatnið varð funnið, er áleið 425 metrar frá rundkoyringini ímóti Rókini. Ein stutt filmsupptøka, sum arbeiðsmenn í tunlinum hava tikið upp og Hjalmar Suni Juul hevur lagt út, vísir, hvussu vatnið rýkur og møguliga eisini kókar, innan hildið varð fram við vegarbeiðinum. Sambært arbeiðsmonnunum hendir sama fyribrigdi aftur umleið 10 metrar longur inn ímóti Toftum. Hesa ferð er vatnið tó meiri runut, verður sagt. Jarðfeingi sigur á heimasíðuni, at enn er ikki møguligt at siga meira um fyribrigdið við heitu keldunum á botninum í Eysturoyartunlinum, men kanningar eru í gongd.