Skip to main content

Posts

Showing posts with the label myndlist

Bílætablindni

Sjónvarpsmynd frá setanini av olympisku leikunum í París 2024 Herfyri átti eg sama dag í miðlunum tvær fotomyndir av monnum úr Vági, sum fóru í annað ljós. Petur og Eivind. Øll heiðurlig minni um teir báðar, bæði privat og professionelt. Men einasti miðil, ið spurdi um loyvi at brúka myndirnar og síðan krediterað myndamannin, var VP, har Ólavur visti, hvør átti. Hugsaði, um tað mundi vera so galið, at bara hann respekteraði upphavsrættin, sum var tað tekstur.   Hetta at síggja til týdningarleysa mál, sum ein uppistandsskemtari á tingi hevur til teitis at rópa krympirumpufongt, kom mær til hugs, tá eg sá, at Setrið, Fróðskaparsetur Føroya, krúnan av føroyskum dannilsi, vegna starvsfólkini, brúkti somu mynd at heiðra minnið um farna starvsfelagan og sendi til allar miðlar. Og her má eg siga sum latínlærarin í Hoydølum: De Mortuis nihil nisi bonum , um tey deyðu einki annað enn gott. Men er tað veruliga so, at myndin enn er veika ífyllan, harmonikan hjá umbrótaranum og grafikaranum, meðan

Mentanarligt forpliktilsi

Eftir at hava víst ein óforsvarliga vánaligan film, sum næsti grannapallur, hin størsti í landinum, eisini hevði víst, fingu vit í gjárkvøldið á fyrimyndarligan hátt høvið at fylgja Tórði Mikkelsen í Kringvarpinum, tá hann við fotografinum og klipparanum, Jakob Jørgensen, undir heitinum Innanveggja við Vegghamar , vitjaði 86 ára gamla listamannin Arnhold Vegghamar í egnum húsum á Viðareiði í góð trý korter. Umframt tað beint fram fortróliga í innleiðandi samrøðuni um sigling og fiskiskap í Íslandi og Grønlandi, fáa vit persónligt innlit í manglandi svøvn, og at listamaðurin við avmáldum men beinraknum orðum sigur frá um elektrosjokk á Statshospitalinum við Nykøbing Sjælland. Tað havi eg ikki hoyrt ella sæð fyrr í føroyskari miðling, hóast viðgerðin, elektrosjokk, tvær ferðir verður nevnd í  Søguni um hini , sum Doris Hansen skrivaði og Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1996. Fortalt verður í filminum um, at síðst í fimmtiárunum fekk Vegghamar listaliga vegleiðing frá undangongumonnunum

Tá lutirnir tala

Klaksvík hevur dugað væl at fáa ítøkiligar brúkslutir at tala, so teir ganga inn í eina staðbundna søgu, har arbeiðarin og handverkið eru berandi styrkir. Nakrar bátslongdir hiðani úr Róðrarneystinum, síggja vit besta dømi um júst hetta. Tað er í kjallaranum í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø og Sjúrður Sólstein hava gjørt religiøsa listaverkið Jesus úr Nazaret (2013). Eitt hugtakandi verk, har abstrakt bíbilsøga fyrst er transformerað til sjáldsama hugtakandi list úr úrvaldum trævøkstri, men síðan skipað í sigandi søgulutir úr handverkaravirksemi í Klaksvík, sum til dømis eini kontakt frá 1930, ið er ímyndin av on-off sambandi millum tað jarðiska og himmalska. Hetta greitt taktila lag í listaligu framsetingini gevur bíbliusøguni eina identifikatión og staðbundna styrki. Nú hevur Edward, hesuferð saman við Jan Thomsen, aftur gjørt eitt lokalt veggjaverk, hesuferð maritimt, sum ikki er stytri enn 22 metrar, og fer um veggirnar í nýggja neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum á ró

Kondittaraminni - Ole Wich tekningar og aðrir molar

Einki er sum leygardagur á Kondittarínum. Tað livir enn í minninum hjá fólki, Kondittaríið á Káta Horninum í Havn.  Í fleiri ættarlið var hetta fremsti savningarstaður í Havn. Fleiri vóru, ið tvíhildu um, at hetta var týdningarmesta hús í býnum. Tí hoyrist enn, hvussu hørm fólk vórðu, tá Kondittaríið lat aftur í 2003. Tjúgu ár seinni er nú høvið at enduruppliva nakað av tí autentiska huglagnum, sum var á Káta Horninum í nýggja klædnahandlinum hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen, Reka. Ole Wich, sum javnan vitjaði her, fer at sýna fram originalar tekningar, sum hann gjørdi á Kondittarínum síðst í 1980’unum. Javnan tók listamaðurin skitsublokkin fram og teknaði fólk, sum ikki bara komu og fóru, men eisini settu seg at kjakast við aðrar kaffistovugestir um lívsins djúpu viðurskifti. Á borðinum kundi standa eplasalat við heitum frikadellum, skálir við mandlurísi og kirsuberjasós og rúkandi heitt kaffi úr Restorffs-koppunum. Flestu tekningar eru í A5 stødd og gjørdar við ymsari tøkni.

Mistela og íblásturin, hon gav á Eiði

Elizabeth Taylor, Mistela (1856-1932)   Ein dag í juni 1895 leggur DFDS skipið Laura at í Føroyum. Ferðamannaskipið skal til Íslands og umborð er 39 ára gamla amerikanska Elizabeth Taylor. Hon er ein traveling lady, sum skrivar til bløð í New York og Boston.  Nú fer hon til Íslands at skriva um æður.  Hon hevur ferðast víða. Hevur verið á listaskúla í New York og í París. Hevur fiskað laks í Alaska, og ferðast eftir stóru áunum í Kanada. Í 1890 var hon fyrstu ferð í Evropa, og vitjaði í Onglandi, Skotlandi, Noregi, Fraklandi, Montenegro og Italia.  Tá Elizabeth hendan junidag í 1895 stendur á dekkinum á Lauru, er mjørki. Bráddliga koma Føroyar úr tí hulda. Tað er okkurt sjáldsamt, ið hugtekur hana, og hon veit, at her fer hon at vitja aftur.  Fimm ferðir kemur Elizabeth aftur til Føroya. Hon er tilsamans tíggju ár í Føroyum, mest á Eiði, í Miðvági og á Viðareiði. Tá hon er á Eiði, gistir hon hjá Caroline Amalie og Jens Jørgen Kruse, ið eru foreldur at Niels Kruse. Hann er fimtan ár yng

Heiður og sømdir til Ole

Oystercatcher er heitið á verkinum hjá Ole Wich, ið er eitt Shell-flagg frá 1994, sum bleiv til í kjalarvørrinum á vanlukkuni beint sunnan fyri okkum, tá tangabáturin Braer rak og rendi á Sumburgh Head í Hetlandi við 84.000 tonsum av olju umborð. Nú er aftur uppá tal at leita eftir olju. Við frágreiðing er verkið lýst á síðu 503 í avrikskataloginum hjá Ole, sum telur 600 blaðsíður, har elstu verk eru aftast og nýggjastu fremst. Við Goodiepal sum kurator letur Ole Wich upp framsýning í tveimum rúmum í Listaskálanum fríggjadagin 27. oktobur kl 16:00. Heitið er "retrOWspektIv - Ole Wich sambært Goodiepal". Til framsýningina hevur Ole savnað øll síni verk í nýggju bókina »Autobiografisk oeuvre - frem til 2023«. Í bókini eru bæði myndir og tekstur til verkini, ið Ole hevur skrivað. Bókin verður løgd fram, tá framsýningin letur upp og fæst til keyps í Listasavni Føroya.  Dagmar Malena Winther, sum er savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin, Ole Wich sigur sjálvur nøkur orð um framsýning

Tummas Jákup við øðrum eygum í Hæddini

Hvar hann so er, er tað altíð nakað fjálgt at vera til framsýning hjá Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, sum sæst longst til høgru. Hini, sum síggjast á myndini, sum Ole Wich tók, eins og allar niðureftir, eru Tóta, Paula og Meinhard. Tummas Jákup er aktivt eygleiðandi, og systrarnar eru altíð har, at minna meg á, at vit eru tríðmenningar, og annars um øll ættarbondini úr Gøtu.  Framsýningin, sum í hædd og breidd fer um flestu høli hjá arbeiðsmannafelagnum í Saltangará - í Hæddini er tað ikki til at finna útav, um vit eru í Heiðunum, Saltangará ella Runavík - telur í framsýningarskránni 192 talmerkt verk.  Tá er Fjepparsalonin hjá Tótu Árnadóttir, Paulu Gaard og Meinhardi Jensen ikki tald við. Tað eru tey trý, sum síggjast ovast, ið hava skipað fyri framsýningini við dyggum stuðli frá øðrum. Gjøgnum árini hava tey trý trúliga keypt verk frá Tummas Jákupi, sum síggjast í Fjepparasalonini, verkini. Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og fleiri hava stuðlað, og tað er ein fragd at koma inn