Dimmalætting 31. mars 2006: Seks heimagjørdir lendisbilar hava í hesum døgum koyrt í Havnargøtum og heilt út á Glyvursnes. Tað eru næmingar á Tekniska Skúla í Havn, sum undir kønari leiðslu koyra, smíða og sveisa. – Teir hava verið toppmotiveraðir, sigur ein vælnøgdur skúlastjóri um næmingarnar. Motorlæra Í grótbrotinum á Glyvursnesi er innrás av larmandi tøkni. Millum sprongdu klettarnar ganga ungir næmingar av Tekniska Skúla í Havn klæddir sum rúmdarmenn, skrúva, snara og seta saman. Undir hjálmi gera teir tekin sínámillum, til ein peikar ótolin á klokkuna, fer burtur frá og tekur flaggið. Hetta er tað tekin, øll hava bíðað eftir. Teir renna til bilarnar, ið eru sum tiknur úr einum Mad Max-filmi. Leypa tveir og tveir í hvønn av teim seks heimagjørdu bilunum, sum Akstovan hevur góðkent við fyribils spjøldrum. Flaggberin Motorarnir rumla ótolnir meðan teir tólv lærlingarnir hyggja trøllabundnir upp á flaggið, ið enn lavar stillan í lotinum. Og so hendir tað. Við vandnum handalagi, sum