Fyrra fríggjadag millum jólanna, 29. desember, vóru vit í Nólsoy, har Ivan og Guðrun savnaðu familjuna og borðreiddu við føroyskum mati. Besti bitin, ið saktans kundi staðið ovastur á sjarkuttarí-listanum hjá The Tarv, var klárur at taka upp í lógvan á køksborðinum í Nýggjagørðum. Í dry aged smakki ikki ólíkt búnaðum galisiskum kjøti. Er tørført at taka seg niður í brattlendið, haðan kjøtið stavar, er enn verri at finna fram til staðarnavnið, sum er livandi á mannamunni í Nólsoy, men ikki kann googlast og ikki er á staðarnavnalistanum hjá Kortalinum. Egon Hansen nevnir tó navnið í einum yvirliti í aðrari av Nólsoyarbókunum, so vit vita, hvussu munnborna navnið stavast. Oynnabóli er navnið. - Eingin hevur nakrantíð átt Oynnaból, sum er eystantil á Nólsoynni, sunnanfyri Mann, mitt í berginum, beint upp frá Bólstaði. Vit kunnu vera eini níggju mans, sum fara við 60 favna línu. Av eggini eru 37 favnar niður í brattlendið har tveir seyðir ganga. Tá eru minst 80 favnar niður