Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2022

Føroyar eru ein óslípaður gimsteinur

- Føroyar eru so sjáldsamar, at tit eiga at fáa politisku skipanina at seta meira pening av til filmsgerð í Føroyum, at fáa útbúgvið fólk, upptøkufasilitetir og framleiðslufeløg, segði Ulrich Thomsen í Útvarpssendingini Nón í dag. Hann hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson í krimirøðini Trom , sum er hin fyrsta, ið er gjørd í Føroyum.  Ein týðandi orsøk til at Trom gjørdist veruleiki í Føroyum, var helst eykalógin, ið gav fýra milliónir í afturbering av útreiðslunum, sum blivu brúktar til filmsgerð í landinum. Røðin, sum er í seks pørtum, verður send á Viaplay og víst í Havnar Bio sama dag, sunnudagin 13. februar. Útselt varð eftir lítlari løtu til fyrstu biografsýning við øllum teim seks pørtunum henda sunnudag. Filmarnir verða vístir í somu maratonlongd mánadagin og týsdagin eftir. Hósdagin 17. februar byrjar Kringvarpið, sum hevur stuðlað framleiðsluni, at senda Trom , sum byggir á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen.  Torfinnur Jákupsson hevur skapt sjónvarpsrøðina, og hann he

Trom í Havnar Bio

Sunnudagin 13. februar klokkan 18:30 verða allir seks partarnir í nýggju krimirøðini TROM at síggja í Havnar Bio.  Umframt at hava poppkorn og kola við inn í biografin til drúgvu maratonsýningina, ber til at keypa ein tilboðsburgara í grannahølunum hjá Haps við einari góðari føroyskari bjór afturvið innan søguliga drúgvu sýningina. Krimirøðin, sum er í seks pørtum, er hin fyrsta, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Í høvðusleiklutunum síggjast Ulrich Thomsen, Maria Rich og Olaf Johannessen. Tað er Torfinnur Jákupsson, sum við støði í metsølubókunum hjá Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson, hevur skapt sjónvarpsrøðina. Donna Sharpe hevur skrivað søguna til film saman við Torfinni. Hvør partur er 40 minuttir. Fyrra umfar varir sostatt um 2 tímar. So er ein steðgur í 40 minuttir, innan hildið verður á aftur í tveir tímar afturat. Longu sum 16 ára gamal gjørdi Torfinnur, ið vit kenna sum tónleikara í Gestir, sær tankar um at gera film til sjónvarp úr Føroyum. Í tíðindaskrivi frá Viaplay ver

Hvat hevði tú gjørt?

Vit hava ikki havt kríggj síðan týskurin legði Danmark undir seg, og sambandið helt uppat. Samstundis vórðu vit hersett av bretum, sum fluttu okkum inn í samtíðina. Hóast ráðini vóru til tað, varð eingin loysing eftir kríggið, tí alt varð sollað burtur til rustikustar. Hvat hevði tú gjørt, um tú hevði ræðið á virðunum og ússaligu keyparunum hesa tíðina? Hvat hevði tú gjørt, um tú vart við, og slapp at sita á fyrstu parkett til samráðingarnar, tá løgmaður í landsins tænastu koma heim aftur við Føroya fyrsta radara, alt fyri pensión, sum kanska kundi brúkast hálva øld seinni? Hvat høvdu tit gjørt, Espersen og Vestergaard? Annar heldur, at teir hava longu goldið alt fyri okkum, so vit skulu bara mukka rætt sum ein nýfunnin flúrur í Norðurhøvum. Hin heldur, at vit hava ongar fíggindar, so tørvurin á at fáa nakran at verja okkum við einum nýbygdum radara móti russarum er absurdur. Russar eru okkara týdningarmestu handilspartnarar. Meðan eg væl skilji fyrra útspælið - tað er vanliga óbarbera

Strikaður maður

Tilgjørt klipp úr Dimmu í dag Hesin maður strikaði 77 nøvn fyri tíggju árum síðan. Tey koma aldrin aftur. Strikaði, eru tey. Nú hevur hann strikað sítt egna navn og byrjar av nýggjum, so sum rættarsamfelagið tryggjar honum. Vit eru jú siviliserað fólk í heimsins ríkasta horni, og sum okkara fremsta skald sigur: Í himni er eitt heilt serligt fat til ávís fólk at vaska sær hendurnar í. Hóast vit ikki hava fyri neyðini at dyrka tílík tjóðskapar-rasistisk übermensch hugtøk, sum inngangspersónurin ger, so vil han verða fríkendur í heimlandinum, tí tey 77 komu á hansara leið og gjørdu hann radikalan.  - Eg eri ofrið, sigur hann, ússaligi vesalamaðurin, so eg veruliga taki synd í honum.  Tá rættarframløgan byrjaði vóru fleiri norskir miðlar, ið sendu beinleiðis, tí einki er sum ein góð konflikt. Hon selur væl. Og henda er grundbreaking eksistentialistisk søluvøra. Men Verdens Gang, VG, steðgaði valdsforherligandi propagandaiini hjá norðmanninum, sum tey tó velja at navngeva, so tíðindaflutni

Hví hata miðlarnir Don’t look up?

Einki er sum satira. Hon er krúnan á verkið. Eins og satira mangan er góð, ja kanska best og ovast á bunkanum, tá vit við ársenda taka saman um miðlaútbóðið í einum framkomnum fólkaræði við skipaðum skattafíggjaðum miðlum, eins himmalrópandi ring er miðlastøðan, tá vit onga satiru hava. Nada.  Men hov, á jólum, nett tá gamla jóla- og skemtihaldið Saturnalia endaði, kundi Netflix vísa heiminum eina stjørnusatiru, Don’t look up , sum beinanvegin festi í og skapti kjak í øllum heiminum.  Í dag er hann næstmest sæddi filmur á Netflix. Bara Netflixfilmurin Red Notice (2021) hevur hægri hyggjaratøl, hóast hann fekk botnummæli í The Guardian , sum gav honum hesu sláturorð: “There’s something so soulless and ineffectual about the aggressively unnecessary Red Notice that it almost plays like a pastiche of a Hollywood blockbuster, like a bot consumed the last 20 years of studio fare and spat out a facsimile as an experiment.” Hóast eg hyggi at nógvum filmum, seti eg meg aldri til rættis uttan a

Njósnararæðsla í Føroyum

Nógv er broytt, síðan føroyskir ferðavinnuaktørar tosaðu um krabbagoggur og spakuliga byrjaðu at leggja strategi fyri, hvussu pengar kundu fáast frá hesum fólkum, sum soleiðis komu inn á okkum, súkklaðu á gøtunum, ella gingu í fjøllunum við appilsinlittum ryggsekki og sóu út sum krabbagoggur, tí eyknevnið.  Nú fremsta ferðavinnuattraktiónin, KOKS, fer úr Føroyum, kann lættliga hugsast, at vit við einum nýkomnum marknaðarføringshefti, Vurdering af spionagestruslen mod Danmark , fáa eina væl kjølfesta njósnaraferðavinnu, spiónturismu, í staðin.  Tey leggja helst nógvan pening eftir seg, sum eru í teirri vinnuni, sum er so under cover , at eingin varnast hana. Hon flýgur so at siga undir radaranum. Og helst verða skeið í paranoia fult teknaði á hvørjum ári. Danski Anders Henriksen, sum er deildarstjóri í mótnjósningartænastuni, kontraspionasjuni, hjá danska PET, gevur heftið út, sum á donskum og enskum ger vart við spiónvirksemi í Føroyum og aðrastaðni í Ríkinum.  Ein føroysk mynd er á sí

Um at eldast væl

Í morgun var nógvur larmur í barnaútvarpinum, tá Føroyingasøga skuldi forteljast, og børnini, sum eftir søguni vóru til avlops, skuldu drepast. Soleiðis er larmandi søgan um larmandi menn, borin uppi av machomonnum í buldrandi morgunútvarpi - fyri børn. Ætt eftir ætt. Tá er hon annarleiðis stilltigandi, og ikki sørt borin á einglaveingjum, so poetiskt er hon, søgan um Gimma , sum Finnur Koba og Jónfinn Stenberg skapa og fylgja í reyða býarbussinum av Signabø til Havnar. Sagt verður soleiðis um poetiska portrettfilmin:  Fyri 6 árum síðani brunnu húsini hjá Gimma Hansen í Rituvík niður í grund. Við eitt fór lívsverkið, hann sjálvur hevði smíðað sær, upp í royk. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. 93 ára gamli maðurin av Slættanesi er nú fluttur inn í kjallaran hjá soninum í Signabø, har hann tekur bussin hvønn fyrrapart til Havnar. Í býarlívinum hevur Gimmi Hansen fingið nýtt lív og nýggjar vinir. Vit fylgdu honum ein summardag í juni í fjør. Finnur Koba hevur klipt o

Í koronastongsli er einki sum ein góður filmur

Síðan koronastongsilin stakk seg upp, hava siðbundnu biografarnir verði avmarkaðir og stongdir, meðan somu filmar, sum har kundu havt verið vístir, hava tikið dik á seg á teim mongu stroymingarpallunum, ið fara um øll mørk. Um jólini og nýggjársleitið hava nógvir filmar verið á ymsu rásunum og tað er ikki dagur, at ikki stroymingartænasturnar bjóða nýggjan film og røðir, sum dyrka nýtt lendi, har fyrr ikki varð framkomandi fyri sensuri, arbeiddi tú fyri tað samfelagsbevarandi almenna sum Danmarks Radio og Sveriges Radio. Í norðurlendsku almannavarpunum eru so óvæntaðar røðir sum Doggystyle og En kunglig affär . Tvær fínar røðir, hóast tær taka upp og nema við eksplisitt seksuell viðurskifti, sum ikki hava verið sýnd á filmi áður uttan aldursmark og páklistraðan sensur.  Við hesum báðum filmum er tað ein farin tíð.  Treytað av at søgan er góð, og hevur berandi styrki til eina framhaldsrøð í sjónvarpi, eru fleiri søgur av hesum slagi, sum til dømis verifiseraða svenska søgan um dømda ba

Kallkyn, kvennkyn - og gudakyn

Mynd frá DR í kvøld  Í kvøld var Dagur og Vika í toppformi við livandi og analytiskum innsløgum, eisini laiv, hóast koronastøðan varð upplýst sum avmarkandi.  Í øllum reportasjunum, serliga teimum úr stýrhúsinum frá kavaruddingini hjá landi og kommunu, sótu menn við rattið. Tó, teir tosaðu við eina sjónvarpskvinnu um mannating, meðan grivið varð millum bygda.  Ein kvinna kom eisini fyri, tí landstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, den knassi, hevði skotið upp at víðka eitt grátt eldraráð við einari ungari kvinnu.  Á Facebook eru kvinnur av røttum í øðini um kynsdiskriminerandi redaktiónsfingurin, tí hetta líkist ongum.  Heldur ikki líkist tað nøkrum, tá eitt valfelag, ið hevur Afrika sum búmerki, leggur eftir Anniku Olsen í lítið dámligum vendingum um flokstrúskap í eini immunitetstíð.  Men hetta heimliga við at viga journalistikk á kynsbundnu skálini varð pístr vekk, tá eg skifti til ítróttasendingina hjá DR um Christian Eriksen, sum vil spæla fótbólt, hóast hann sm

Veðurmetingar

Mynd frá Tórshavnar kommunu í dag  - Fyri veður er jarðarferðin hjá Birgir útsett, lesur teknikarin, sum hevur vakt í Útvarpinum. Onkuntíð hvøkkur man við. Men hinvegin er tað vissuliga lívsælt at hava Útvarpið sum felagsnevnara, tá veðrið háttar sær, sum tað ger í dag. Frá morgunstundini hoyra vit frá somu miðsavnaðu keldu um koyrilíkindi kring landið, hvalbingar spæla hund sum altíð og sms’a um góðveður og at tey bara bíða eftir Smyrli og skíveðri, men í høvuðsstaðnum hava tey undir Kongavarða sæð fimtan bilar, sum standa fastir í kavanum. Prát er ikki við nakran hvalbing, sum sólar sær, men við ein veðurkønan undir Kongavarða, sum hevur hjálpt einum grannabili at koyra í kavanum. Hvar hinir fjúrtan fóru, verður ikki komið inn á. Ymiskt er, hvussu eygað sær og hvat vit brúka observeringina til. Gamalt var, at tú fórt ikki til útróðrar, uttan tú vart útróðrarmaður, og í fjøllini fórt tú yvirhøvur ikki, tí har hevði tú einki at gera. Soleiðis var tað.  Men nú vil alt sleppa at realiser