Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2014

Samskifti er kenslur

Gott samskifti er, tá sendarin sleppur at nema móttakaran við kenslum, sum báðar vegir tola dagsins ljós. Henda einfalda og púra ópolitiska samkiftismynd kom mær til hugs, nú eg sá Golden Cut annan filmin í røðini frá Miklagarði á heimasíðuni stuttfilm.fo.  Eins og fyrsti filmurin, sum var um teilendsku vaskikonuna, Patcharee Areesaman, er hesin filmur ein lýsing av einum starvsfólki í Føroya størsta handli. Avsendarin er greiður og viljin at nema okkum við kenslum úr sama handli er eins greiður. Vit kunnu altið skifta orð um kenslurnar eru ektaðar, ella ikki og um vit nú skulu velja at síggja upp til ella niður á starvsfólkið, sum á henda hátt verður borið fram fyri almenninginum. Soleiðis er við øllum lívsins viðurskiftum. Tað veldst um eygað, ið sær. Í hesum døgum, tá tosað verður um almennan stuðul til listalig avrik, er komið fram, at tey sum gera film, skulu ikki ditta sær at seta serkrøv til metingar av egnari list. Hetta er møsn verður sagt. Eitt stuttligt orð, sum vi

Fjallasjónir - Bárður sjúti!

Fríggjadagin tann 31. januar kl 16:00 letur Listasavn Føroya dyrnar upp fyri nýggju framsýningini Fjallasjónir , har Bárður Jákupsson sýnir fram. Í tíðindaskrivi frá Listasavni Føroya verður sagt, at til hetta stórbæra heitið, Fjallasjónir , svarar ein fanfara av málningum við teirra litum og ljósi, teirra kraft og poesi, abstraktión og náttúruíblástri. Flestøll verk á framsýningini eru nýggj, tó eru eisini eldri verk við. Bárður Jákupsson fylti 70 ár í desember, og framsýningin er sostatt ein heilsan ikki bara til listamannin, men eisini til tann køna og ótroyttiliga listamiðlaran og ikki minst, til leiðaran av listasavninum í mong ár: Mr. Faroese Art.  Tá framsýningin letur upp spæla Kristian og Mikael Blak eitt verk, sum er skrivað til eina av myndunum hjá Bárði Jákupssyni. - Uttan mun til runda dagin, er kortini góð orsøk til at hava framsýning við Bárði Jákupssyni, sigur Listasavnið. - Hann hevur longu í mong ár arbeitt við lodrætta landslagnum í berginum sum støði fyr

Gjøgnumskygda Havnin

Í 1980'unum kom frálíka mentanartíðarritið Brá til allar haldarar í landinum. Eitt tíðarrit, sum eisini tók upp aktuell viðurskifti, til dømis á hesi frálíku permu frá 1985, sum Philippe Carré (f.1953) gjørdi av Tinganesi og inn móti Kongabrúnni , sum er heitið á gjøgnumskygdu klippmyndini, sum í vavi er 150x100 cm. Philippe, sum er fotografur úr Fraklandi, hevur skrivað nøkur fronsk orð innan í permuni á tíðarritinum, sum á føroyskum ljóða soleiðis: Hundrað ár frá viði til betong Glas til at síggja ígjøgnum og spegil til at senda ljósið aftur. Rúmd og dýpd aftan fyri framsíðuna í tveimum dimensiónum kemur liturin fram Eftir at hava leitað soleiðis hissini, er hetta einasta listaliga avrik eg finni úr nýggjari tíð, sum á hugfarsligan og sigandi hátt púra greitt lýsir ein úrvaldan part av býarmyndini. Um eina leið letur listaliga avrikið upp fyri søgu, nútíð og framtíð. Og her skulu vit búgva. Eg sakni at listafólk gera gjøgnumskygdar, ella í minsta lagi sigandi myndir, i

Trý klipp í Havnarkortið

Í dag kundu tríggir miðlar boða frá um miðbýin í Havn, norðuratlantisku perluna, sum øll vilja hjúkla um. Fyrsta klipp í Havnarkortið er av heimasíðuni hjá høvuðsstaðnum sjálvum, har upplýst verður, at Tórshavnar kommuna hevur skrivað út arkitektakapping um miðbýin, har allir arkitektar og arkitektavirki í Føroyum eru boðin við. Úrslitið av kappingini verður kunngjørt longu 16. mai 2014, tá øll uppskot verða sýnd fram. Annað klipp í Havnarkortið er av Portalinum, har upplýst verður at ein skúlakapping er skrivað út. Um tríggjar vikur fellur avgerðin, hvørjir skúlanæmingar vinna 30.000 kr í virðisløn fyri bestu uppskotini at endurnýggja miðbýin. Kappingin millum skúlanæmingar hevur til endamáls at gera miðbýin enn meira áhugaverdan fyri tey ungu. Tí hevur kommunan bjóðað teimum framat soleiðis, at teirra áskoðanir og hugskot verða hoyrd. Frálíkt. Men hvat skrivar InFo portalurin nú? Triðja klipp í Havnarkortið er løgtingið, sum leitar eftir skrivstovum í sama miðbýi, sum Kom

FirstClass í 15 ár

Á middegi fríggjadagin var samkoma í Námi, tí fimtan ár eru liðin síðani FirstClass skipanin, sum KT-depilin fekk at umsita, byrjaði at tæna skúlaverkinum. Á myndini omanfyri síggjast tríggir undangongumenn á námsfrøðiliga telduøkinum, sum eg avmyndaði við hetta høvið. Frá høgru eru teir Regin Ellinsgaard, sum var leiðari á KT-depilinum, til depilin gekk inn í nýggja navnið Nám, Hendrik Jacobsen, KT-ráðgevi í Námi og Petur Zachariassen, lektari á Fróðskparseturi Føroya. Teir tríggir komu í ein arbeiðsbólk, sum Eilif Samuelsen, landstýrismaður í undirvísingarmálum, setti 30. apríl í 1998 við støði í einum áliti, Kunningartøkni í fólkaskúlanum , sum KT-nevnd fólkaskúlans eina mánað undan, í mars 1998, hevði lagt fyri landstýrismannin og Undirvísingar- og Mentamálaráðið. Í hesi fyrstu KT-nevnd vóru Petur Zachariassen formaður, Olaus Jespersen, undirvísingarleiðari á Landsskúlafyrisitingini, skrivari og hinir nevndarlimirnir vóru Regin Ellingsgaard, lærugreinaráðgevi í teld, Kurt Madsen

Blýanturin er á lofti

Heimsins sterkasta vápn, blýanturin, var á lofti í Norðurlandahúsinum í gjár. Tá vóru 77 eldhugaðir næmingar úr níggjundu flokkunum kring landið, og nærlagdu lærarar teirra, savnaðir til kveikingardag  undir kønari rithøvundaleiðslu. Tað eru NÁM, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið, sum hava skrivað út eina skrivikapping fyri ung, sum ganga í níggjunda flokki. Tilsamans munnu tey vera minst tíggju ferðirnar tey, sum møttu. Spell, at lærarar úti um landið eru so lítið áhugaðir at læra næmingarnar í besta aldri at hvessa sær blýantin. Men sama gerð, lagið var ógvuliga gott á teim 77 møttu, ið altso svara til tíggju prosent av teim, sum kundu havt møtt. Solveig, Søs, Debes, sum er ráðgevi í Námi, hevur samskipað skrivikappingina. Við regninum i baksýni er hon fegin um kveikingardagin og góðu úrslitini hjá teim møttu. Kveikingardagurin byrjaði við røðum, sum Magnus Tausen, stjóri í Námi, og Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, hildu.

Norra, Nirri og Muammedanien

Borað verður eftir olju í Norra. Ikki Noregi, tí tað er kvæðamál, segði ein privatur vinnulívsmaður um dagarnar. Kanska hevur hann rakt tað rætta oktantalið. At tað er eitt skisma millum alment og privat, ið ger av, um tú frá barnsbeini, sum í sanginum niðanfyri, verður disponeraður fyri Norra- ella Noregssmittuni. Arbeiðsmenn í hópatali fara til Norra, ja Norra, at vinna sær til lívsins upphald í Førjun, ja Førjun, har tey snakka førist. Sådan er tæ. Ikki bara í privata vinnulívinum, men eisini í framherjandi privatu ítróttini, dribla tey í dag við Norra. Í talu verða nógv orð og heiti brúkt, uttan at hin talandi gevur sær stórvegis far um, hvat er rætt, ella bara borðbart til givna høvið. Og soleiðis hevur verið og fer ivaleyst framhaldandi at vera í øllum heimsins málum. Høgur og lágur stílur, og natúrligt ósamsvar millum talaða og skrivaða orðið. Á Læraraskúlanum í fýrsunum, sum onkur rópar áttitárini, segði føroysktlærarin, at tað var blaðstjórin á Tíðindablaðnum