Teldutala 25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs . Tá hevur móðurmálsdagurin verið hildin. Men í ár var hesin dagur Langi fríggjadagur, og móðurmálsdagurin er tí settur til seinasta dag í mars, hósdagin 31. mars klokkan 19:00. Nám, ið er ein av fyrireikarunum, hevur á undirvísingarportalinum Snar heitt á skúlar í landinum, at leggja sær móðurmálsdagin í geyma. Ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um tey viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. Á undirvísingarportalinum Snar verður í ár gjørt vart við enska ávirkan í móðurmálinum . Sagt verður, at fyrr var vanligt at hefta seg mest við danismur í føroyskum máli. Í dag tykist sum um angulsaksisk ávirkan hevur tikið henda leiklut. Í miðlunum er alt vanligari at hoyra ensk orð og vendingar, serliga tá ið ung hava orðið. Í stuttfilminum Sigarett (2010) hjá Heiðriki á Heygum sigur hann: “Eg eri út