Var tað ikki fyri ein holocaust yvirlivara, so var 44 ára gamli forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, ikki til. Tí er løgið, at russiski nýdespoturin, Vladimir Putin, velur at leggja so hart út við nazikortinum, fyrst at verja egnar russar, sum hann sigur vera fyri fólkadrápi, genocide , sum í nazitíðini, har eysturi í Ukraina, og síðan sjálvur í talum til allan heimin at karaktermyrða ukrainska forsetan og hansara fólk í Kyjiv sum nazistar og narkomanar. Og varð tað ikki nóg mikið, so eru í ár 90 ár síðan klassiski despoturin, Josef Stalin, setti holodomor , hungurðsmorð, í verk í Ukraina, at breyðføða egnar hermenn. Hesin skipaði kornstuldur úr Ukraina elvdi til hungursneyð, sum kostaði í minsta lagi hálvari fjórðu millión ukrainum lívið, og síðan hevur verðið rópt holodomor, sum uppslagið omanfyri úr Collins Dictionary sigur. Og var tað ikki fyri walisiska journalistin Gareth Jones (1905-1935), sum doyði 29 ára gamal í innara Mongolia, so varð ikki grett um søguligu valdsgerði