Skip to main content

Posts

Showing posts with the label politikkur

Trúgv er blivin tað nýggja svarta í hvíta USA

ChatGPT gjørdi myndina eftir at hava lisið tekstin niðanfyri Trigger-happy er eitt hugtak, ið kom til mín um páskirnar. Síðan eg fór at skrivað blogg, síggi eg í teljaranum, at í tveimum førum havi eg brúkt hetta enska orð. Í 2022 í tekstinum undir yvirskriftini "Vit eru samsek í Holodomor" , og í 2016 í yvirskriftini "With God On Their Trigger Happy Side" . Orsøkin til júst henda seinna bloggin var, at bønarmaðurin Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy, tá var í Føroyum og savnaði trítúsund fólk at hoyra gleðiboðskapin. Stutt eftir var kristni amerikanski sangarin, Larry Gatlin, sum tá sang "An American With A Remington", eisini her og sang fyri fáum á møti í Kelduni. Teir eru báðir, Franklin og Larry, við í amerikanska Landsbyrsufelagnum, American Rifle Association, sum sæst omanfyri. Sitandi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, ytst til vinstru, er nú eisini í stríði við eina meinigheit, tí hóast hann ongantíð hevur gingið har, brúkar hann...

Páskaheilsan frá Trump til Bruce

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur á egna miðilinum Truth Social, at The Boss, Bruce Springsteen, sær út sum ein turka sviska, ið hevur fingið ringa viðferð frá plastikkskurðlæknanum.  Nú er langi fríggjadagur, tá øll binda frið og bíða eftir páskadegi, sum boðar øllum kristnum frá nýggjari vón.  Hvørji menniskjanslig og sálarfrøðilig grundsjónarmið síggja vit í orðunum hjá amerikanska forsetanum, tá vit bera saman við allar sangir og virksemið hjá amerikanska sangaranum, sum hann leggur eftir?  Hetta var nett spurningurin, eg setti vitlíkinum hjá Microsoft, Copilot, og niðanfyri er útgreinaða svarið. Svarið frá Copilot byrjar soleiðis: Her er ein greið og rólig greining, sum tekur støði í tí, tú hevur lisið á VP.fo , men eisini í tí psykologiska og menniskjansliga landslagnum, sum slík útsøgn hjá einum forseta setir í gongd, serliga tá hon verður borin saman við lívsverkið og sangunum hjá Bruce Springsteen. 🌿 Menniskjanslig og sálarfrøðilig sjónarmið í úts...

Nýggjur politiskur flokkur stovnaður

Pesach flokkurin, sum hevur verið undir stovnan í eina tíð, og er í dag endaliga stovnaður við 11.000 undirskriftum.  Í dag byrjar jødiska høgtíðin pesach, sum kann berast saman við okkara páskahøgtíð.  - Tí er hóskandi at lýsa okkara nýstovnaða flokk í dag, sigur talskvinnan, sum á middegi fer at kalla inn til tíðindafund á Tinghúsvøllinum.  Setanarrøða verður stroymd av ísraelsku sendustovuni, til áhoyrarar á vøllinum frammanfyri tinghúsið, har veittrað verður við ísraelska flagginum til sólsetur.  - Tað er eingin loyna, at viðhaldsfólk Ísraels eru mong og standa saman í øllum í Føroyum, nú vit stovna Pesach flokkin. Tí er hetta eitt bønarsvar, sigur talskvinnan á stovningardegnum.  Eftir sendifólkið í Ísrael, fara Ísraelsvinir og hebráiska brøðralagið at røða, og at enda fáa viðhaldsfólk hjá palestinum í miðeysturi orðið, at siga frá um nýggju lógina í Knesset um rættin at flyta palestinar fram í herligheitina.

Jerúsalem - týdningarmesti býur

  Hóast religiónir ikki hava ein høvuðsstað á sama hátt sum jarðisk lond, er Jerúsalem ein av heimsins týdningarmestu heilagu býum hjá fleiri stórum religiónum.  Jerúsalem er heilagasti býur í jødadómi, ein av týdningarmestu býum í kristindómi og umframt Mekka og Medina, hin heilagasti býur í islam.  Ísrael sigur, at Jerúsalem er høvuðsstaður landsins, og palestinarar síggja Eystur-Jerúsalem sum høvuðsstað í einum framtíðar palestinskum landi. Eitt heilt uppslag er í føroyska skúlaatlasinum frá 2014, sum viðger hesi viðurskifti undir yvirskriftini Miðeysturmálið. Fyri fyrstu ferð í øldir hendi tað í dag, pálmasunnudag, at ísraelska løgreglan tók sær rættin at forða fólki at sleppa í kirkju í teirri heilagu Gravarkirkjuni, kirkjuni við heilagu grøvini, Church of the Holy Sepulchre.  Macron í Fraklandi og Meloni í Italia eru millum tey mongu, sum hava mótmælt: Eitt alment skriv, sum í hesum sambandi hevur verið frammi allan dag, er hetta: Felags Fráboðan frá Latíns...

At hyggja í skerm

Løgtingsvalið er av og miðlarnir hava gjørt sítt, at kunna okkum øll um forsagnir, viðmerkingar so hvørt, og vitjandi innsløg hjá teim valdu. Framúr avrik, sum hvørja ferð skapa nýggj úttrykk og nýggjar møguleikar hjá teim uppstillaðu og okkum brúkarum, eygleiðarum og veljarum. Nýggi miðilin eg varnaðist til hetta løgtingsvalið var biograflýsingin hjá Sunnva Dahl Høgfeldt. Og so var eg ein túr inni í Bitanum í Steinatúni, har Tjóðveldi bjóðaði nýflogið skerpikjøt við tyrluni úr Dímun. Gott prát, gott kaffi og góð útsikt. Havi ikki fyrr sett meg inn millum líkasinnaði, tí mær hevur ikki dámt at gera tað. Líkaso samhugað tað er fyri okkum líkasinnaðu, líkaso mansuppdekkandi er tað fyri tey, sum eru uttanfyri, men tó kundu hugsað sær at komi inn at vita, hvat fyriferst inni her. Soleiðis er við øllum losjufelagsskapum og teim, sum longu syngja í sama kóri. Tað dregur á bæði. Attraktivt og frástoytandi. Hvar er markið fyri at prædika til kórið og halda hini úti. Annars var alt tað sama v...

Vit liva í óhugnaligum tíðum

  Meðan bakmenn úr okkara egna ríki verða funnir sekir í søguliga stórum rúsevnamálum, ið oyðileggja nógv ung lív í ævir, verður skuldin fyri øll brotsverk varpa á muslimar. Teir eru hvørki ákærdir ella funnir sekir, tí teir eru slettis ikki til her. Giti, tað eru múgvandi bakmenn, ið keða seg so mikið, at teir vilja hava ein rús, og lokka ungar menn at smugla um markið við lyfti afturfyri, at skora lívsins stóra vinning. Tað er freisting, sum eingin kann standa fyri. Lokkaður í felluna og dømdur í fongsul í fleiri ár. Eitt nýbyrjað lív oyðilagt av pengasterkum monnum, sum í berum keðsemi ikki vita sær annað, enn rúsin. Allíkavæl hava vit hesa hondføstu projisering alla staðni í samfelagnum, so hondføst, at hon nú er eitt arbeiðsfelt hjá ídnum politikarum. Undirtøkan er fenomenal, kanska tí vit vilja keypa okkum avlát, ella bara síggja prikið í eini fíggindamynd, sum eingin kann greiða, sprottin av einum skúla, ið einoygt og øllum lutum byggir á kristnu trúnna. Eitt lættkey...

Mentan og list knýta okkum saman innanífrá

Ikki fyrr enn í hesi vikuni er mentan og list sett á skránna, tí onkrir hissini fundir eru lýstir at vera upp undir løgtingsvalið hósdagin. Tá fyrstu politisku tekstir sóust, sá eg bara í einum føri, at mentan varð nevnd sum eitt sjónligt aktiv í valorrustuni, sum nú er í endafasuni.  Í mínum fyrsta bloggi um løgtingsvalið, har eg til fánýtis sóknaðist eftir júst politiskum útmeldingum um mentan og list, var Rakul í Gerðinum , omanfyri, í Vestmanna á Tjóðveldislistanum hin einasta, eg fann. Gamaní sá eg, at Javnaðarflokkurin hevði nokk so fitt um mentan í teirra valskrá, men eg havi ikki lagt til merkis, at nakað valevni hevur brúkt mentan og list í valtalum og teksti.  Heldur ikki miðlarnir hava sett mentan og list á skránna, ivaleyst tí, at hesi evni verða metta at hava avmarkaðan áhuga, avmarkaðar veljarar og avmarkaða játtan. Her liggur ein tung ábyrgd hjá aldrandi mentapolitikarum. Tí spurdi eg ungu Rakul, hví hon so sjónliga hevur valt at satsa uppá mentan til hetta løgt...

Yngsti løgmaður og nýggi hvassi maðurin

Fyrst í sendingini í Andgletti í dag er Beinir Johannessen ikki nóg greiður og politiskt miðvísur, men hann lukkast at venda setninginum "at vita best". So kemur hann, ið pr definitón veit best, og tí forskattaði pensjónina, Jørgin Niclasen. Árni Skaale er hann, sum í dagsins sending veit næstbest um skatting í hesum flokki, sum í mínum optikki er so morðgírigur, flokkurin, at hann ikki unnir nøkrum tað svarta undan neglini, og eg júst av hesi orsøk altíð havi hildið verið hin besta at koma við fíggjarmálaráðharranum, tí hann er so materiellur, at alt er um at gera at sita tungt á kistulokinum. Men nú er hann, í hvussu er Jørgin, komin til eitt mark, sum næsta ár sigst fer at verða uppbrúkt, forskatting av pensjónunum. Nýggi maðurin á Fólkaflokslistanum, Fróði Magnussen, sum í gjár slepti eini innanflokku bumbu, sum kom út í almenningin og beinanvegin brast í hondini á øllum  – skeiva avgerðin hjá Jørgini Niclassen at forskatta pensjónirnar í 2011 – slapp ikki við í sendingin...

Mentanarliga hongur ikki saman

Í morgun frættist í tíðindunum í Útvarpinum, at bókin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Marta Marta , er í uppskoti at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, sum er hin størsta á okkara leiðum. Til lukku við tí. Lítið meir enn eitt ár er umliðið, síðan ein mentastovnur bannaði hesa bók niður og norður, og føroyska deildin av einum tíggju millióna felagsskapi klagaði avgerðina til avvarandi landstýrismann. Hóast eg ikki veit, hvat bókmentunarliga úrvalsfólkið hevði at velja í, má eg bara siga, at onkuntíð kemur útlandið okkum til hjálpar. Ikki minst tá vit fara í biograf og síggja, hvør hevur stuðlað filmsgerðini, so hon náddi fram til tín í seinasta biografinum í landinum. Ja, seinasta biografinum í landinum. Mentanarliga hongur ikki saman í hesum landinum. Vit eru í einum valdysti til heimliga parlamentið, ja og tað danska eisini, men enn havi eg ikki hoyrt mentan tikna uppá tungu nakra staðni. Er tað trupult at skilja, so er at fara í biograf, og síggja hvussu niðarlaga og s...

Hvar fór mentanin?

Meðan Havnin á kommunalum pláni útmerkar seg við at spendera nýtt slitlag á Tórsbreyt, ja sanniliga, er sami mentanarligi greiddleiki ikki at síggja sum manifesterað støðutakan á landspláni, nú val er í hondum.  Mentanin, listin, tjóðpallur, filmur, mentanargrunnur og øll hin ríka rúgvan av útinnandi mentan, sum enn ikki er farin á savn, sæst ikki hjá valevnum, uppsløgum og flokkum, sum ganga okkara millum og hoyrast í miðlunum.  Bara í einum føri, hjá Rakul úr Vestmanna á listanum hjá Tjóðveldi, havi eg sæð nøkur fá orð um mentan. Annars er øskukalt, hvat mentan viðvíkur til hetta valið.  Uppsløgini og valplakatirnar minna mest um meklarar og húsaseljarar, sum uppá teirra glatta andlit selja eitthvørt og navnið stendur á plakatini, vilt tú flyta og keypa nýggjan bústað.  Politiska valið er blivið eitt persónfikserað visittkort púra uttan politiska dýpd, perspektiv og ætlan, sum tað var fyrr í gongugøtuni í Havn, har fólk savnaðust at lesa og kjakast um útsøgnirnar í...

Tá tú verður boðin at biðja

  Nú eru trýogfjøruti dagar til bønartiltakið, eg varð boðin til, byrjar. Á hotelli saman við øðrum úr nógvum londum. Prísurin er nítjanhundrað og fimmhálvfems krónur. Tú kanst innkvartera teg við eini promokotu og so kanst tú eisini donera. Hugsi eina løtu um nýru og gøgn á altjóða marknaðinum, men skilji, at tað eru pengar, eg kann donera. Fái at vita, at hetta er eitt týdningarmikið átak við atliti á at menna sambond og samstarv millum jødar og kristin. Mín luttøka hevur týdning, tí hon kann vera við til at styrkja sambandið við bæði Ísrael og vinir Ísraels í einum avgerandi tíðarskeiði í søgu Ísraels. Tað eru fólk úr somu ættarbygd, sum eg, ið vísa mær á tiltakið. Kanska átti eg at fari, nú tíðin er til tað. Tað var jú her, at fakfelagsrørslan byrjaði, hond í hond við átrúnað, vinnulív og besta tónleik. Víkin er opin fyri bøn. Men hetta er ikki júst templið, mær varð forkynnað úr Nýggja Testamenti, heldur fakfelagsráðgevin, sum undir mínari lið vísir á sosialistisku karma...

Altíð óstøðugt

  Leygardagin helt danski høvundurin og journalisturin, Samuel Rachlin, talu á Torradøgum í Klaksvík. Hann er 79 ára gamal og hevur upplivað meir enn tey flestu. Bara navnagávan, foreldrini itu Israel og Rachel, avdúkar jødiska sambandið, og so at verða tikin úr Litava og flutt móti teirra vilja til Sibiria, og sum tíggju ára gamal enda í Danmark, er ein bakgrund, vit sjálvdan raka við á einum almennum tiltaki, sum ikki hevur missionerandi endamál at stuðla upp undir og verða hjáputur hjá troyttum livibreyðspolitikarum herheima, ella fyri tann saks skuld í øðrum londum og parlamentum, uttan at nevna nakran við navni. Fyri mær at síggja var tiltakið í Klaksvík leyst av øllum tílíkum bondum og ætlanum. Talarin, sum hevði skrivað sær eitt essay á leparnar, var hugtikin av náttúruni og sýninum úr nýggja Húsarhaldsskúlanum, sum hevur fingið navnið Rótin. Fult hús var, eg sat næstaftast, og í næsta rúmi gjørdu blásarar klárt til eitt tiltak við sálmum, so í harða akustikkinum mátti...

Tá maktin flýgur undir radaranum

Myndin av Mary er brúkt við loyvi til mín egna blogg Seinastu dagarnar hava tríggjar fakfelagskvinnur, Mary Antonsdóttir, Sanna á Løgmansbø og Óluva í Gong, og nú eisini lærarafelagsformaðurin, Jacob Eli S. Olsen, frábiðið sær at verða umboðað í lønarsamráðingum av øðrum áhugapørtum, sum tey onga avtalu hava við. Tað eru greiðu Kringvarpsboðini. Tað er sum at fáa ein heimligan forsmakk av nýggja heimildarfilminum Orwell 2+2=5 , har leikstjórin tekur lýsandi dømi úr okkara tíð. Mest ræðandi filmur í ár, sigur ummælarin hjá Rolling Stone. Hvat skal man gera annað, enn at spyrja vitlíkið, nú tað ikki bara er ein varisligur varhugi, men eitt hondfast faktum, at vit ikki bara skulu finna okkum í at liva í einum stættarsamfelag, har lívsuppgávan er, alt av náði arbeiðsgevarans, at finna tína hyll, men at nú hevur Starvsfelagið eisini avdúkað, at til eru sosialiseringsagentar, tólv í tali, ið hava sum lívsendamál, ikki bara at halda fast um stættarsamfelagið, men at styrkja, spjaða og s...

Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?

Í dag er holocaustdagur, altjóða dagur til minnis um, at henda dag í 1945 fann og fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk, sum enn vóru á lívi í Auschwitzleguni. Norska minnistalvan sigur, at bara á hesum stað varð hálv onnur millión dripin. Skrivað stendur: «Altid la dette sted vare et rop av fortvilelse og et varsel til menneskeheten, hvor nazistene myrdet omkring halvannen million menn, kvinner og barn, hovedsalig jøder fra flere land i Europa. Auschwitz-Birkenau 1940-1945.» Krígsárini varð ein triðingur av jødiska fólkinum í okkara heimsparti, seks milliónir - og onnur ótald, sum eisini vórðu forfylgd - strikað, tileinkisgjørd, týnd og útruddað, ikki fyri nakað, tey høvdu gjørt, men fyri nakað tey vóru. Myndirnar tók eg í Auschwitz á sumri í 2023, har munkar, lesandi og heilt vanlig ferðafólk møttust í tí, sum eftir er av miðevropeiska villfarilsinum at rudda út tey, ið ikki hóskaðu inn í røttu myndina, sum tá var, av etableraðum dannilsi í koman...

Fótbóltsfundur hjá Trump

Vitlíkið hjá Microsoft, Copilot, er sum ein granni, tú møtir í túninum. Í morgun avráddu vit báðir at fara inn til Trump, har hann í Hvítu Húsunum hevur fund við ES og evropeisku ríkisleiðararnar um heimsmeistarakappingina í fótbólti fyri menn, sum Trump sjálvur er vertur fyri í summar.  Infantino av Blankaskalla fekk eg ikki við á myndina, hóast hann í samtykkjandi infantiliteti gav Trump eina friðarheiðursløn, sum norski Støre og Nobelnevndin ikki megnaði. Guðviti, hvat hevði hent um forsetin ikki fekk nakað gylt í hondina. Spyrji vitlíkið, hvat hevði hent, um ES og evropeisku ríkisleiðararnir tóku heimsmeistarakappingina í mansfótbólti frá Trump og fluttu hana til Grønlands og Danmark? - Ein spennandi, og rættiliga dramatisk, hypotetisk støða, Birgir. Eg kann gott lýsa, hvat kundi hent í einum slíkum altjóða rumbli, uttan at taka støðu til nakran politiskan persón, svarar vitlíkið og útgreinar við ikoniskum ímyndum fyri hvønn lýsandi samandrátt: ⚽🌍 Um ES royndi at taka HM fr...

Klakørar

  Havi leitað í orðabókini, um nakað føroyskt orð er fyri "klakør", ið Orðabókagrunnurin lýsir sum forklappari, klappingarfólk (í sjónleikarhúsi, leigaður av høvundinum el. teimum leikandi) . Eftir hesa mynd og reportasju frá Degi og Viku mánakvøldið, sum stavar frá pressufundi hjá Donald Trump umborð á amerikanska forsetaflogfarinum Airforce One, hevur tankin um stramt stýrt klakør-virksemi , heilt inn í okkara egnu stovur, upptikið meg. Eru vit stýrd av klakørum? Bókarøðirnar og sjónvarpssendingarnar, sum halda okkum føstum í fatanini av, at einki land ella mentan hevur sum Amerika hersett okkara hugmyndir og tankar stuttar ella langar, grunnar sum djúpar, undir eygnalokunum og millum oyruni. Filmsleikarar og tónleikarar, sum standa á mínum hillum, hava øll rót í USA og amerikanskum viðurskiftum. Alt stavar hagani. Men hvørjir eru teir báðir til vinstru á myndini omanfyri, sum eru orsøkin til, at eg hugsi um klakørar og ryggklapparar í einum pallsettum leiki, har mi...