Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2018

Filmslandið Føroyar skal á breddan

Tað var ein fegin formaður í stýrinum fyri Filmshusið, Jan Berg Jørgensen, sum í dag bjóðaði vælkomin til móttøku á aðru hædd í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á Vestaru Bryggju. Orsøkin var, at nú eru dyrnar latnar upp fyri almenninginum, og stjórin, Tina í Dali Wagner, sum varð sett í starv 1. mars, tekur ímóti. Tina er donsk, og hevur í mong ár staðið á odda fyri eftirútbúgvingini á Den Danske Filmskole, har hon hevur starvast í 25 ár. Tina hevur skipað fyri skeiðum, seminarum og workshops fyri donskum og norðurlendskum filmsfólkum. Saman við stýrinum fyri Filmshúsið skal Tina seta Føroyar á heimskortið sum filmsland. Hvørki meir ella minni. Flestu varnast helst millumnavnið í Dali . Tað er frá manninum, Jonas í Dali Wagner, sum er av føroysku ættini í Dali. Jonas fæst eisini við film, skrivar handrit, teknar og klippur. - Tina í Dali Wagner er júst tað, vit hava leitað eftir. Hon er fakliga sterk, hevur eitt breitt netverk og eina persónligheit og eitt ág

Amerikanskir fotovinir

So fóru tey øll avstað, amerikansku fotografarnir, sum hava havt verkstovu, photo workshop, á Hotel Føroyum, í tveimum fólkavognsbussum, ið hómast í ovara høgra horni, og annars úti um alt landið í tíggju dagar. - Hetta verður eitt afturvenda fotoparadís hesa ársins tíð, hvørt ár, siga tey. Ivaleyst eru tey bestu sendifólk, vit kunnu fáa, tá umræður at gera vart við fotolistarligu møguleikarnar í sterka og støðugt skiftandi ljósinum kring oyggjarnar hesa ársins tíð við skiftandi veðurlagi, har tey serliga hildu tað vera stuttligt at hoyra poetisku veðurforsøgnirnar. Tey eru frá vinstru og runt eftir klokkuni Robyn Jorde, ferðaleiðarin Bill Schwab, David Brown, Carol Chu, Kerik Kouklis, Steve Hanrahan, Carol Dows Kouklis, Karen Williams, Jim Collum og eg sum sjálvsufremjari við iFonini. Onkur var farin til Suðuroyar í triggjar dagar. Ljósið var skiftandi í dag, frá tí gráliga og kalliga til blábjartan himin við summarsól, tá vit søgdu farvæl eftir ein lunsj bita á Irish Pub. Tað

Wim Wenders í Filmsfelagnum

Jan Berg Jørgensen, formaður í Filmshúsinum, Wim Wenders, leikstjóri, Guðrið Højgaard stjóri í Visit Faroe Islands og Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum  Nógv umrøddi filmurin hjá kenda týska leikstjóranum, Wim Wenders (f.1945), kemur nú til Føroya. Umframt okkum, eru tað bara sviar, ið vilja síggja filmin. Tað sigur norðurlendska fyritøkan Scanbox, sum leigar film út til biografar á okkara leiðum. Heitið á nýggja Wenders-filminum er Submergence , sum umframt at verða tikin upp í Føroyum, eisini er upptikin í Týsklandi, Fraklandi, Spania og Djibouti. Føroyar fara at skína - Føroyar fara at skína við grønsku mitt millum brennandi og deyðsmerkta heita oyðimarkarsandin í Djibouti, har James McAvoy er innilæstur fangi, og kalda bláa havið, har Alicia Vikander kavar og granskar lívið í sjónum. Soleiðis segði leikstjórin Wim Wenders, tá eg hitti hann á tíðindafundi á Hotel Føroyum 3. august í 2016. Jan Berg Jørgensen, formaður í Filmshúsinum, ið varð knýttur at før

Flaggdagur í Havn

Í skiftandi veðri frá sól til regn skipaði Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn, har Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og lærari á Glasir, helt røðu, sum er endurgivin longur niðri á blogginum. Hornorkestrið og skótarnir gingu sum vant úr Kommunuskúlagarðinum oman á Vaglið. Henda hátíðardag verður Merkið vundið á stong, og vit minnast, at bretar viðurkendu Merkið tann 25. apríl í 1940 sum tjóðmerki føroyinga, sigur heimasíðan hjá kommununi. Siðvenjan við flaggdagshaldi á Vaglinum, sum vit kenna tað, hevur verið fastur táttur á hvørjum ári síðani 1947. Seinastu árini hava Føroya Ellisakfør havt framsýning við sjáldsamum bilum og motorsúkklum í Tórsgøtu. Í ár helt Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og lærari á Glasir, flaggdagsrøðuna, sum er endurgvin niðanfyri. Góðu áhoyrarar Uppá nógvar mátar er tað løgið, at vit enn halda flaggdag. Vit liva í einum altjóðagjørdum heimi. Vit brúka fleiri tímar hvønn einasta dag á alnótini. Vit eru bitin av