Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2013

Páskasøga um egg og hønur

Páskabloggarin í Christiansfeld, har fólk verða grivin standandi, upp og niður Páskir venda aftur á hvørjum ári. Í hvussu er øll tey ár, ið eru okkum unt. Páskamorgun fann eg henda gamla blogg, sum eg langt síðani hevði gloymt. Vónandi hevur lesarin eisini gjørt tað. Gloymt hann. Tí nú fari eg at endirprenta hann í tykisheimi, ein gamlan Skírisblogg við enn eldri myndum: Eftir fjøruti kjøtleysar dagar í oyðu og niðu er kristna hátíðin aftur yvir okkum. Hátíðin, tá vit í hástemtari tungulist og prangandi myndum minnast krossfesting og uppreisn, við íbygdum gleðiboðskapi. Gleðiboðskapi um at deyðin er ikki endin, men at lívið sigrar á seinasta fíggindanum, broddleysa deyðanum. Fyrr í dybildagavikuni sá eg filmin Defamation (Yoav Shamir 2009) um antisemitismu. Í dag, skírhósdag, sá eg filmin Blandt brødre og søstre (Halfdan Muurholm 2007) um brøðrasamkomuna í Christiansfeld, haðani myndirnar eru. Áhugavert við religiøsum forsamlingum og hvussu tær verða sæddar og síggja s

Klippfisk til øll

Í døgunum 1. til 10. apríl fáa føroyingar ein forkunnugan møguleika at vera vitni til føroyska filmslist, soleiðis, sum hon skal njótast. Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen, sum dagliga starvast á filmsverksmiðjuni Klippfisk, hava tikið stig til at savna saman 8 føroyskar filmsframleiðslur, allar framleiddar innan seinasta árið. Í tíðindaskrivi frá Klipfisk verður sagt, at føroyska filmslistin virkar innan sera avmarkaðar karmar, og hjá evnaríku og eldhugaðu framleiðarunum er tað flest altíð hugurin, ið drívur verkið. Hetta viðførir, at tað sjáldan er fíggjarligt grundarlag fyri at sýna tað, ið verður framleitt, í biografum ella tí, sum líkist. Maria og Rógvi hava tískil gjørt av, at tíðin er búgvin at sýna fram tað, sum kreftirnar innan fakið hava at bjóða. Tey fara at ferðast kring landið at seta karmarnar til eitt biografkvøld upp, har fólk kunnu keypa atgongumerki til at síggja hesar 8 filmarnar, sum eru ymiskir í longd, tema og framleiðsluhátti. Ferðaætlanin sær sol

Skírhósdagur á fjøllum

Hesa ársins tíð er tað sum amen í kirkjuni, at Jón Kragesteen bjóðar til gongutúr í Suðurstreymoy at fagna várinum. Hetta er trettandi túrurin og eitt brot úr innbjóðingin ljóðar soleiðis: "Nú munnu fá støð vera eftir í Suðurstreymoy, har vit ikki hava verið. Men tó so, onkur hevur skotið upp, at ganga av Norðradalsskarði suðureftir niðan á Stiðjafjall, har nøkur áhugaverd støð eru. Vit møtast tí á Neytaskarði (Norðradalsskarði) kl. 10 skírisdag 28. mars 2013" Úr øllum ættum koma fólk í bili, bæði børn og vaksin. Ætlanin er at ganga runt og koma aftur á Neytaskarð, har bilarnir standa. Her møtast gamlir kenningar, sum eitt nú Sigurd Poulsen og Dan Lamhauge, sum helst tosa um gamlar dagar á Argjum og har um leiðir.   So fara vit øll niðan brekkuna móti Stiðjafalli, sum sæst longst burturi. Í ryggsekkinum hava summi træsprek til bálið, tá vit fara at steðga at eta.   Í byrjanini ganga vit eftir rossagøtuni, og tí møta vit rímiligvís reiðfólk

Skírhósdagur

Í morgin er skírhósdagur. Við støði í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni verður kjakast á Facebook, um tað eitir skírisdagur, skírishósdagur, skertisdagur, sjertisdagur, ella skertórsdagur. Ikki tí, øll hesi boð eru til skjals í gomlum bókum og skjølum kring landið. Men í nýggjastu kristnibókini, Kristni 5 , sum Nám hevur givið út, verður bygt á orðabókina hjá Orðabókagrunninum. Í hesi almennu orðabókini, sum allir skúlar brúka umvegis Snar og Sprotan, er einasta heiti fyri dagin í morgin skírhósdagur : Av somu orsøk hava høvundur, ritstjórar og rættlesarar hildið seg til hetta eina heitið: skírhósdagur . Í kapitlinum Páskavikan verður greitt frá um allar dagar í vikuni. Ingi Sørensen, kavari og kendur úr sjónvarpssendingunum Fólksins Rødd , hevur tikið permumyndina á nýggju kristnibókini til fimta flokk. Høvundur er Jón Magnus Joensen lærari og kirkjuorganistur. Næsta bókin frá hansara hond, Kristni 6 , kemur í summar.

Brostin skelti

Eitt er at fjøllini standa úti, so sum Jóanes Nielsen yrkti og Orka sveipti í dukandi trummur. Eisini Jesaja yrkti um fjøll. Og um vegir eisini: Yvir hvørt fjall geri eg veg og hækki hvørja gøtu, letur hann guddómin siga. Og so varnaðist eg spennandi ungdómsbloggin við heitinum Fjøllini dansa. Eina løtu í dag kundi hugsast, at tey øll arbeiddu hjá Landsverki, har Oyggjarvegurin er hægstur. Skrivaðu á asfaltið og tóku fepurin í fjøllunum, nú skeltini brustu lognu í dymbildagavikuni. Hvør er leiðin, har eingi skelti vísa og bara litter speglast í vatninum?

Norrønur harrafrokostur

Leygardagin møttust vit floksfelagar, Hans, Jógvan, Jóhan Petur, Martin og eg. Norðurlandadagur var og heimastýrislógin fylti 65. Hesi ytru viðurskifti sluppu at seta karmin um ein várligan harrafrokost við mati og mentan í Havn ein heilan leygardag. Vit byrjaðu í Tórsbyrgi við føroyskum laksi og brotbreyði, og eini røð av várbjóri frá Okkara og Føroya Bjór. Semja var um at Føroya Bjór var í øllum førum tað streymlinjaða altjóða ølið, meðan Okkara stóð fyri tí markanta smakkinum, sum onkuntíð ikki fekst bilbukt við, og í Kellingaførini ikki hóvaði nøkrum. Besta bjórin var Brandan, sum fekk viðmerkingarnar myrk og markant, lakresrót av Apotekinum, gott skúm, langan góðan eftirsmakk. Eftir máltíðina við laksi, bjóri og norðurlendskum tónleiki við Rocking Ghosts, gingu vit niðan á Háls at bowla. Eftir kappingina í Bowlinghøllini kundu vit enn einaferð tendra Spotify og sanna at Everyone is a Winner. Niðri í Gundadali er blivi opnari, nú tey brøtt