Veit ikki, hvussu vanligt tað er, at fáa eina gøtu uppkallaða eftir sær, meðan mann enn er á lívi og gongur somu gøtu. Kanska er tað eindømi. Veit ikki. Men ein heiður er tað, at eitt blátt offisielt gøtunavnaskelti ber títt navn, hóast gøtan er gongugøta og ikki ætlað bilum. Bara tað er í sær sjálvum eitt steytment, býrt tú í Havn. Tað er útvarpsmaðurin, Høgni Djurhuus, sum hevur fingið henda heiður. Hann býr á Berjabrekku og hevur arbeitt í Útvarpinum síðan síðst í áttatiárunum. Tí hevur hann gingið hesu leið, oman og niðan. Seinasti partur av gongugøtuni er akkurát gjørdur. Ørminnist, at ein klumma gjørdi vart við, at nakrir metrar manglaðu. Nú styttir lidna gøtan leiðina til arbeiðis rættiliga nógv. Haldi, vit møttust á kvøldskúlaskeiði úti á Læraraskúlanum um miðlar og samskifti ein vetur mitt í áttatiárunum. Tá hevði hann verið journalistur á Fjúrtinda og Sosialium. Fyrsta hálvár í 89 samskipaði hann fyri Filmsfelagið eina norðurlendska filmstevnu við 130 professionellum útlen