Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tøkni

Hvat hevur tú opið fyri Copilot?

  Tóri Slættalíð, sum er námslektari í kt-didaktikki og støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at brúki eg Edge-kagan á telduni, so fái eg atgongd til Copilot á síðupanelinum. Men tá fær kjattbotturin eisini atgongd til ymiskt, sum er opið á síðuni. Fyri aðru ferð havi eg eftir stuttari tíð lagt til merkis, at Copilot, sær, hvat eg havi opið á skíggjanum. Tað ljóðar sum tann reina paranoia og ein óskrivaður kapitil í framtíðarsøguni 1984 um Big Brother. Men nú er veruleikin lendur her og innlagdur í telduna hjá mær. Á góðum føroyskum sær Copilot, hvat eg leiti eftir, og hvat eg síggi í kaganum framman fyri mær beint nú. Fyrra dømið er, tá eg á Wikipedia leiti eftir Emmanuel Todd. Seinna dømið er, tá eg á sama staði, Wikipedia, beri saman Judit Butler og Frantz Fanon. Eg havi í báðum førum strikað undir við reyðum, omanfyri og niðanfyri, har Copilot sigur seg síggja, hvat eg havi opið á telduskíggjanum. Ein nýggj bókasavnstænasta. Effektiv, men eitt sindur óunnilig. Og eg vei...

Tá vitlíkið ger innrás

Emmanuel Todd (Wikipedia) Í dag, nú árið rennir út, fekk eg ein fyrilestur í mín innbakka um, hví vit skulu halda við Putin, ið sum Páll púra einsamallur stríðist við lívinum sum innsatsi, altíð árvakin at bjarga Ukraina og øllum ukrainum í verðini, undirmenniskjunum, sum Stalin svøltaði, so hermenn hansara kundu fáa stuldursføði árini 1932-33, tá fólkadrápið Holodomor fór fram.  Av tilvild varð tað uppdagað, tá valisiski journalisturin, Gareth Jones, rendi seg í hendingarnar og kundi siga heimssamfelagnum frá um dokumenteraðu ógerðirnar.  Dokumentatión er alt. Fyrilesturin í innbakkanum er eitt enskt brot úr fronsku bókini hjá Emmanuel Todd, "Týndi Vesturheimurin", La défaite de l'Occident (2024), har sagt verður, hvussu protestantisma hevur tikið beinini undan avindustrialiseraða og nihilistiska vesturheiminum.  Tí er narrativið, at Putin longu hevur vunnið á Vesturheiminum.  Eftir er tí bara legitimerað rættvísgerð, sum Putin nú á fjórða ári starvast við, telj...

Rørpostur

Eftir døgurðatíðindini í dag spurdi eg vitlíkis hjálparin hjá Microsoft, Copilot, um filmin, har tey brúktu rørpost sum innanhýsis samskiftisamboð. Spurningurin var soljóðandi: - Hvat eitir filmurin har tey brúka rørpost sum samskifti? So kemur svarið og í triðja føri kemur filmurin, eg hugsaði um Brazil hjá Terry Gilliam frá 1985 við hesum vitlikisorðum á føroyskum: “Terry Gilliam’s dystopiska satira vísir eitt byrokratiskt samfelag, har rørspost og mekaniskar loysnir eru partur av dagligari samskifti.” Eg takk fyri svarið, hóast danski Olsenbandin ikki var við í svarlistanum, helst kendasta rørpostsamskiftið á okkara leiðum.  Men tað, sum aftur tók meg á bóli í dag, var, hvussu vitlíkistænastan Copilot mennist og virkar, ikki bara sum tænastuveitari, men sum persónligur ráðgevi, ið veit alt um spyrjaran. Og tá er upp til hvønn einstakan at fagnast ella ræðast um støðuna, sum er íkomin, tí her vendist ikki aftur. Tú ert ein talgildur identitetur, bygdur upp av algoritmum, ið ...

Vitlíki í eini villari dansitíð

Nei, hatta gert tú bara ikki, hatta er halgibrot, hugsi eg beinanvegin, eg síggi The Velvet Sundown á Abbey Road, mest fotograferaða vegi í London, síðan Beatles góvu út ellintu LP plátuna, hina seinastu í studio, og sum tók navnið á júst teirri gøtuni, hóast hin fyrr upptikna, Let it be, kom út árið eftir og legði lok á tað heila. Soleiðis eru rørslurnar, sum í foxtrot, endurtakandi og sirkulerandi, frameftir, til síðurnar og aftur har, alt byrjaði. Vitlíki hevur onga moralska kumpass, tí hóast mannaskapt og -fóðrað, er tað sum navnið sigur, úr líki mansins, vituliga sett saman, men aldri blivi til í menniskjansligum samstarvi. Tí tað er tilgjørt, sum í artificial. Dávur, starvsfelagin, og eg vendu hesum viðurskiftum afturvið morgunmatinum týsdagin, tá vit eta í felag. Ofta semjast við um tónleik í smakki og útrykki, sum Skyscraper hjá Underworld, serliga teimum, men eisini í funktión í samfelagnum, frá country til dansband, nú summarfestivalarnir eru yvir okkum. Okkurt identifis...

Vitlíki og journalistikkur

Við leysgangandi missilum, sum samstundis eru ríkastu oligarkar í heiminum, er tað ivaleyst ein ræðumynd hjá teim flestu, at hugsa tankan um eina samanrenning millum vitlíki og journalistikk. Tí hvørjum skal eg tá trúgva? Ella skal eg bara viðurkenna, at nú stendur allur journalistikkur fyri falli? At alt er til fals, bara tú eigur pengar? Tað er ikki bara eitt fjart stríð millum amerikansku pengamennirnar Elon Musk, 53, ið nú er ein av næstu monnum Trumps, og fremsta vitlíkismennara, Sam Altman, 39, sum er forstjóri í OpenAI og dropout frá Stanford. VG veit at siga , at í norska grannalandinum hevur privata amerikanska OpenAI gjørt avtalu við partafelagið Schibsted Media AS, sum umframt VG eisini eigur Aftenposten, Bergens Tidende, Stavanger Aftenblad, Aftonbladet, Svenska Dagbladet, E24, Shifter, podkastpallin Podme og tíðindatænastuna Omni. Norska partafelagið eigur eisini í gomlu kendu norsku og svensku tíðindastovunum, NTB og TT, umframt partafelagnum Lokalavisene og Polaris. Og í...

Hitapumpa er ársins orð

Hitapumpur í kubanska høvuðsstaðnum Havanna. Løgið, at eingin arkitektur hevur hugsað henda blásibjølg inn í veggin, so hann ikki sæst í fagurfrøðiligu framsíðuni.  Tí vakurt er tað ikki, handverkarainntrivið í akademiskt fagurfrøðiliga frontin hjá byggiharranum, sum gamaní er karibiskt sovjettiskur í hesum føri.  Heima, har eg búgvi, er hitapumpa heilt vist ársins orð. Uppá gott og ilt. Frá felags oljufýri síðan 1976 hava vit øll 36 húsini í undanfarna ári lagt um til egna hitapumpu, sum er sett á garðin. Ein útipartur og so ein innipartur, har felagshitin fyrr kom inn og yvirskotshiti fór út. Hitamiðstøðin, ið hevði savnandi heitið Orkulonin, hevur tænt sínum kollektiva endamáli, og nú eigur hvørt hús sína egnu – privatkapitalistisku, høvdu tey sagt í Kuba – hitapumpu, sum húsaeigarin hereftir sjálvur svarar fyri.  Broytingin flytir okkum fyri fyrstu ferð frá felagstankanum til tað individuella. Nú er kuldi í luftini og alt snurrar. Sjálvur eri eg spentur at seta meg á ...

Útvarpsendingar gjørdar uttanfyri ringvegin

At gera útvarpssendingar er krevjandi uppgáva at taka á seg. Einaferð taldi eg sendingar, eg sjálvur havi gjørt, og hvat tíðarskeið, tær fevndu um. Bleiv kløkkur, tá eg endað beint undir livialdrinum hjá Hank Williams, sum Oddbjørn hevur dyrkað. Og tá hevur tað verið lagaligt, tí øll árini havi eg búð í Havn, so eg kundi ganga, koyra ella súkla niðan í Útvarpið, og har fingið ein góðan teknikara, um tað so varð beinleiðis ella bandað sending.  Tá varð skilt millum talusending og tónleikasending, har hin fyrra bygdi á egnar upptøkur og samrøður við bandupptakara úti á feltinum, og í seinna førinum varð neyðugt at dúva uppá savnsfólk, sum funnu rætta tónleikin og legði hann kláran at brúka hjá teknikaranum í røttu sendistovuni. Og rosinan í pylsuendanum, samsýningin, varð altíð hon, eg bað um. Soleiðis var tað.  Hugsi, at meginparturin av árunum vóru háttaði soleiðis, at helvtin av skránni varð boðin út til afturvendandi frílansar at gera, so programmmedarbeiðarar kundu ganga va...

Samrøða við Taylor Swift

Tekstur úr samrøðu við vitlíkið Copilot Skúlanæmingar hava atgongd til amboðið Copilot, sum er partur av Microsoft, ið er á hvørjari teldu í føroyska skúlanum. Tað er gott, tí her kanst tú læra teg tað, sum journalistar kalla interviewteknikk, hvussu tú kanst byrja eina samrøðu og fáa informantin, tann tú tosar við, at greiða frá um viðurskifti, sum heimildarfólkið at byrja við kanska ikki vildi tosað við teg um.  Gevur tú tær tíð, kanst tú lata upp fyri einum truplum evni, sum neyvan nakar fæst at siga nakað um. Á henda hátt kanst tú skriva teg á botn um eitt evni, sum hevur tín áhuga.  Hetta er ein skrivivenjing, har tú skalt minnast til, at tað er ikki eitt menniskja, men ein maskina, tú tosar við, sum tá vit lofta við bóltum upp móti einum veggi. Komin á botn, finnir tú kanska títt alter ego. Tí tú stýrir kjakinum og tíðini. Tað er bara tín hugur og førleiki at skriva, sum er til staðar. Vitlíki fer at skriva nógvan tekst á netinum Fyri stuttum var eg á einum fyrilestri vi...

Google Translate

Fylgir tú til gerandis við í útlendskum skriftmiðlum, er tað stuttligt at seta nýggju føroysku Google Translate tænastuna á miðilin og fáa alt umsett til føroyskt. Sum frálíður kanst tú savna tær eitt heilt kompendium um ymisk evni, skuldi hugurin verið til tess. Men stuttligast er at minnast til, at í morgin er aftur ein dagur. Venur tú teg til at týða úr einum fremmandum mál, kanska serliga enskum, so verður tað ein sportur í sær sjálvum. Omanfyri havi eg umsett mína favortittavís, The Guardian, og biðið týðaratænastuna gera alla forsíðuna føroyska. Her havi eg funnið eina løgna BBC grein um svørt hol í rúmdini og eftir ongari løtu gjørt hana føroyska í Google maskinuni. Vert er at hava í huga, at tá umsetingar verða gjørdar við maskinum, kann henda at mannahond skal leggjast á hana, týðingina. Deutsche Welle, omanfyri, er ein av mínum favorittum um evropeisk aktuell evni. Her er tað Orban, sum fyrstu ferð vitjar í Ukraina, og niðanfyri skrivar franska Le Monde, um fyrsta valumfarið....

How to read Faroese

Thanks to Google Translate this already Google based blog now can be read in English and all other languages active in the service.  Just copy the blog's URL into the box 'Website' as shown above.  Then you can read one of the smallest languages, spoken by 55.000 people living in the Faroe Islands, in your way and your rhythm.  Please observe that errors can occur when the translation is made by a machine.  Enjoy the reading of four thousound Faroese blogposts written in nearly twenty years.

Føroyskt á Google Translate

Sum uppslagið hjá Google Translate sigur í morgun, er føroyskt nýtt mál, sum týðast kann í og úr í hesi heimsfevndu tænastu, sum gongur úr Mountain View í California. Tá The Google Book Project var í sving í Føroyum og Evropa, hildu vit ólavsøku har. Hann, sum skrivaði okkum inn í leitirisan, ið er næsti granni hjá NASA, æt Evensen, Kristoffer Evensen, búi í Dublin, er av norskari ætt og stóð til at arva ein seglbát frá foreldrunum, sum at De Fortapte Sillemenn, báturin altso. Kristoffer legði mær lag á, hvussu ymsar funkur kundu brúkast í einum bloggi, sum var og enn er á føroyskum. Tað var ein serstøk uppliving at verða boðin inn í mileterhemmiligheitina, Google, og har fáa eina nærum fysiska fatan av, hvat arbeiði er fyri nakað. Ein ógloymandi uppliving frá 2008, sum nú stóð ljóslivandi fyri mær, nú føroyskt mál í dag hevur fingið innivist í Google Translate. Her er slóðin til vitjanina hjá Google. 

Karina mennir kjattbottar

Starvsfelagin, Karina Toftegaard, arbeiðir við OpenAI, har hon sjálv hevur ment og sniðgivið ymsar kjattbottar, ella GPT'arar. Hon venur teir at leita í føroyskum tekstum og sum bottar at brúka eitt gott føroyskt mál, har setningsbygnaður og bendingar eru rættar tá teir verða spurdir.  - Millum annað hesar kjatbottarnar - ein Alisfróða, eina Náttúrufríðu, og ein sum eitur BirkBlog, sigur Karina og vísir mær úrslitini.  - BirkBlog-GPT brúkar tekstir frá Birkblog til at skriva kreativan tekst . Hann kann brúka stílin og málburðin frá Birkblog til at týða og at tillaga tekst og svara spurningum. Hetta arbeiðið fevnir um at menna, geva bottunum hóskandi data á føroyskum, og prompta teir væl, soleiðis at teir gera tað, sum eg vil hava teir at gera, sigur Karina við skíggjan.  Sum upphavsmaður til útvið fýratúsund bloggar á føroyskum í meir enn seytjan ár, fegnist eg um arbeiðið hjá Karinu, eitt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri framtíðar skúlaskap, tá umræður at fáa føroy...