Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2012

Rundan um Mikkjal, øðrumegin

Í ljómandi góðveðrinum á Hvítusunnu gekk eg runt um standmyndina, sum Hans Pauli Olsen (f.1957) gjørdi av sálmaskaldinum Mikkjali á Ryggi (1879-1956) í Miðvági. Standmyndin stendur uttan fyri barnaheimið hjá Mikkjali, í Beitinum kallað. Eftir at hava verið í gerð í tvey ár, varð hon avdúkað eftir guðstænastu í Miðvágs kirkju, hinumegin vegin, á Vestanstevnu í fjør. Standmyndin hjá Hans Paula myndar tvær opnar bøkur av gróti, við eini bronsumynd av Mikkjali á Ryggi í natúrligari stødd, vigandi á endanum, yvir móti kirkjuni, har bróður Hans Paula, Torbjørn Olsen, hevur málað altartalvuna og modellið er enn ein bróður, Marius Olsen, sum hin krossfesti Jesus (2000). Á standmyndina eru tekstir hjá Mikkjali prentaðir, summir við hansara hondskrift. Aftan fyri eru fuglamyndir úr Fuglabókini (1951). Hóast bygdavegurin klývur rúmligu upplivingina, er hetta ein hugfarslig standmynd at ganga rundan um á Hvítusunnu. Í hvus

Koltur í sól

Úti í Koltri er mangt at síggja og ikki minni at fjala, tá ein skal fotografera, ella fáa sær ein guv í durinum, meðan hini parlamentera undir vegginum. Á Gomlurætt setir Pól út í kortið, meðan Silja Star leggur at og Palli Lamhauge kastar endan í land, og sonurin, Jákup Andrias, er í stýrhúsinum. @Veðrið ar av tí fagrast henda summarmorgun í mai og fólk hugna sær í svalliga lotinum uppi á dekkinum, meðan vit strúka gjøgnum Hestfjørð og tosa um livilíkindi á bygd, eitt nú í Hesti, har 20 fólk búgva. Nú dagar Koltur undan, Trøllkonufingur undir Vágalandinum eisini, og vit renna okkum í Kolturssund, har Magnus svam í tí syndarliga sjónleiknum og ikki mynni syrgiliga sangin um unga fríggjaran. Men okkara Magnus er alt annað enn deyður, her hann stendur so fattur í vandasjógvi millum Hestboða og Kolturstanga, ella Skylla og Karybdis, fyri at sitera Homeros, tá hann lýsti grikkar á fjarum leiðum í italska Messinasundinum.

Koltur

Í hvassari sól og við nýpussaðum gummistivlum í baksýni, tók eg í morgun eina mynd av nýteknaða Føroyakortinum, sum sæst á fartelefonini omanfyri. Bara eitt evarska brot. Orsøkin er at í góðveðrinum er starvsfólkaútferð út í Koltur, har Bjørn Patursson og Hans Wilhelm Lutzen fara at vísa oynna fram og greiða frá um býlingar og kanska eisini UNESCO, sum nú hevur sett oynna á altjóða breddan. Mentamálaráðið hevur valt eina føroyska UNESCO tjóðarnevnd, har okkara starvsfelagi Sólvá Jónsdóttir er við. Hon skal umboða økið útbúgving í nevndini. Norðurlendsku UNESCO tjóðarnevndirnar høvdu fund í Føroyum í gjár og fyrradagin. Fundurin var sera áhugaverdur, sigur Sólvá, men leggur afturat at tað var torført at fylga við, eftirsum uppgávan er so nýggj. Fokus sum heild lá á Afrika og kynsbýti, sigur Sólvá, men yvirhøvur handlaði alt um at avmarka ynskini og tiltøkini, fyri at fáa tey somikið munadyggari. Veðurkortið hjá Theyr boðar frá einum góðum degi.

Besti leiklutur hjá Mads Mikkelsen

Mads Mikkelsen í nýggja filminum hjá Thomas Vinterberg "Jagten", sum júst er sýndur á filmstevnu í Cannes Danski rithøvundurin og tíðindamaðurin Bo Green Jensen skrivar hvønn dag úr franska miðjarðarhavsbýnum Cannes, har 65. filmstevna er í hesum døgum. Hvønn dag leggur hann dagbók út á Facebook til vinirnar at deila. Dagbókin fyri fjórða dagin í Cannes ljóðar soleiðis: Cannes Dag 4. Stor aften med Thomas Vinterbergs Jagten , som den internationale presse tog særdeles godt imod. Stærk film om falsk pædofilianklage, som vender op og ned på lille samfund og knuser et menneskes liv overnight. Mads Mikkelsen i den bedste herrerolle til nu. Donsk bløð vita í dag at siga, at filmurin Jagten verður ikki sýndur í Danmark fyrr enn í janur 2013. Men vinnur filmurin virðisløn, so sum góða umtalan kundi bent á, so giti eg at filmurin heilt vist verður framskundaður og - hvør veit - kanska eisini at síggja her í filmsleysa landinum fyri norðan. 

Vencil hin ellinti endiliga komin

Brandur Patursson hevur gjørt Vencilpermuna í Steinprenti Frá Vencili: Tíðin er løgin. Onkuntíð kann tíðin tykjast at aka sum snigil í hálku, aðrar tíðir kann hon renna sum hara í undanvindi. Tey, ið hava bíða eftir, at tíðin skuldi koma, tá ið Vencil hin 11. kom út, hava ikki bíðað til fánýtis. Nú er hann her. Í Vencli 11 eru eins og í hinum Venclunum, ið undanfarnir eru, nógvir spennandi tekstir, bæði á bundnum og óbundnum máli. Ein trivalig teggja av yrkingum úr stóru verð og úr heimligu Føroyum. Við eru William Wordsworth, Federico García Lorca, Gunnar Ekelöf, Rudyard Kipling, Vagnur Streymoy og Marjun Syderbø Kjelnæs. Ein góður bulur av stuttsøgum úr Íslandi, Føroyum og Amerika er við. Tvær søgur eru eftir Gyrðiri Eliasson, ið vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Ein søga er eftir Edgar Allan Poe, og debutanturin hesa ferð eitur Høgni Miné. Sum nakað serligt, er ein blokkur aftast í Vencli við yrkingum, ið vórðu skrivaðar, tá ið ræðuleikarnir ta

Fyrsta av 47 summarskipum

Um nátturðatíð leygarkvøldið var hetta útsýnið av terassuni. Eftir ein stuttan steðg í Havn, streyk ferðamannaskipið Crystal Serenity framvið, ávegis til Ålesund í Noregi. Til Havnar kom skipið úr Vestmannaoyggjum. Johan Mortensen, sum umboðar skipið, sigur at 922 ferðafólk eru við, mest amerikanarar, og at manningin telur 635 fólk úr 46 londum. Hetta er fyrsta av tilsamans 47 ferðamannaskipum, sum koma higar í ár og tað er rekord.

Sól í Tórsbyrgi

So kom hiti í luftina og fyrsti morgunmatur er etin á terassuni í Tórsbyrgi. Men kalt er í skugganum og enn liggur kavin langt oman í fjøllini norðanfyri. Spurningurin er, hvat mann skal fáa sær uppá morgunbreyðið úr Mylnuni. Vøkru rósurnar eru frá Hanusi. Jens Petur hevur gjørt sær eitt avbera vakurt drívhús, ið er sum skræddarseymað til umhvørvið. Men tað er ikki eitt liðugt keypt modell, sum er klárt at seta upp. Nei, hetta eru gluggarnir úr læknahúsunum hjá doktor Magnussen við Hvítanesvegin, omanfyri tuberklasanatoriið, sum lat upp í 1908. Tað vóru kommunulæknarnir í Havn, sum høvdu umsjón við sjúklingunum, fyrst doktor Lynge og frá 1936 Vilhelm Magnussen, sum varð borin í heim í Saksun í 1904. Heimasíðan hjá Apotekinum sigur, at tólv ára gamal varð hann sendur til Havnar á realskúla, síðan til Sorø á studentaskúla og læknaprógv fekk hann í 1929. Í 1961 flutti tuberkladeildin í smærri hølir í barakkini við Landssjúkrahúsið og bygningarnir í Hoydølum gjørdust ein partur av