Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2017

Tá tjóðin savnast

Á ólavsøku savnast tjóðin. Ein aftan og ein dagur. Tað mest áhugaverda hesar báðar dagar er at møta útlendingum, sum spyrja. Og so skalt tú siga, hvat hetta er fyri nakað. Tað er ein avbjóðing, men eisini ein roynd í skaldskapi. Tí enn er tjóðin bara skaldskapur. Men í mínari tíð og mált við mínari alin, er tað avgjørt nóg mikið. Føroyar eru ein so rík skaldskaparlig fiktión, at á ólavsku eri eg politiskt nøgdur eins og øll onnur, óansæð politiskan observans. Øll savnast undir Merkinum í høvuðsstaðnum, eins og tey gera úti um landið, tá flaggdagur er. Hvør rætti tjóðdagurin er hjá eini tjóð, sum ikki er, kunnu vit kjakast um til hon verður, tjóðin. Men søgan um konstruktiónina Føroyar er komin í hæddina, tá ólavsøka er. Tað er tjóðskaparligur hádagur. Fyrra dagin eigur kommunan og ítrótturin undir Tinghúsinum. Eisini børnini spæla við tjóðskaparminnini á Tinghúsvøllinum á ólavsøku. Føroyski búnin hevur fingið eina renesansu hjá ungum og gomlum. Her eru Beinta við Riley