Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2012

Fyltur lundi á ólavsøku

Gamalt var at nólsoyingar bóru lunda til Havnar á ólavsøku. Og so varð gjørt í dag. Ivan Holm kom úr Nólsoy við eini byrðu av lundum, einar 35, sum hann sjálvur hevði fingið á fleygi í Niðaru Tugvu í sessi nummar fimm. Lundarnir eru royttir við roytimaskinu, 14 við høvdi. Guðrun, Helena og Annika fyltu lundarnar við deiggi við rosinum í. Prikað verður hol á lundarnar, so teir ikki bresta í grýtuni. So verður kókað og borðreitt. Ein siðsøgulig delikatessa úr føroyska køkinum.

Listalig ólavsøka

Listin er við sítt fríska lív í Havn. Tað sæst á ólavsøku. Eyðun av Reyni sýnir fram í gamla ateliérinum hjá pápanum, Ingálvi av Reyni, har hann nú arbeiðir, á Lützenstrøð 13. Nærum eins spennandi og veggir og tey 23 løriftini er gólvið, sum andar av føroyskari listasøgu. Eg fekk Eyðun at seta seg sum ein indianara við krosskastaðum beinum mitt á gólvið hjá pápanum. Í næstu húsum, nýklødd við svørtum bylgjuplátum, fram við trappunum oman á Frúutrøð, hevur arkitekturin Robert Thomassen gjørt býarinnar ljótastu fasadu til eitt steyrrætt listaverk, ið skoðar yvir allan býin. Spennandi.   Grafikarin Marius Olsen er niðri í Steinprenti á Skálatrøð, har hann sýnir fram saman við finsku Ilona Raipala. Uttan iva er Marius okkara so nógv besti grafiski listamaður.       Í næstu hølum, teim søguligu hjá Öström, har skipar felagsskapurin LGBT fyri lista- og vísindaframsýning við spyrjandi heitinum Hvat er natúrligt? Millum fyrilestrarnar og listarligu avrikini er Aggi Ásge

Meta og Bjarni flyta

Í dag, ólavsøkuaftan, søgdu Meta og Bjarni farvæl. Tey hava selt húsini og flyta til Vedbæk í Danmark. Nú fáa vit nýggjar grannar og kanska nýtt útsýni. Nógv fólk var komið saman í gomlu hitamiðstøðini, sum nú kallast Orkulonin. Saknur fer at verða í teimum, ikki minst tí at Meta hevur verið við í mest sum øllum felagsarbeiði í Tórsbyrgi. Tað var ikki bara Gutti, sum tók lummaklútin fram, tá tey søgdu farvæl. Og so eru stundir til ein seinasta Gammel dansk . Edvard Olsen, lærari og bridgspælari, koyrdi tey bæði, Metu og Bjarna, vestur á flogvøllin. Í túninum veittra øll farvæl og ynskja góða ferð og bestu eydnu við nýggju tilveruni í Danmark. Takk!

At finna Nebbafisk

Fríggjakvøldið fyri ólavsøku bjóðaðu Kate Sanderson og Carl Johan Jensen til eina væl kryddaða grýtu við nebbafiski, fin whale á enskum. Í september flyta tey til Bruxelles, har Kate verður føroysk sendikvinna. Vit sótu til borðs við Matthew Workman, journalisti úr Oregon, og Mike Day, filmsleikstjóri úr Skotlandi. Báðir hava verið her fýra ferðir og savnað tilfar, sum lýsir Føroyar og føroyingar á ein spennandi hátt. Amerikanski Matthew við podcast sendingum á netinum, virðislønta the Faroese podcast , og skotski Mike er her at savna tilfar til ein heimildarfilm við spælifilmslongd um grindadráp. Sama leist hevur hann brúkt í filmi um súluveiðu á Hebridunum, The Guga Hunters . Nýliga hevur hann sýnt henda film í New York og komandi filmurin um grindadráp verður helst frumsýndur í Evropa í Amsterdam næsta ár, og í Amerika á Sundance Film Festival árið eftir. Spennandi grýta og spennandi fólk.

Opið hús

So er opið hús í allari Tórshavnar kommunu. Undan ólavsøkuni, hósdagin 26. juli, hevði Gurðun fimmti ára føðingardag og sonurin Hávar 20 ára føðingardag úti í Nólsoy. Tvíburðabróðurin, Eirikur, er í Noregi, har hann arbeiðir umborð á oljuboripalli. Vit ynskja til lukku í durinum í Nýggjagørðum, og sama gera tey úr Noregi í telefonini. Borðreitt er við øllum góðum, sum havið, hagin og bjørgini geva. Og kanska fáa vit frá Ivani Holm ein lunda ella tveir við inn til Havnar. Tað er Torlakkur Hansen sum stendur við lundunum í durinum. Men hetta er bara byrjanin. Fyrst er borðhald við góðum røðum, har Leo Poulsen er orðstýrari. Aftur við felagssanginum spæla Hákun Hansen og Ivan Holm. Vertsonurin, Shane, er úr Avstralia og kennir til seyðahald. Her hevur hann funnið manuellar saksar at klippa við. Heima í Avstralia klippa teir við elektriskum saksi, ella rakimaskinu. Í kjallaranum í Nýggjagørðum hevur verið handil. Á hurðini er uppslag um Danmarks royale uge

Havnin ger seg klára

Í gráveðrinum ger Havnin seg klára at taka móti ólavsøkugestum. Myndin er tikin undir einum glotta, sum spratt yvir Vágsbotni á middegi. Teir selja fisk úti undir Bryggjubakka, her er tað Jói Winther úr Skopun, sum hevur hongt vøruna á ein snøggan tilboðssnór í litfagra umhvørvinum, sum øvrigheitin hevur so trupult at góðkenna. Skip síggjast úr øllum gøtum í miðbýnum. Niðanfyri eru tað mastrarnar á skúlasskipinum Danmark , sum handan Ternuna síggjast av Áarvegnum, í skotinum millum Essaba, har Kafé Natúr er nú, og Hotel Djurhuus, har matstovan Áarstova er nú. Ferðamannaskipið Europa sæst fyri endanum á Tórsgøtu, sum er mentanargøtan í Havn. Hetta er fjórða skip í flotanum hjá Hapag-Lloyd, sum ber navnið Europa og er skrásett í Nassau. Hetta skipið er bygt í Finnlandi í 1999 og við eru 400 ferðafólk. Havnarskrivstovan boðaði longu um miðan juni frá at ikki færri enn 30.000 ferðafólk koma til Havnar í summar við 47 skipum, ella 'calls', tí summi skip ivaleyst