Skip to main content

Posts

Showing posts with the label jól

Konsumfilmar á jólum

Jólini eru tíðin, tá tú gert upp, hvat var best í árinum, sum fór. Hyggja vit at filmi, so er ikki óvanligt, at tú sært listar í miðlunum, sum hondfast staðfesta, hvat eru bestu jólafilmar, og hvørjir filmar skulu síggjast á jólum. Binge watching, tey kalla. Sum jólini ganga, gongur upp fyri mær, at ávísir filmar eru skrásettir sum ómissandi jólafilmar, uttan at eg visti av tí, og ofta uttan at filmurin hevur nakað stórvegis, kanska slettis einki, við jólini at gera, men er blivin ein partur av tí konsumi, fyrilitsleysari ovurnýtslu, sum jólini eru. Ein filmisk brúkarafest. Ein morgun undan jólum síggi eg, at Home Alone frá 1990 verður sýndur á donsku public service rásini DR1. Ein góð søga sett saman við spenningi og filmiskum frásøgusnildi av eini aðrari verð, sum ikki bara setir barnið í focus, tá tað forskansar seg í stóra ríkmannaheiminum, men eisini loftar tankum um familju og einsemi á jólum. Kjarnuboðskapurin kemur fram, tá høvuðsleikarin, Kevin (Macaulay Culkin), møtir g...

Krubbuspæl á krabbameinsdeild á jólum

At sleppa tvey og tjúgu ára gamal at skriva handrit til ein jólafilm við fremstu filmstjørnum er sjáldsamt, men kann so víst og sætt síggjast og upplivast á Netflix hesi jólini. Mamman hevur tikið um endan, leikstjórnað fyri fyrstu ferð, og framleitt. Ein jólaleikur, sum hóast hann nemur við tað sentimentala, er ein av teim bestu í okkara tíð, tí mest sum allir nýggir jólafilmar, ið almennu rásirnar hava sjáldsama góðan hug at vísa upp í saman, eru tað bera glimmur og fjant, eindimensjonellir og uttan dýpd, ja teir tykjasta hava sett sær fyri, at halda í hevd tann æviga sannleika, at vit skulu heilt aftur til Dickens at hoyra og síggja ektað jólaævintýr. Hesin filmurin prógvar undantakið. Haldi eg. Ein jólafilmur við innihaldi og viðkomandi ivamálum alt til røttu við. Heitið er “Goodbye June”, ið er Helen Mirren, krabbameinssjúka mamman at fýra, ið liggur til tað síðsta. Timothy Spall er maðurin, Bernie, ið er aftastur í øllum, men í seinasta parti briliérar sum ein annar Ray Cha...

Jólavinir

Tá novembur sleppur og jólamánaðurin byrjar, trýtur ikki við verðsligum og andligum tilboðum, men sanniliga eisini jólavinum, sjónligum sum loyniligum. Á arbeiðsplássinum er ein loyniligur vættur, sum av sínum eintingum hevur gjørt eina reyðrunda hjólheilsan á jólum til allar starvsfelagar, við navni á. Hugvekjandi stuttligt. Takk fyri tað.  Dagin eftir skipar ein annar starvsfelagi fyri at øll, sum hava teknað seg, fáa eina festliga jólamáltíð frá Bitanum á borðið á middegi. Ein annar starvsfelagi fyllir og bjóðar boblur á nýinnrættaðu skrivstovuni, og ein fjórði starvsfelagi ger púra sjálvboðin eitt torn av jólavaflum við róma og súltutoyi. Púra ósjálvsøkið, meðan angin av vaflu fer um húsið og fyrstu jólatónar frá Daniu og teimum hoyrast í tí fjara.  Og so er dómsnevndarfundur at finna vinnaran í stuttfilmskappingini hjá Námi um sætta heimsmálið, reint vatn til øll í heiminum. Vit semjast og gleða okkum til týskvøldið, tá avdúkað verður. Tað er hetta hugtakandi við at einst...

Adventsgæs

Fjórða sunnudag í advent er lýtt og stilt. Nógv fólk er at síggja á Boðanesi og øllum teim nýløgdu gøtunum har umkring. Greitt er, at gæsnar eru nógvar, so hevur tú ikki longu bílagt jólagásina, so er kanska eitt høvi á hesum leiðum, hóast eg ivist, nú so stutt er til jóla. Gøtan oman á Hvítasand eru komin væl áleiðis, og kann henda at júst henda gøta fer at taka seg væl út, hóast eg ikki skilji nýkomnu heildarhugsanina hjá kommununi í at gjøgnumgata alt lendið við so nógvum gøtum, nú alt lendið frammanundan er friðhalga at verða partur av eini nútíðar og framtíðar frílendisætlan. Verri er, at á akkurát hesum staði sæst einki til hvíta sandin, sum enn gevur víkini navn. Har er allur hin hvíti sandurin burtur. Í liggjandi táminum er trølsliga áhugavert at ganga niðan við Hoydalsá og síggja, at trøini standa enn, eins og bygningarnir, sum fyrr hýstu studenta- og HF-skúla og søguliga kostdeildin sum er friðað. Meðan trøini fram við ánni bera aldurin væl, er verri við skúlabygningunum í Ho...

Jólatrøini eru ikki altíð so vøkur

Eitt jólatræ er ímyndin av jólum, friði, samstarvi og hugna, nú árið rennur út, og øll skulu vísa, hvat kom burturúr. Í Havn er tað kommunan, sum tendrar træið á Vaglinum, og fær okkum at savnast um tað við sangi og røðum undir brandstiganum, har jólamaðurin stendur á ovasta stigi og festir í alla herligheitina. Upprunaliga vóru tað Norrønu feløgini, sum eftir fyrra verðaladarbardaga settu sær fyri at skapa frið í okkara parti av heiminum gjøgnum vinabýir, ið samstarvaðu við kommunustýrið og so eisini persónliga gjøgnum fólksligu Norrønu feløgini.  Tá kom jólatræið í Havn úr vinabýnum Birkerød, sum nú eitir Rudersdal kommuna, hóast vit neyvan hava gloymt V4 táttin um danska træið úr Birkerød. Hinir vinabýirnir eru Asker í Noregi, Eslöv í Svøríki, Jakobstad í Finnlandi og Garðabær í Íslandi.  Vinabýarsamstarvið, sum eisini er úti í stóru verð og á enskum verður kallað Twin Cities, er til enn, men Havnin er farin úr gamla samstarvinum. Í staðin hevur hon tikið upp samstarv við n...

Fotografera, so tú minnist, hvar tú hevur verið

Triða sunnudag í advent vóru vit við Hoyvíkstjørn, at geva dunnunum og svanunum breyð. Um tveytíðina meðan tað enn er ljóst. Tá breyðpakkin er uppi og sólin er um at fara niður aftanfyri Kirkjubøreyn, fer Olaf at sproyta eftir dunnunum. Sindur djarvur, tí tær kundu reist fjarðarnar, serliga stóru svanirnir. Olaf vil hava myndatólið frá abba og sleppa at fotografera dunnurnar, svanirnar og alt, sum er við Hoyvíkstjørn, eisini tunnuflakan, sum er sokkin og rennuna, sum hann pissaði í. "Man skal fotografera, so man minnist, og ikki gloymir, hvar man hevur verið," sigur Olaf. Meir skal ikki til, at abbi er samdur, og letur Olaf sleppa at fotografera. Gott at abbi hevur fartelefonina. Eftir smølu gøtuni millum Tjarnargarð og húsini hjá Føroya Arbeiðarafelag, sær Olaf eitt myndaveni. Tað er múrurin, sum fyrr hevur verið bláur, men nú er hvítur. Málingin er dottin av, so ein bláur blettur kemur fram. Ein greið grafisk mynd, sum sigur søgur. Hann steðgar, siktar og trýstur á knøttin....