Skip to main content

Posts

Showing posts with the label skúli

John við nýggjari røð í Sosialinum

John Johannessen til arbeiðis fyri Norðurlendska Ráðharraráðið í Helsingfors í vikuni. Mynd: norden.org Í Sosialinum í dag ger John Johannessen kríggið í Evropa nærverandi. Tað gjørdi hann eisini við meistarligum hepni í Degi og Viku í 2022 saman við fotografinum Gesti Janusarson Lómstein í sonnum evropeiskum Wim Wenders klangi . - Kríggið er ræðuligt, sigur Oleksandra Lysechko, sum saman við soninum fjaldi seg í krígsrakta Mariupol, ið er mest talandi evropeiski pallur fyri destruktivari krígsøði í okkara tíð, annan vegin kallaður hetjubýur og hinvegin helviti á jørð, og lýstur í Oscarvinnandi filminum Tjúgu dagar í Mariupol (2023). - Ongin forseti og einki fólk í nøkrum land, kunnu gera tað, sum teir gera nú, sigur Oleksandra, beint í kamera hjá John Johannessen í drúgvari og samansettari grein í Sosialinum í dag. Hann hevur brotið veggin millum pappírsprentið og skíggjan á telefonini, sum tú tendrar við eini QR kotu, hvørja ferð eitt filmsbrot er lagt inn í greinina. Greinin e...

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

Nú skúlin í eitt knapt mannaminni hevur givið okkum lesitøl, sum í førleika, serliga fyri dreingirnar, ikki hava verið nakað at reypa av, kann tað kennast sum ein í so brøtt avbjóðing, at lýsa við spyrjandi yvirskriftini Hvussu fáa vit børn at lesa meira? í einum handli eftir afturlatingartíð. Men allar beteinkiligheitir vórðu gjørdar til skammar, tí her møttu heilt nógv fólk, og huglagið var so fresh, sum eg aldri havi upplivað í bókahøpi fyrr. Millum allar bøkurnar vóru stólarnir góðir at sita í, ljósið og ljóðið var eins gott og kaffi, sum kom við marsipan, sjokulátu og karamellum. - Byrja tíðliga at lesa og vísið teimum bøkur, tí tað er líka so týdningarmikið, sum at busta tenn, er afturvendandi niðurstøðan og boðini á bókakvøldinum í Riti og Ráki hóskvøldið. Eilen Anthoniussen hevur skipað fyri, og helst verða líknandi tiltøk framyvir. Kári Árting, bókahandilsstjóri, innleiddi við bókini Kig Op í hondini. - Lesing og skrolling á telefon og lesing í eini bók er ikki tað s...

Morgun og lestur

  Brostið fyri nev Hvørt ár fegnast pisur í lundum systkin og foreldur talur og veitslur alt er bjart alt er skært sum á jólum ið eru eins svár og eydnumyndir á Facebook her eru vit har eru tit fáur harmast fútadeyða eingin skerda pisu eg fái sand millum tærnar og Føroya Bjór ger ikki veðrið betri tá morgunlesturin kunngerð at kirkja og missiónshús nú hava savnað bestu fólkini í bygdini

Hetta er ein lýsing:

Tað er Astrið Gullborgardóttir, sum framman fyri skúlanum í Fuglafirði er við í lýsingini hjá Kovboyfilm um elbilin Toyota C-HR+ hjá Reyni Service . Í fjør legði eg meg í kjalarvørrin á teim, sum ljóðleys rógva í grøna orkuskiftinum. Eg keypti mær elbil at koyra við og hitapumpu heima. Meir um tað í endanum. Men henda grein snýr seg ikki um elbilar og hitapumpur, men um fremstu føroysku lýsingalist á filmi, ein minuttur og tríogtjúgu sekund til longdar, gjørdur til stóra biografløriftið, men frumsýndur í Sjónvarpinum undan HM-dystinum millum Noreg og Brasil tíggju minuttir í níggju sunnukvøldið.  Her á blogginum sæst hann tó longu nú. - Eg havi tikið russisku linsuna við, sigur Thomas Koba, og greiðir frá, at øll lýsingin er filmað við gomlum russiskum linsum. - Keypti eitt refurbished set av linsum herfyri, fyri at fáa hattar bleyta, softa, lookið. Tað eru gamlar stillkamera linsur frá 60 og 80'unum, sum eru modifiseraðar til at passa á mítt Sony kamera. Tær eru eitt sin...

HM setur Kurasau á heimskortið

Í dag er bólturin farin á rull, so vit veruliga fáa innlit í miðlafótbólt í real time, annan vegin sum heilsugóð savningarmentan, men hinvegin sum náðileys pengamaskina. Við 48 londum byrjar hin størsta heimsmeistarakappingin í mansfótbólti, FIFA 2026, í dag, 11. juni og endar 19. juli. Tilsamans 104 dystir í 39 dagar, spældir í trimum londum, USA, Kanada og Meksiko í fýra tíðarøkjum.  HM 2026 verður hýst í 16 vertsbýum í USA, Kanada og Meksiko. Fyrsti dystur verður spældur á Estadio Azteca í Meksikobýi, mest ikoniska HM-stadion nakrantíð, tí har var fyrsti HM dystur í Meksiko í 1970, tá Brasil við triðja HM sigri hjá Péle vann 4-1 á Italia, og so " Hand of God"  og " Goal of the Century"  hj á Maradona í 1986, tá Argentina vann 3-2 á Vesturtýsklandi. Azteca verður nú fyrsti leikvøllur at hýsa HM fyri triðju ferð. Endadysturin verður spældur 19. juli á MetLife Stadium, East Rutherford, New Jersey. BBC hevur eitt yvirlit, har øll 48 kappingarlondini verða lýst ...

Vitlíki skrivaði bók hjá størsta norska forlagi

Størsta norska bókaforlagið, Cappelen Damm, boðar nú frá, at tey taka eina fótbóltsbók aftur, eftir at norska ríkisútvarpið, NRK, hevur avdúkað, at vitlíki hevur skrivað, hóast ein høvundur stendur á permuni. Bókin "Lise vs. Gianni" er um dystin millum forsetan í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, 45, ið umframt drúgva fortíð sum fótbóltsspælari, er løgfrøðingur, og FIFA-forsetan Gianni Infantino, 56, sum eisini er løgfrøðingur.  Kvinnuliga fótbóltsstjørnan, Lise Klaveness, hevur vitjað í Føroyum. Høvundurin at bókini er journalisturin Niels Røine, sum eisini er kendur úr norskum fótbóltshøpi. Av átta bókum fær henda ringasta støðumet og verður kallað "sjálvmál". Norska forlagið, Cappelen Damm, undirstrikar kortini, at ikki bara henda, men hvør einasta útgáva hjá forlagnum verður nágreiniliga viðgjørd av fleiri kønum og vitugum fólkum og í fleiri liðum og stigum, bæði í máli, innihaldi og útsjónd. Kortini er tað ikki tikið burtur, men stendur eftir sum hj...

Á ferð inn í vitlíki

  Philip Róin er í Kina og kannar í nýggjasta parti vitlíki við innlitsfullum denti á einsemi og sexdukkur, sum fáa folk at kenna seg trygg, tí tey vilja knýta seg at einum individi, sum ikki er har. Sendingarnar eru í DR. Veruleikin í fólkaríka landinum, sum í tali kappast við India, er, at ein triðingur av teim tilkomnu í Kina búgva einsamøll, og øll, bæði ung og gomul, eru í sendingini samd um, at fortíðin var nakað lort , og tí fevna tey allari nýggjari tøkni og ynskja henni vælkomnari. Á øllum økjum. Og oftast rættuliga fjart frá okkum og okkara nyttuhugsan, sum enn ongan politikk hava á økinum vitlíki. Í væl fyrireikaðu sendingunum hjá Philip úr Kina, nemur hann nú bókstaviliga við dukkur í einum kinesiskum sexídnaði, sum eins og amerikanski krígsídnaðurin, ið eigur helvtina av heimsins vápnasølu, skapar okkara gerandisdag. Ger tøknina lagaligari og gevur okkum eina kenslu av at verða minni einsamøll, enn vit eru. Kríggj og porno. Tað eru óunniligu tættirnir, sum tryggja...

Mentanarliga hongur ikki saman

Í morgun frættist í tíðindunum í Útvarpinum, at bókin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Marta Marta , er í uppskoti at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, sum er hin størsta á okkara leiðum. Til lukku við tí. Lítið meir enn eitt ár er umliðið, síðan ein mentastovnur bannaði hesa bók niður og norður, og føroyska deildin av einum tíggju millióna felagsskapi klagaði avgerðina til avvarandi landstýrismann. Hóast eg ikki veit, hvat bókmentunarliga úrvalsfólkið hevði at velja í, má eg bara siga, at onkuntíð kemur útlandið okkum til hjálpar. Ikki minst tá vit fara í biograf og síggja, hvør hevur stuðlað filmsgerðini, so hon náddi fram til tín í seinasta biografinum í landinum. Ja, seinasta biografinum í landinum. Mentanarliga hongur ikki saman í hesum landinum. Vit eru í einum valdysti til heimliga parlamentið, ja og tað danska eisini, men enn havi eg ikki hoyrt mentan tikna uppá tungu nakra staðni. Er tað trupult at skilja, so er at fara í biograf, og síggja hvussu niðarlaga og s...

Sophilia spískar samleikan

  Fjórða sendingin úr Hoydølum hevði MC Restorff sum stjørnuskaldarkjarnu, ið ungu sangspírarnir tulkaðu afturvið vælsamanspælda orkestrinum, tight og uttan kór og aðra stafasju, sum vit altíð hava í plátuframleiðslu. Nakið, nærverandi og natúrliga ektað. Framhaldandi framúr. Vit skilja í prátinum, at MC er úr Ebenezer, sum er brøðrasamkoman í Havn, og at hann var hin fyrsti at taka trummur og elektrisk ljóðføri við í samtíðar sang- og tónleikatraditiónina har, og seinni eisini byggja brúgv millum andaligan og verðsligan tónleik. Filmiski karmurin um hetta nýbrot er í forfalnu Hoydølum, har okkara nú rættuliga kendu úrvaldu sangtalent, seks í tali, hava sett seg við skúlaborðini og fingið eitt tal, sum sigur hvør røðin er. Fyrst er Emma við sanginum ”Kvøða til pinkubarnið”. Varisliga følið, stillført, innfølt og reint, fær hon sangin at vaksa í vavi, og megnar at lyfta hann, uttan at vit sakna seinasta ørindi, sum MC peikar á, og nevnir sangsins syklus, og at hann nú er endur...

Í heimsklassa

Worldclass er enska orðið eg velji at brúka, tá Sophilia í triðju sending úr Hoydølum í kvøld valdi ein sang hjá Eivør frá Clickhaze-tíðini, "Wall of Silence".  Bólkurin, sum tríggir skrivandi menn kallaðu Føroya størsta aliring á Gøtuvík, tí burturúr honum var komin so nógv tónleikasøga, sum í ongum øðrum føri.  Í trý ár savnaðu og skrivaðu vit um tónleikasøgu frá Jazzband Triumph og fram til tíðina, sum tá var, fyri tjúgu árum síðan. Umframt Clickhaze var spennandi at skriva um tíðina við Teimum av Kamarinum, tá Útvarpið var nýbyrjað, og pionérandin lá yvir skiftandi streymunum í Norðuratlantshavi, ikki bara við nýuppfunnum transistorradio, men eisini nýdefineraðum samfelagsbólki, ungdómi, ið forvann sínar egnu pengar, og gjørdist seismografur, sum við dansiviðurskiftum kundi máta, síggja og skapa samfelagslig nýbrot. Við rópara í hondini, síggi eg Sophiliu sum ein frontrunner og kyndilsbera fyri hesi funktión, sum ungdómur átekur sær í eftirkrígstíðini í nýggju Føroyum. ...