Skip to main content

Posts

Showing posts with the label bøkur

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

Nú skúlin í eitt knapt mannaminni hevur givið okkum lesitøl, sum í førleika, serliga fyri dreingirnar, ikki hava verið nakað at reypa av, kann tað kennast sum ein í so brøtt avbjóðing, at lýsa við spyrjandi yvirskriftini Hvussu fáa vit børn at lesa meira? í einum handli eftir afturlatingartíð. Men allar beteinkiligheitir vórðu gjørdar til skammar, tí her møttu heilt nógv fólk, og huglagið var so fresh, sum eg aldri havi upplivað í bókahøpi fyrr. Millum allar bøkurnar vóru stólarnir góðir at sita í, ljósið og ljóðið var eins gott og kaffi, sum kom við marsipan, sjokulátu og karamellum. - Byrja tíðliga at lesa og vísið teimum bøkur, tí tað er líka so týdningarmikið, sum at busta tenn, er afturvendandi niðurstøðan og boðini á bókakvøldinum í Riti og Ráki hóskvøldið. Eilen Anthoniussen hevur skipað fyri, og helst verða líknandi tiltøk framyvir. Kári Árting, bókahandilsstjóri, innleiddi við bókini Kig Op í hondini. - Lesing og skrolling á telefon og lesing í eini bók er ikki tað s...

Føroyskur skaldsøguklassikari verður givin út í USA og Stóra Bretlandi

Skaldsøgan  Rekamaðurin  eftir rithøvundin Jens Paula Heinesen sála er seld tveimum stórum forløgum - W.W. Norton í USA og Canongate í Stóra Bretlandi - í enskari týðing við heitinum  The Driftwood Man.  Virðislønti amerikanski týðarin Damion Searls og dóttur rithøvundin, Elin Brimheim Heinesen, hava saman týtt skaldsøguna. "Eitt møguligt høvuðsverk í samtíðar bókmentum", sigur varastjórin í amerikanska forlagnum um skaldsøguna. “Eg má klípa meg í armin fyri at trúgva tí, sum er hent!” sigur Elin. Í 1977 gav Jens Pauli Heinesen skaldsøguna  Rekamaðurin  út á egna forlagi sínum, Gestur. Skaldsøgan gjørdist ein klassikari í Føroyum og er áður týdd til norskt, svenskt og íslendskt. Skjótt kemur hon út á enskum á tveimum av teimum mest viðurkendu forløgunum í ensktmælta heiminum. Hetta er fyrsta skaldsøgutýðingin hjá Elini Brimheim Heinesen, men amerikanski týðarafelagi hennara, Damion Searls, er ikki hvør sum helst. Hann hevur áður týtt skaldsøgur m.a...

Frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin

  Samrøða við Lars Bredo Rahbek, framleiðara í SF Studios, Keypmannahavn, um filmin "No Rest for the Wicked" undan frumsýningini í Havnar Bio. Medframleiðarar eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi. Hvør í sínum lagi hava danski filmsframleiðarin, Lars Bredo Rahbek, og eg sjálvur havt áhuga í týsku stuttsøguni "Manor" , sum fer fram í Føroyum og kom út í Leipzig í 1885. Týski løgfrøðingurin og politikarin, Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), skrivaði søguna, eins og hann sama ár skrivaði "Der Mönch von Sumbö". Eiler Fagraklett, talsmaður í LGBT+ Føroyum, skipaði fyri, at týska søgan kom út í føroyskari týðing hjá Hanusi Kamban í 2014, myndprýdd av Jón Sonna Jensen. Tað er úr hesi týsku søguni, "Manor", at Rasmus Birch hevur skrivað filmshandritið saman við leikstjóranum. - Eg eri so stoltur av hesum filmi, sigur Lars, og avdúkar, at hann var í Føroyum, tá Nils Malmros gjørdi filmin "Barbara" (1997). - Upprunaliga...

Vitlíki skrivaði bók hjá størsta norska forlagi

Størsta norska bókaforlagið, Cappelen Damm, boðar nú frá, at tey taka eina fótbóltsbók aftur, eftir at norska ríkisútvarpið, NRK, hevur avdúkað, at vitlíki hevur skrivað, hóast ein høvundur stendur á permuni. Bókin "Lise vs. Gianni" er um dystin millum forsetan í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, 45, ið umframt drúgva fortíð sum fótbóltsspælari, er løgfrøðingur, og FIFA-forsetan Gianni Infantino, 56, sum eisini er løgfrøðingur.  Kvinnuliga fótbóltsstjørnan, Lise Klaveness, hevur vitjað í Føroyum. Høvundurin at bókini er journalisturin Niels Røine, sum eisini er kendur úr norskum fótbóltshøpi. Av átta bókum fær henda ringasta støðumet og verður kallað "sjálvmál". Norska forlagið, Cappelen Damm, undirstrikar kortini, at ikki bara henda, men hvør einasta útgáva hjá forlagnum verður nágreiniliga viðgjørd av fleiri kønum og vitugum fólkum og í fleiri liðum og stigum, bæði í máli, innihaldi og útsjónd. Kortini er tað ikki tikið burtur, men stendur eftir sum hj...

Mentanarliga hongur ikki saman

Í morgun frættist í tíðindunum í Útvarpinum, at bókin hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Marta Marta , er í uppskoti at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, sum er hin størsta á okkara leiðum. Til lukku við tí. Lítið meir enn eitt ár er umliðið, síðan ein mentastovnur bannaði hesa bók niður og norður, og føroyska deildin av einum tíggju millióna felagsskapi klagaði avgerðina til avvarandi landstýrismann. Hóast eg ikki veit, hvat bókmentunarliga úrvalsfólkið hevði at velja í, má eg bara siga, at onkuntíð kemur útlandið okkum til hjálpar. Ikki minst tá vit fara í biograf og síggja, hvør hevur stuðlað filmsgerðini, so hon náddi fram til tín í seinasta biografinum í landinum. Ja, seinasta biografinum í landinum. Mentanarliga hongur ikki saman í hesum landinum. Vit eru í einum valdysti til heimliga parlamentið, ja og tað danska eisini, men enn havi eg ikki hoyrt mentan tikna uppá tungu nakra staðni. Er tað trupult at skilja, so er at fara í biograf, og síggja hvussu niðarlaga og s...

Vilt tú bjarga heiminum, skalt tú eta fisk

Við nýggjastu bókini “Food from the Sea: The Future of Seafood” er hetlendski rithøvundurin og ráðgevin í fiskivinnumálum, John Goodlad, í hesum døgum í Føroyum við dótturini, Hannah Mary Goodlad, sum stillar upp fyri the Scottish National Party til skotska parlamentsvalið í mai. - A large part of her campaign will be based on island autonomy, sigur pápin, ið er her saman við øðrum hetlendingum “looking at the politics of home rule and how Faroe can be an example to Shetland.” Fyri fullsettari høll á Havstovuni legði John Goodlad mikudagin fram nakrar tankar við høvuðsdenti á fuzzy thinking - leysar pástandir - í politiskum arbeiði, tiknir úr nýggjastu bókini, sum forlagið hjá Shetland Times gevur út. - It would be great to see you there if you can manage, sigur vinarligi hetlendingurin, ið eins og tey møttu, harmast um slitnaða ferðasambandið millum oyggjarnar og millum Føroyar og Skotland. Úr staðbundnum vinkli lýsir bókin framtíðina hjá fiskivinnuni eins og sjógætisframleiðsl...

Føroysk mineral & grótsløg

  Týskvøldið kom jarðfrøðingurin og trummusláarin, Uni Árting, á gátt við nýggju bókini Føroysk mineral & grótsløg , sum hann hevur skrivað saman við starvsfeløgunum Barbaru Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen, og arbeiðsplássið hjá teimum, Jarðfeingi, gevur út.  Grafikkinum hevur Barbara staðið fyri, ein tættpakkaður stílur, vit kenna frá altjóða náttúrufrøðiligum tíðarritum.  Stuttligt, at eitt alment arbeiðspláss kann, megnar og vil standa saman um eina snøgga og fakliga útgávu, eitt hondfast produkt við 254 blaðsíðum, alfabetiskum orðalista aftast, og einum forstáiligum yvirlitskorti, jarðfrøðikorti, í einum plastlumma inni í bakpermuni.  Eitt fyrimyndarligt fólkfeingiligt, human resource, átak. Tá eg taki snøggu brúksbókina í hondina og vendi henni, síggi eg greiðu boðini um, at avrikið er føtt í kærleika og dyrkað millum nørdar í fleiri ár, kanska fimtan, tá Uni og onnur gjørdu eitt rulliskáp við gróti til undirvísing.  Boðini, ella ábendingin, um...

hey :-) ein samrøðuskaldsøga

Hey :-) Í dag fekk eg eina markleyst spennandi bók, við júst hesum heiti, tjúkkari enn bókin við talum hjá Tobba, sum just er komin, eisini tjúkkari enn bókin um Heðin (2022) og nógv tjúkkari enn bókin hjá Høgna, sum kom í 2000. Orsøkin til at hesar tríggjar bøkur høvdu lyndið til at hópa seg upp at nýggju bókini hjá Trygva Danielsen, “Hey :-)”, er ikki bara at tvær teirra eru ekstraordinert tjúkkar, men tí at tær savna og geva út av nýggjum, endurbrúka, longu hildnar talur og hava endurprentað gamlar greinar. Fleiri høvundar, sum áður hava skrivað hópin av greinum í øðrum miðlum, hava tað fyri, at savna somu greinar einaferð afturat, prenta og binda tær inn og, Voilá! , hevur tú eina nýggja bók, sum tó ikki er annað enn ein nýmiðlaður boðskapur, nakað sum tá vit fara í biograf og síggja film, sum er “tekstet for hørehæmmede” sum nýggjur miðil niðast á løriftinum. Skal samanberingin halda, mugu vit siga, at í umrøddu førum verður teksturin førdur eitt stig longur, so vit kunnu hug...

Libido endurútgivið í Sirkus

Í kvøld varð lýst til endurútgávu í Sirkus í Vágsbotni av Føroya sermerktasta yrkingasavni, sum sagt varð í innkallingini um Libido hjá 72 ára gamla Johan Hot Mortensen frá 1972.  Fullsett var í hølunum og trappunum, har forlagsstjórin, Hugin Eide, meðan Sunneva skonkti úr barrini, legði fyri við at siga frá um uppafturprentið í 200 eintøkum, hvussu tað bleiv til og um nýskrivaðu eftirorðini hjá Bergi Djurhuus Hansen. Hugin var knapporðaður og eftir hann helt Rói Patursson eina góða og undirfundiga røðu fyri Johan og tíðini, sum tá var. Kári Olsen, beiggi Ova Olsen, sála, greiddi frá, hvussu hann mintist at yrkingasavnið og stensilieringin, sum var prentið, varð gjørt, og hvussu øll tey 28 ørkini vórðu savnað í 100 eintøkum á einum borðtennisborði í kjallaranum í heiminum hjá teimum í Jóanesar Patursonargøtu. Bergur helt eina stutta men spennandi røðu, har hann, vísandi til nýinnsettu eftirorðini í savninum, kallaði savnið tað helst mest tíðarbæra yrkingasavnið í Havn við nøvnum á ...