Sosialurin 3. november 2000: Rokklyrikkur Birgir Kruse Í SKÚLA Har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki, sigur yrkjarin Petur Jensen. - Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað sum graffitti á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott! Í sanginum »No Surrender« sigur Bruce Springsteen »We learned more from a three-minute record, baby, than we ever learned in school«. Sum læraralesandi á síðsta ári og hartil yrkjari, hvat heldur tú um hesa útsøgn? Does i