Um vikuskiftið varð heimsmeistarkappingin í kvinnuhondbólti avgreidd í Kumamoto í Japan. Av Norðurlondum kom Noreg longst, norsku kvinnurnar spældu seg í hálvfinaluna, men eftir finaludystin millum Spania og Niðurlond, vunnu niðurlendsku kvinnurnar á teim sponsku við 30 málum móti 29. Hetta er fyrstu ferð at niðurlendsku kvinnurnar vinna heimsmeistarakappingina í hondbólti. Jú, soleiðis kallaði liðið seg sjálvt, Nederlandse damesteam, umboðað av Nederlands Handbal Verbond, tá tey møttu á vøllinum í Japan. Sum amen í kirkjuni kundi eg leita navnið fram í donskum og íslendskum ítróttamiðlum, har tey konsekvent siga og skriva Holland, og so í føroyskum miðlum, har tey nú eru vorðin so liberalt fevnandi, at tey ikki bara hava flutt seg frá eintýðuga landanavninum Niðurlond, sum var galdandi í 2014, til fimm ár seinni at brúka øll trý nøvnini Háland, Holland og Niðurlond. So kunnu vit sjálvi velja. Kanska er orsøk til at vera so fevnandi í júst hesum føri. Vit hava tøtt samb