Skip to main content

Fríggjadagsbøn í einum løgnum miðli

 

Klipp úr Dimmu í dag

Vikuskiftisútgávurnar hjá bæði Sosialinum og Dimmalætting hava sum vant persónsøgur á forsíðuni, hin fyrra avísin við eini tíðarrættari samrøðu við tema, sum er uppi í tíðini, meðan Dimma hevur funnið ein mann, sum staðiliga ávarar móti islam. Sum ketta upp úr høvdatrog. Og eg royni at kanna eftir - hví og hvat er hent.

Tað sum eftir ein kritiskan gjøgnumlestur ella tveir bjargar ivasomu samrøðuni, og lutvíst kann rættvísgera hana, er hetta brotið, sum er ein diskleymari og verja hjá øllum at siga tað allar býttasta, og so aftaná at kunna siga tað allíkavæl, tí her hevur hin kristni vaska sær hendur og frásagt sær alla ábyrgd, eisini at vera býttur og óvitandi: 

”Tað góða við tí fría og frælsa orðaskiftinum er, at allir tankar og allar meiningar hava javnbjóðis møguleika. Tað er bara við at fáa allar meiningar fram á torg, at sjónarmið og argument verða brýnd og hvest. Og tað er ein fyrimunur, tí bara á tann hátt verður býttleiki og óvitan avdúkað og fellur. Tað er bara tað besta argumentið, sum stendur eftir.”

Men her stendur altso bara ein vitnisburður hjá einum uppstandilsistrúgvandi kristnum, og eingin annar persónur ella framsøgn, ikki so mikið sum umsókn at byggja eina mosku er í eygsjón - tí hvør skuldi gingið har - hóast staðiliga verður ávara ímóti henni.

Tað er sum verið eg, sum lesari, leiddur eftir eini sniðgøtu í einum avnoktaðum paralellsamfelag, ið er víð sítt fríska loynilív, beint her, sum journalisturin og samrøðuobjektið sita og práta, og eisini í sama veruleika, eg siti og lesi og deili mínar tankar við tey, sum eru í stovuni. 

Tað er ikki islam, men hin støðugt tiltakandi kristna fundamentalisman, sum allastaðni í gerandisdegnum vísur bæði tenn og hógvar og er ein veritabul hóttan móti vanligum fólki og teirra rættindum sum borgarar í hesum landi.

Tí fái eg ein ófrættakendan atsmakk, ein farra av nøkrum, sum ikki ætlaðist at leggja seg upp at nýggjheitssamrøðuni um islamsku hóttanina í Føroyum, sambært hesum aktualitetsblaði í dag, og tí verður hann bæði herskin og treystur, smakkurin av dannaðu samrøðuni, tí hvørki moskur, imamar ella aðrar hóttanir, ið kunnu hugsast at liggja islam til last, eru í føroyska veruleikanum, soleiðis sum eg síggi hann, ella kann lesast um í tí kompletta setti av framúr kristnibókum, sum nýliga eru gjørdar til allan hin føroyska fólkaskúlan frá niðast til ovast. 

Men kanska er henda brandaktuella forsíða og samrøða hin fyrsta í eini djúptdrúgvari framhaldsrøð, har vit journalistiskt avdúka átrúnaðarligar hóttanir í okkara landi. 

Meðan eg smakki uppá hesa redaktionellu problematisering, sum Dimma hevur borðreitt - imamar hjá islam, sum á hvørjum hornið kalla til fríggjadagsbøn - so verður tað tað reina uppstandilsi í stovuni, tá eg lesi endan á samrøðuni:

”Sannleikin er sannleikin, og hann finst. Hjá N.N. er eingin ivi. Hann trýr upp á tann kristna sannleikan, sum stendur og fellur við læruni um krossdeyða og uppreisn Jesu.” 

”Eg havi einki ímóti muslimum og havi sympati fyri teimum, sum liva undir og eru offur fyri islamiska átrúnaðinum,” sigur samrøðupersónurin. 

Onkursvegna kemur tað mær fyri, sum um hesin fríggjadagurin opinberaði fyrst og fremst eitt journalistiskt offur undir umhvarvinum av eini fjarari hugmynd av islamiskum átrúnaði onkustaðni úti í sendistovuheimi.

Livst, spyr so Móses.