Skip to main content

Meðan vit bíða eftir tunlinum


Dagsins hetja, Teitur Samuelsen, fotograferaður við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í dag. 

Í Námi hava vit arbeitt við undirvísingartilfari til Snar um nýggju farleiðina, sum fer at knýta Havnina saman við Eysturoynni, og gera eina søguliga nýggja meginlinju av flogvøllinum, um høvuðsstaðin, til Runavíkar og heilt til Klaksvíkar og aftur. Eitt søguligt knýti, ið ger flestu fólk og bilar í landinum so ómetaliga nógv meira flytbar enn nakrantíð fyrr. Ja, enska orðið mobility fer heilt vist at fáa nýggjan týdning og nýggja nýtslu í føroyska veruleikanum. Flytleiki og flytføri sum orðabókin sigur. 

Í morgun skeyt starvsfelagin, Rói Joensen, upp, at vit burdu farið at fotografera í tí meir enn 11 kilometur langa Eysturoyartunnlinum, so undirvísingartilfarið eisini kundi verða í myndum og ikki bara í turrum teksti við tungum rokniuppgávum, og tað í góðari tíð innan tunnilin, sum er Føroya størsta verkætlan, letur upp leygardagin hin 19. desember. Tá eru allir skúlar farnir í jólafrí.


Vit sendu beinanvegin boð eftir Árna Øregaard, ið er okkara besti myndamaður, og kontaktaðu Teit Samuelsen, sum vit fyrr hava havt gott samband við, tá fráboðaði framtíðartunnilin skuldi teknast á Føroyakortið í Atlasinum hjá Námi frá 2014. 

Síðan er Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði, lagt til Umhvørvisstovuna, ið eigur kortið og hevur ábyrgdina at dagføra tað. Sáttmáli er gjørdur við Nám at brúka kortið til Atlasið, sum nú eisini verður dagført. Fyrsta dagføringin er at tekna Eysturoyartunnilin sum lidnan tunnil og ikki sum “tunnil í gerð”. Tjekk!

Tað var leyst og liðugt beinanvegin, tí tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen, hevði stundir at koyra okkum tríggjar Námsarbeiðarar aftur og fram gjøgnum tunnilin longu í dag beint eftir døgurða.

Vit fingu gular vestar at lata okkum í og hjálm á høvdið. Portrini, sum eru við teir tríggjar inngangsportalarnar á Hvítanesi, í Rók og á Strondum, opnaðu seg eins og 4G telesambandið. Nú manglaði bara at strípa slætta asfaltið á 10,5 metur breiða vegnum. Tað tekur tveir dagar, segði Teitur, sum greiddi frá í bilinum. Árni setti GoPro kamera í rútin og filmaði allan túrin til uppgávurnar, sum verða lagdar út á Snar í næstu viku.

Í rundkoyringini inni í tunnlinum, har annar vegurin fer inn á Strendur og hin til Runavíkar og víðari til Klaksvíkar, møttu vit listamanninum Tróndi Patursson. Hann og sonurin Brandur gera ein upplýstan dansiring, ella bara manngarð, rundan um ikonisku súluna, ið stendur eftir í millimetur nágreiniligu boringunum, sum røkka 187 metrar niður frá vatnskorpuni, har tær eru djúpastar. Ongastaðni er hallið meir enn 5%, so her er javnt og lagaligt at koyra. Afturvið fer Jens L. Thomsen at gera eitt tónleikastykki til teinin.

Fryntligir arbeiðsmenn í hjálmi og vesti arbeiða kring rundkoyringina. Teir eru úr baltisku londunum og bilførarin er úr Noregi. Kringvarpið bíðar til vit eru lidnir at fotografera Trónd og hansara listaverk, sum er skorið út á Skipasmiðjuni. Tá liðugt er, skal ljós verða aftanfyri ringin, ið tekur saman um undirjarðisku súluna. Hetta er mest hugtakandi staður eg kann koma í tankar um í Føroyum beint nú. Helst verður hetta ein altjóða attraktión og eitt myndamotiv hjá ferðafólki, eins og Múlafossur, sigur Teitur, tá vit koyra víðari. 

Hóast vit í dag sluppu at steðga á og fara úr bilinum, fer hetta ikki at verða loyvt, tá tunnilin er tikin í brúk. Tá verður ikki loyvt at fara úr bilinum. Heldur ikki at súkla. Um ein bilur koyrir spakuliga, spakuligari enn hinir bilarnir, so fara alarmar og myndatól beinanvegin í gongd, sigur Teitur. Á baksetrinum eru vit samdir um, at vilt tú verða sæddur, so er at fara út at pissa í undirsjóvartunlinum. Men vit vilja staðiliga ráða frá at taka sær tílík óráð fyri.

Eftir at hava verið uppi úr tunnlinum úti í Rók í Saltnesi og yviri á Strondum, eru vit aftur heima á Hvítanesi. Tað skýmir og eyðkendu rundu portalarnir eru tendraðir. Men trupult er at avmynda teir soleiðis uppá standandi fót. Tað dugir helst bara Ólavur Fredriksen. Men her eru teir so.

Heimafturkomnir til Havnar takka vit Teiti fyri hesa fyrimyndarligu vælvild millum stovnar. Siktið er, at mánadagin skulu vit hava tilfarið klárt og liðugt. Í matstovuni skifta vit orð um hesa uppliving, sum var so sjáldsom og hugtakandi, at vit hava ikki orð fyri tí. Framtíðin er komin til Føroya. Einki fer at ávirka Føroya framtíð sum henda verkætlan, Eysturoyartunnilin, hin størsta í søguni. Nú bíða vit ikki bara eftir jólunum, men eisini eftir tunlinum. At hann letur upp og at øll takan hann til sín. Tí hetta er framtíðarbygging.