Norðurlandaráðið kunngerð úr Finnlandi í kvøld, at íslendski filmurin "Dýrið", sum hevur altjóða heitið "Lamb", fær stóru filmsvirðislønina í ár. Virðislønin er 300.000 krónur. Filmsleikstjórin Valdimar Jóhansson, sum sæst til høgru, var útlendskur gestadómari í Geytadómsnevndini í farnu viku. Filmsfelagið vísti filmin "Dýrið" í Havnar Bio í januar í ár. Á myndini síggjast Valdimar og konan, Hrönn Kristinsdóttir, sum eisini er framleiðari. Millum tey er formaðurin í Filmsfelagnum.
Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum máli úr Helsingfors í kvøld: "In a unique and darkly menacing fashion, LAMB combines Iceland‘s tradition of pastoral cinema and the literary heritage of the folk tale. Working within these parameters, the director adds a rich layer of religious symbolism and aspects of the kammerspiel to create a unique tale of wonder, loss and horror. As certain aspects of the narrative unfold, the film presents a world where human definitions and desires are exposed as suspect and ordinary life appears alien. The animals’ sensitivity to the slightest disturbance in their surroundings is effectively used to create a sense of underlying threat, magnificently underscored by a constantly attentive yet unobtrusive camera and an eery soundscape. The film is both a disturbing and original cinematic experience in its take on human interaction with nature and its consequences."
Nordisk Film og TV Fond umsitur filmsvirðislønina.