Meðan dunið frá eysturevropeiskum skipum rullar inn móti føroyskum langafríggjadagslandi, dagar hesin skjøldur upp úr bakkanum. Har vildi eg fegin búð, er mín fyrsti tanki. Geri up við meg sjálvan, at omanaftur skal gongutúrurin leggjast fram við hesum húsum. Tað er í fyrsta lagi eyðsýnda útsiktin og síðan byggisniðið í lendinum, sum fangar mín áhuga. Tílíkt sæst ikki í íbúðabygging í høvuðsstaðnum, sum er mesta at líkna við eitt klondike. Fremmandu risaskipini á fjørðinum, fiskiskip og móttøkuskip, duna allan vegin tá tú gongur úti við Strond. Summstaðni slær eystandunið aftur og tú verður mintur á filmin "Breaking the Waves" (1996), har fremsti kvinnuligi offursleikarin er umborð á rustaðum skipum, sum skotar kallaðu klondikers. Langafríggjadagsminnið um siglandi klondikers er langt síðan skolað upp á land og hevur heft seg alla staðni í býnum. Grefligast, tey árini Glasir varð í gerð, og alt uttan um fór at liva eitt nýtt lív, sum ikki var sæð fyrr, lívið hjá klo