So fóru tey øll avstað, amerikansku fotografarnir, sum hava havt verkstovu, photo workshop, á Hotel Føroyum, í tveimum fólkavognsbussum, ið hómast í ovara høgra horni, og annars úti um alt landið í tíggju dagar. - Hetta verður eitt afturvenda fotoparadís hesa ársins tíð, hvørt ár, siga tey. Ivaleyst eru tey bestu sendifólk, vit kunnu fáa, tá umræður at gera vart við fotolistarligu møguleikarnar í sterka og støðugt skiftandi ljósinum kring oyggjarnar hesa ársins tíð við skiftandi veðurlagi, har tey serliga hildu tað vera stuttligt at hoyra poetisku veðurforsøgnirnar. Tey eru frá vinstru og runt eftir klokkuni Robyn Jorde, ferðaleiðarin Bill Schwab, David Brown, Carol Chu, Kerik Kouklis, Steve Hanrahan, Carol Dows Kouklis, Karen Williams, Jim Collum og eg sum sjálvsufremjari við iFonini. Onkur var farin til Suðuroyar í triggjar dagar.
Ljósið var skiftandi í dag, frá tí gráliga og kalliga til blábjartan himin við summarsól, tá vit søgdu farvæl eftir ein lunsj bita á Irish Pub. Tað dámdi teimum væl, kanska serliga umhvørvið, hóast nøkur teirra høvdu verið á KOKS frammi við Gjónna hóskvøldið. - Vit fingu átjan rættir og kokkurin var framúr at siga frá øllum. Og so var vínskráin eitt perfekt match, og eins fantastisk uppliving, og at verða heintaður á hotellinum, koyrdur til Norðradalsskarð har steðgað varð, niðan á Sornfellið, har tað aftur varð steðgað at síggja, fevna og smakka alla nátturuna, og so til hjallin, the shed, hesumegin vatnið, at fáa fyrstu rættir, og so fram við vatninum í einum Land Rover, og niðan til gomlu húsini frammi við Gjónna, har veruliga matstovan KOKS er. Kostnaðarmikið gamaní, men ein gastronomisk uppliving fyri lívið, segði Karen Williams úr Michigan, longst til høgru á myndini ovast. Í góða summarljósinum gingu vit gjøgnum skipasmiðjuna Mest at síggja pólsk skelti mitt í Havn og at síggja, hvussu gamlir bygningar verða umvaldir og fáa nýggjar leiklutir.
Meðan vit siga farvæl síggi eg, at kuffertið hjá Kerik við dronu í, hevur fingið føroyska Flaggmerkið á. Omanfyri er California, men til høgru eru tvey klistrimerki frá Mongolia. Har hevur dronan flogið innan hon kom til Føroya, nú hon fangaði stórbærar myndir yvir Saksun, ja, Saksun, har onkur lærdi eitt banniorð ella tvey úr djóragarðinum, og aðrastaðni við í okkara praktfulla og friðarliga fotolandi, sum nú er um at vakna úr dvala. - Her eru longu nógv ferðafólk, alla staðni har vit koma, siga tey, og undrast yvir ikki bara pólska verkamannasambandið, men eisini russisku handilssambondini.
Og heima er formaðurin í Eigarafelagnum, Høgni, í fullsving við plenuklipparanum, sum eingin Gutti er at røkja longur. Soleiðis hevur alt sína tíð á ymsum støðum á somu jørð.