Niðan eftir Áarvegnum varnast tú í hesum døgum, at húsini hjá Eingla Per eru fyrst brotin niður, og verða nú bygd upp aftur, eftir øllum at døma í upprunaligum sniði. Sjálvur haldi eg, at henda nýggja fasadan riggar munandi betri enn hin fyrra, sum var ein ótýdligur kassi uttan nakran veruligan bústaðarprofil, meðan henda nýggja fasadan í passandi mun leggur seg estetiskt snøgt upp at næstu bygningum niðan eftir. Blákollan og frisørsalongin Kvilt, sum fingu gulan lit undir koronastongslinum, peika í mínum eygum á ein enn meira livandi miðbý enn fyrr. Haldi tað er eitt stuttligt mark, sum Bringsnagøta setur millum gamla og friðaða býarpartin úti á Reyni, og so uppi á Húsabrúgv og niðan eftir Áarvegnum, har pláss er fyri klivplantum, bara tær ikki verða til villvaksingar. Einferð helt Birgar, at Amtmansgarðurin, sum er beint yvirav hjá Eingla Per, burdi verið tikin niður, so havnarborgarar sóu inn í lovaða garðin kring borgina. Kanska hevði tað riggað, men á hesum