Skip to main content

Fyrsta kvinna í Saudiarabia ger film


Hetta er Haifaa Al Mansour (f.1974), sum er fyrsti kvinnuligi filmsleikstjóri í Saudiarabia. Nú hevur hon gjørt spælifilmin ”Maryam - The Perfect Candidate”, sum Filmsfelagið vísur mikudagin 8. juli.

Haifaa hevur lisið bókmentir í Kairo og film í Sydney.

Evnið, ið er arabiska nútíðarkvinnan móti eini aldargamlari patriarkalskari hevd, sást eisini í sýriska heimildarfilminum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti 4. mars í ár, tá læknin, Haifa Awad, innleiddi.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer at innleiða sýningina við nýggja saudiarabiska filminum ”Maryam – The Perfect Candidate”.


Spildurnýggi spælifilmurin, sum varir 100 minuttir, sigur okkum søguna um eina dugnaliga og framsøkna kvinnu í Saudiarabia, sum er lækni, Dr. Maryam Alsafan.

Hóast førleikar og avrik, noyðist hon at stríðast fyri at verða vird millum teir menn, hon alla tíðina arbeiðir saman við og teir sjúklingar, hon er um.

Tá Maryam ikki sleppur til eina samrøðu um eitt betri starv í Dubai, verður tað dropin, ið fær bikarið at flóta yvir.

Ørkymlað, tí hon ikki verður tikin fyri fult, stillar Maryam upp til kommunuvalið, sum stendur fyri durum.

Saman við báðum systrunum savnar hon pening og fer at leggja valdystin til rættis.

Men so hvørt fólk leggja til merkis, hvat hon hevur í kvittanini, veksur mótstøðan, og ágangurin verður øgiligur móti henni og familjuni, sum støðugt renna seg í tær forðingar, ið verða lagdar fyri kvinnur í Saudiarabia.

Meðan valið nærkast, savnast Maryam og hennara húski at leggja alla orku í at gera eina miðvísa og kreativa roynd at flyta siðbundna samfelagið longur fram á leið, tí Maryam vil ikki gevast á hendur.

Evnið, ið er arabiska nútíðarkvinnan móti eini aldargamlari patriarkalskari hevd, sást eisini í heimildarfilminum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti 4. mars í ár, tá sýriski læknin, Haifa Awad, innleiddi.

Danska felagið Angel Films hevur útvegað Filmsfelagnum nýggja saudiarabiska filmin, sum verður sýndur við donskum undirteksti, sigur felagið í tíðindaskrivi.