Nú fyllir Útvarpið 65. Tað hevur fylgt mær alt lívið, og 20. juni nái eg, um Gud vil, sama aldur. Eg eri útvarp og eingin annar stovnur hevur myndað meg so nógv sum føroyska Útvarpið. Ja, eg kann enn finna uppá at siga ”í útryðjuni av býnum, har norðuri í landinum”, bara tí at soleiðis segði Útvarpið. Tað skapti ein resonans, sum gekk í eitt við føroysku fólkasálina. Nú eg longu havi nomið við Satan, Gud og sál, er tað serstakliga spennandi, at Hanus Kamban hevur eina tíðargrein í dagsins Dimmu um Útvarpið. Á sama hátt sum Dimma eisini fær Jóanes Nielsen at skriva ógloymandi idigneraðar tíðargreinar, sum glógva í tíðini, greinarnar. Fyrr var Gunnar Hoydal, sáli, ein triði meistari í sama blaði, kanska hin fyrsti, skulu vit gera ein tignarstiga, og so Oddvør Johansen eisini. Grundin til at eg nevni hetta er tann, at tað hvílir ein redaktionell ábyrgd á øllum miðlum. Bert fáir gera nakað við tað. Hanus nevnir í dagsins tíðargrein øll tey væleydnaðu avrik, sum Útvarpið hevur drigið í la