Eru árini til tað, verða vit við jøvnum millumbilum mint á, at tey sum hava nógv uppá hjartað, fáa ikki rúm fyri teirra uppáhaldum, og fara so aðrastaðni. Soleiðis hevur altíð verið. Men aldri fyrr hava so nógv havt so nógvar pallar at skriva á og rópa í. Og at taka repeterandi myndir av Múlafossi og Fossá at leggja á Insta, sum stundir ikki eru at skriva fult út. Insta í minsta.
Men samstundis hava tey, sum fyrr vóru einaráðandi í almenna rúminum - teir skriftlærdu kongarnir í jarðarinnar manningarhúsi - aldri verið so hótt at missa tign, sum berar av einastu meiningsfullum setningum í borgarliga samfelagnum. Og góðum repeterandi instamyndum, bevares.
Aldri hevur heimsins kór kunnað verið fjøltáttaðari enn nú.
Men krígsstøðurnar eru ikki færri fyri tað, hvørki í kabulskum veruleika, ella millum bleiktrandi reglurnar á heimliga tíðindaskíggjanum.
Skriviligi førleikin er ikki nýuppfunnin, og maktin at definera, hvør skal sleppa til orðanna er enn eldri. Eins og alt annað, sum stingur djúpt í at síggja til sakleyst meiningsleysa gerandisdegnum, er hetta ein stættarbardagi um, hvør skal sleppa til orðanna, skapa fokus og definera maktina og býti av ágóðum.
Hava vit tapt, spyr Weekendavísin, og sipar ikki bara til taliban í Afganistan, men stríðið móti yvirgangi, nú tjúgu ár fara at verða liðin síðan mest skakandi yvirgangsatsókn í okkara tíð.
Tiltakandi tvístøður og polariseringin herheima og úti í heimi er ikki bara ein avbjóðing. Tað er blivið eitt grundsjónarmið og støði undir veruleikanum og hvussu vit síggja hann, veruleikan.
Og ímeðan breiðkar gjógvin millum tey, sum sita á maktini og tey, sum ómælandi lata seg kúga, tí tey hava ikki pappír uppá vitan og førleikar. Tey røttu papírini at sleppa at bestemma.
Gamaní er kríggið tapt móti Taliban. Í hvussu er í løtuni. Eftir Sovjet og USA verður kanska Kina hin triðja maktin, sum tekur seg inn í Afganistan bara í okkara tíð meðan vesturheimurin selur vápnini, flogførini og hernaðarvagnarnar.
Og her hjá okkum eru vit upptikin av at teppa viðmerkingar á portalunum. Eg haldi ikki at tað bumbuholið skal teppast.
Fyrr havi eg sagt á hesum bloggi, at rætturin at vera idiot skal virðast og varðveitast. Viðmerkingar undir greinum skulu ikki strikast. Tað er har, sjálvbestaltaðu idiotarnir gera um seg. Við mynd og navni.
Fyrr havi eg eisini sagt á hesum bloggi, at netið og serliga Facebook var fyrsti møguleiki hjá ólærdum arbeiðarum at seta seg afturá eftir loknan arbeiðsdag og greiða frá, hvussu gekst og so út í hjallin eftir einum tjógvi at njóta. Skrivað í ljóðskrift, uttan reyðan lærarapenn, og tó púra forstáiligt. Og helst fyrsta væleydnaða framsøgn hjá verkamanninum í uppgávuni, sum tey lærdu kalla skrivlig framseting.
Eg haldi ikki vit skulu teppa henda nývunna tøkniliga skrivimøguleika.
Heldur skulu virkandi redaktiónir við lærdum fakfólki fáa kravboð um at verða virknar, og politisk valdir maktpersónar fáa til uppgávu at tryggja eitt grundstøði, so redaktiónir verða virkisførar í størri mun enn tær eru nú.
Annars villast vit í trøllum.