Skip to main content

At hoyra søgur úr egnum veruleika

Týskvøldið gjørdu Jan Lamhauge og hansara fólk eitt ordiligt come back við sendingini Teir ómettiligu. Jú, tað er í kalkyni, tí tað er týðuliga ein maskulinur eginleiki at vera ómettiligur, ikki minst tá tað snýr seg um jarðiskt góðs og fæ, um tú so skalt bøta fyri alt við sál tínari. 

Religiøsiteturin er eyðsýndur, eisini tá vit lesa longur í tekstinum: “Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara”. Eitt av mínum yndissitatum. 

Og her er tað Jan Lamhauge kemur inn í myndina, journalistiskt at taka skøl frá eygunum, sum vit blindu atkvøðuneyt, fyrilitarleyst trúgva uppá og lata okkum blenda og tøla av í einum politiskum veruleika, sum á øllum stigum er gjøgnumsúrgaður av korruptión og pengasterkum útlendingum, ið brúka primervinnuna í Føroyum sum royndarvøll til egna ótálmaða girnd úti í heimi. 

Noteraði  mær í morgunbókina henda sama týsdag, at Kringvarpið byrjaði tíðindadagin við tveimum søgum. Onnur var um turbulens í flogídnaðinum, og hin um tey bæði ungu í bretska kongshúsinum, sum vóru flýdd undan rasistum og bretsku pressuni til USA at møta Oprah Winfrey. 

Í fyrra førinum var føroyska kringvarpskeldan check-in.dk og í seinna førinum var keldan dr.dk. Tvær danskar heimasíður um útlendsk tíðindi í føroyska almannamiðilinum. Hetta eigur at verða rulla aftur, sum tey siga í korruptiónsraktum vinnum. Hetta eigur at verða rulla aftur. Aftur til kelduna, so útvarpsfólkið sjálvt kann taka fakligt bestikk, og ikki leggja seg á danskar keldur, sum skræpa á steini, ið ein plagdi at siga. 

Sum eingin annar gekk hann høgt uppí ytra málsliga stílin. Við journalistiska útvarpsinnihaldinum frá somu tíðindavakt var tað tíanverri so, at tað var umsett beint frá tekst tv hjá tv2 í Danmark. Tað hevði minni týdning, um nakran, innihaldið. Formurin var alt. 

Sendingin týskvøldið var ein fragd at síggja, tí hon við stuðli frá evropeiska felagsskapinum fyri gravandi journalistikki, IJ4EU, traðkaði í karakter, og gav okkum ein heimligan nagla at hanga torsskildu heimsmyndina á, hóast universella korruptiónssøgan ikki verður søgd eftir einum degi í nøkrum landi.

Og ikki minst rørandi klippið við reiðaranum á Vesturvón, sum einki kundi gera, tá alt varð selt undan honum. Bara fyri mammon. Tað var mest rørandi afturklipp í korruptiónssøguni. Einki skip og tó mitt á keiuni í Sørvági. Ikki sørt, at tú leitar aftur til heitið á Victorsa bók frá eftirkrígsárunum Tikin ella latin eftir.

Takk fái Jan Lamhauge og hansara fólk fyri at siga okkum journalistiskar søgur úr okkara egna veruleika. Haðani gongur mín heimsmynd. Heimanífrá.