Dagsins hetja, Teitur Samuelsen, fotograferaður við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í dag. Í Námi hava vit arbeitt við undirvísingartilfari til Snar um nýggju farleiðina, sum fer at knýta Havnina saman við Eysturoynni, og gera eina søguliga nýggja meginlinju av flogvøllinum, um høvuðsstaðin, til Runavíkar og heilt til Klaksvíkar og aftur. Eitt søguligt knýti, ið ger flestu fólk og bilar í landinum so ómetaliga nógv meira flytbar enn nakrantíð fyrr. Ja, enska orðið mobility fer heilt vist at fáa nýggjan týdning og nýggja nýtslu í føroyska veruleikanum. Flytleiki og flytføri sum orðabókin sigur. Í morgun skeyt starvsfelagin, Rói Joensen, upp, at vit burdu farið at fotografera í tí meir enn 11 kilometur langa Eysturoyartunnlinum, so undirvísingartilfarið eisini kundi verða í myndum og ikki bara í turrum teksti við tungum rokniuppgávum, og tað í góðari tíð innan tunnilin, sum er Føroya størsta verkætlan, letur upp leygardagin hin 19. desember. Tá eru allir skúlar farnir í jólafrí.