Skip to main content

Síðsta skot í Havnartunlinum


Samstundis sum Bárður Jákupsson, listamaður, setur mentanarnáttina í Havn, fer Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, at lata síðsta skot av í Havnartunlinum, sum er teknaður á Føroyakortið omanfyri. Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja. Skotið verður latið av kl átjan 5.274 metrar inn í tunlinum, Hvítanesmegin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, siga borifólkini. - Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis, verður sagt á heimasíðuni hjá Samferðsluráðnum, nú ein nýggj sambinding er gjørd til Havnar, og hin næsta er fyri hondum.


Skráin fyri hátíðarhaldið, nú sprongt verður ígjøgnum til Havnar í dag, er henda:

Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.
Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.
Niklas Foldbo, ein av íverksetarunum av Eysturoyartunlinum heldur røðu.
Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri letur seinasta skot av í Eysturoyartunlinum.
Í sambandi við tiltakið verður tónleikur og bjóða verður til ein drekkamunn á Hálsi í Havn, siga fyrireikararnir.