Á øðrum sinni varð tónleikatiltakið MíttLand hildið á Femøren á Amager í Danmark, hesuferð við tveimum pallum, einum úti og einum inni, í tveir dagar. Gamaní er betri tamarhald á veðri, ljóði og pylsusølu, tá størsti pallurin er innandura í risatjaldi, men tá er uttandurakenslan, grøna grasið, sólsetrið og leyvið í trøðunum slept. Tó, í fjør var MittLand hildið seinni í september, og tað bleiv rættuliga kalt í myrka skugganum, tá sólin setti, meðan Oyrarsund hómaðist í baksýni. Tað bilti so ikki í ár. Og enn var grøna grasið og Volkswagen-pylsuvognarnir ikki langt frá tjaldinum. Deiliga retro. Eins og lítli Bjartur, omanfyri, kundi tú ganga inn og út, uppliva intima pallin undir trøðunum uttanfyri, við einum heitum fronskum hundi í hondini, fiskasúpan til tey vaksnu frá Jan, ella bara fara inn í tjaldið og ganga mitt millum risastóru hátalararnar hjá Hjalmari Hvítklett, - og akkurát í hesum lamiterandi krossfelti hoyra Swangah við besta dreiv, eg minnist meg hava