Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2025

Ber til at siga søguna um Holocaust við lutum?

Tað er spurningurin, sum føroyskt gifta Astrid Danielsen setir mær, nú vit møtast í Aarhus, har árliga tiltakið Lærfest er. Havi ikki verið her fyrr, men leppi í meg av vitan og royndum, sum eg skilja at hon og hennara starvsfelagar, leggja fyri dagin. Vit verða biðin at taka ein lut í hondina, grundgeva fyri valinum, og so halda lutin saman við einum øðrum, sum onkur annar hevur tikið úr undirvísingarkassanum. Og so er samrøðan í gongd, við fólk tú ikki kendi, men kortini ógvuliga spesifikt um Holocaust, tí tað er luturin, tú hevur tikið úr kassanum og nú heldur í hondini, sum birtir kjakið. Ein taktil tilgongd til eitt stórt og samansett evni, ið kann verða trupult at skilja, hóast tað alla tíðina, meir og minni, er frammi, hvørki bundið at tíð ella landafrøðiligari avmarking. - Seinastu árini eru munandi fleiri antisemitiskar hendingar skrásettar her í landinum, sigur Astrid, tá eg fritti hana um orsøkina til hetta námsfrøðiliga átak, ið vendur sær móti yngri næmingum, enn eg fyrr h...

Arbeiðarastættin dagførd

Á poetiskan hátt lýsir Sakaris Stórá arbeiðarastættina á bygd í Seinasta paradís á jørð , har flakavirkið, upp móti grøna bønum, letur aftur, og trupuleikar eru heima, har húskið er dysfunktionelt, viðurskiftini millum systkinini ikki fungera og so slettis ikki við pápan (Hans Tórgarð), sum eftir at mamman doyði, er viknaður í kongunum og mest sum fráverandi, hóast hann í fyrstu senu er farin at venja. Venja, sum tey gera á fitness støðum í Havn. So er karmurin lagdur. Eins stillførur og hann er sannførandi. Spentur út yvir kollektivu bygdina, sum liggur í andalopi. Burturhugurin er sterkur og fær fastatøkur á øllum. Næstan. Saman við briljantu fotograferingini hjá Virginie Surdej og sterkt berandi leikaravrikunum hjá Kára (Sámal H. Hansen) og yngru revolterandi systrini, Silju (Bjørg B. Egholm), fáa vit við poetiska optikkinum hjá Sakarisi innlit í kørgu umstøðurnar í niðastu stættunum í føroyska stættarsamfelagnum, sum eingin politikari, ið heldur Gini talið vera perfekt og stættarsa...

Lít á Harran lívsins sigling er hørð trygggóði Jesus teg ber

Ymisk eru húsini, tú sum smádrongur fert inn í. Og færri eru tey, tú javnan vendir aftur til, og gjøgnum lívið fært fragd av at hava upplivað.  Grannin, Mourits, og eg komu eitt kvøldið at tosa um mongu húsini í grannalagnum úti í Grønlandi. Tey fáu, har mann fór inn, og tey mongu, har rátt var frá at fara inn.  Veit ikki av hvørjum, men tað lá í luftini, at har tey royktu, fór tú ikki inn, og har ein snapsafløska segðist hava verið á lofti, har fórt tú ikki um gáttina, og har tey søgdust kvøða og dyrka føroyskan dans, og ikki at vera nakað so abstrakt sum gift, ella kanska enntá fráskyld - tað dugdu summi at tevja langan veg - har fekst tú innvortis tey vaksinatiónsráðini, aldri at koma í nánd. Okkara himmal var av eini aðrari verð. Ein dannilsisdemarkatiónslinja sum lítlingurin tekur til sín, bara hann lotar av hanakjafti, sum eg elski Anfinn, løgmann, fyri at siga upp í saman. Tað líkasum knýtti aftur í anarkistiska lívið úti í hesum arbeiðarabýlingi. Reglubrótandi hanakjaf...

Hvørjum haldføri ganga Føroyar ímóti?

Skjótt eru trýss ár síðan Joni Mitchell sang fyri aldrandi børnum, og samstundis viðurkendi at hon, nú einogfýrs, er eitt teirra: ”Songs to aging children come / Aging children, I am one”. Myndaklippið er av húsanum Clouds (1969). Havi hildið feriu hesa vikuna, men illa gongst, tí tað er blivið so ófriðarligt í landinum. Fyrst var tað Frihedsbrevet, sum partú vildi fortelja mær, og tað beint úr rættinum, at ein maður úr Algeria, sum fyrst varð ákærdur, nú er fríkendur fyri eina upplýsta nátt umborð á Norrönu at hava neyðtikið konuna, sum frælsisbrævið tekur sær rættindi til at upplýsa við navni, so eg fái ilt fyri hjartað, ikki tí eg kenni hana, men tí eg øtist um tað, eg lesi, og hvussu skrivarin vil hava meg at lesa tað. Eg verið infiseraður av eini lesibasillu, sum eg heldur enn miðlahald vil hava heilhyljandi vaksinu móti at lesa. So ganga tveir dagar, og nú er aftur ilt í føroysku heimasálini, tú nú eru døkkleittir menn komnir at larma uttanfyri hjá Finsen, okkara Nobelvinnara, i...

Várið kennist heilt niðan í Meksiko

Frá vinstru síggjast í køkinum í Húsagarð á fýrastjørnaða Hotel Brandan uppi í Meksiko: Mart, Sigurd, Tórur, Mogens, Florin og Bjørt.  Mart Manuel er yvirtænari í Húsagarði, matstovuni á Hotel Brandan her uppi í Meksiko, tey rópa, tí aldargamli garðurin, tey fluttu av Húsabrúgv, var so langt burturi. Síðan hevur býurin vaksi seg stóran, langt út um býarpartar sum úti í Grønlandi, eins og tey hava býlinganøvn sum Kanada aðrastaðni í Føroyum. Tað var í fjør, at eg fyrstu ferð møtti Mart , sum hevði arbeitt á fimmstjørnaðum hotelli í filipinska høvuðsstaðnum, Manila, hevði borðreitt fyri Imeldu Marcos, og ein vinmaður, sum hevði borðreitt fyri Frans páva, var í Føroyum og arbeiddi hjá Katrinu. Tí kom Mart higar og trívist væl, við soni og konu, hann úr norðara og hon úr syðra partinum av Filipsoyggjum. - Vit eru í einum góðum stima, bæði í gisting og í matstovuni, sigur Virgar Enghamar, stjóri á fýrastjørnaða Hotel Brandan, her fáa vit fyrst fáa ein Daiquiri sum á Hemingwaystaðnum, El...

- Eftirkomarnir fara at háða okkum fyri hetta!

Í Blaðnum Vikuskifti í dag hevur blaðstjórin, Ingi Samuelsen, eina góða oddagrein um Suðuroyartunnilin. Fyrst er at siga, at oddagrein sum tekstur er í dag ein serstakliga rár grein, sum er løgið, tí atgongd er til so ómetaliga nógvar pallar, har tú kanst geva út tekstir. Men gamla heiðurskrýnda tekstin, oddagrein, hava fá hug til at seta á prent, talgilt ella ikki. Í einum broti í oddagreinini í dag leggur blaðstjórin eitt framtíðarsikti, hvussu okkara eftirkomarar fara at háða, ja háða, okkum fyri ta avgerð, vit eru um at taka, undir leiðslu av løgmanni, sum samstundis hevur stavnsbundið miðlafólk í Kringvarpinum at vera limir í Starvsfelagnum, og eitt heilt fakfelag av miðlafólki tí hevur stevnt. Eitt tað mest undarliga, eg havi upplivað í mínum skrivandi lívi.  Brotið í Blaðnum Vikuskifti, sum eg vil lyfta fram, tí tað er so beinrakið, er hetta: ”Løgmaður hevur, saman við tunnilsfelagnum og stjóra tess, argumenterað áhaldandi fyri eini loysn, sum so at siga ongin er glaður fyr...