Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2024

Íslendski filmurin Missir í Havnar Bio í morgin

Íslendski framleiðarin, Fríðrik Þór Fríðriksson, sum í 1992 varð Oscartilnevndur fyri vakra filmin Börn náttúrunnar, sigur, at Føroyar vórðu valdar, tí tær verða nevndar í skaldsøguni hjá Guðbergi Bergsson, sum filmurin byggir á, og eisini eitir Missir. - Hugskotið var at lata Reykjavík standa gráan og keðiligan, meðan Føroyar tónaðu fram sum grønar og vakrar oyggjar, sigur Fríðrik, sum leggur afturat, at alt í Føroyum gekk væl í hond, wonderful and nice, sum hann sigur. Friðrik, ella Frikki millum vinir, er ein av mesta etableraðu filmsframleiðarum og leikstjórum í Íslandi. Í 1989 vitjaði hann fyrstu ferð í Føroyum. Tað var saman við Einari Kárasson, sum hevði skrivað søguna Skytturnar, um tveir stórhvalastingarar, sum koma í land. Fríðrik gjørdi søguna til film og vann fyrstu virðisløn á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck. Spurdur, um hann hevur hug at koma aftur til Føroya at gera film, sigur hann, játtandi, at ”Tað vildi eg fegin, gjørt ein film í Føroyum. Men tit mugu vera varin,

Burturtagdi sonurin

Fyrrapartin av sjeytiárunum vitjaði eg systkinabørn í Notodden í Noregi. Tá fóru vit í biograf í Drammen og sóu Cisco Pike við ultrakula Kris Kristofferson. Men best minnist eg lýsingina ”Olje i Nordsjøen, et eventyr fra vor egen virkelighet”. Eitt ævintýr úr okkara egna veruleika. Tað, sá eg á Tjóðpallinum í kvøld, har Sonurin hjá Jon Fosse varð framførdur. Byrjanin er við kalligum gittargrumsi hjá Benjamini, meðan gráa stovan hjá gráu hjúnunum kemur fram á intima pallinum.  "Hann hevur onga framtíð," sigur pápin. Men so kemur hann við bussinum, sonurin, sum tey ikki hava hoyrt frá í útvið eitt hálvt ár. Svartklæddur við høkuskeggi, pink turriklæði og hestahala, sum Fosse. Grannin, ið er komin við sama bussi, men hevur brúnt turriklæði, hevur eisini skegg og hestahala, sum Fosse. Hesin seinni dualisturin, grannin, tekur klárt erotiskt niður eftir stólarygginum í stovuni, tá hann kemur inn, og leggur eisini hondina dvalandi niður á ryggin á pápanum. ”Hann hevur ikki sagt na

Sóttarhald við brunnin

Móðir Lorenza á fjórðu hædd í tíðarleysa ungdómsleiknum um Romeo og Juliu úr húskjunum Montague og Capulet í sóttarrakta býnum Verona, ið er settur upp sum panoptikon á Glasi. Marita S. Dalsgaard er fransiskanaranunnan. Foto: Erla Rajani Ziskasen. Trý ár hevur hevur tað tikið at fáa verkætlanina um Romeo og Juliu at búnast, sigur Gunnvá Zachariasen, sum hevur boðið mær til frumframførslu á Glasi í kvøld. Nú er klárt, og eg lesi komprimeraða stutttekstin, the caption, í lýsingini av kendasta leiki í verðini: - Tvey ung og forelskaði hvør sínumegin eitt drápiligt arvastríð kempa fyri teirra kærleika í einum sjúkum heimi á tremur við haturi.  Soleiðis sigur Facebooksíðan , ið hevur allar upplýsingar um Romeo og Juliu á Glasi.   Tað er leygarkvøld úti í Marknagili, har eg seinastu dagarnar havi varnast, hvussu sjáldsama hvassur vindurin kann verða. Nú er vátaslettingur og myrkt, og eg eri komin inn um snurrandi svingdyrnar, ið eru betri enn tær í Musikkskúlanum. Havi sett bilin á stóra par

Dropi ert tú

Meðan vit liva í einum veruleika, sum politiskt enn er merktur og heftur av einum serstakliga trongum mentanar- og listasýni, hava vit lukkutíð eitt meira privatpersónligt vítt og aktivt uppsøkjandi mentanarsýni, sum av og á gevur okkum upplivingar, ið eru óvæntað sjáldsamar.  Ein tílík var í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið, har Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen buðu til frumframførðslu av tónleikaverkinum Dropi ert tú við undirtitlinum Sangur um lívið .  Eitt varisligt ekkó av samstarvinum kring sangleikin Jesus og Makedonarin fyri fjøruti árum síðan. Eins og tá hevur Pauli skrivað tónleikin, sum nú er fyri kvinnukór, strúkikvartett, klaver og bass, og Sigmund hevur skrivað tekstin.  Hann er í seks pørtum við heitunum Keldan, Løkurin, Vatnið, Áin, Fossurin og Havið. Tónin er javnt og høgt insiterandi, væl balanseraður í rúminum, men við støði í teim seks kvinnurøddunum ytst í vinstra borði, beint framman fyri, har eg siti.  Við ljóðmyndini fái eg ta fatan, at tónin er dropin, i

Hallur á heimavølli

Fríggjakvøldið varð Varpið á tremur av fólki, sum í tveimum umførum vildu sleppa at hoyra býarbarnið, sangaran og orkesturleiðaran, Hall Joensen. Eg var til fyrru konsertina, og um eg so valdi fimm parametur sum ýti, so kundi eg ikki annað enn verða nøgdur, ja meir enn tað, himmalskliga fegin, at uppliva Hall á heimavølli í Varpinum í kvøld. Parametrini eg setti mær fyri, vóru fimm; í fyrsta lagi persónurin Hallur, í øðrum lagi sjangran country og tað, sum staðbundið hongur uppi við, í triðja lagi lokala mentanarhúsið, sum er nýggjur pallur og savningardepil á hesum stað, í fjórða lagi fjøltáttaða skráin við sangum, og í fimta lagi manningin, og hennara instrument, sum skapti variatión huglag og úttrykk framman fyri og í resonansi við teim møttu. Konsertin er skift í tvey sett, fyrst tólv og síðan trettan sangir í tíðarrættari røð eftir útgávunum hjá Halli. Byrjað verður serstakliga virðiliga til minnis um vinin og tulkingarfelagan, Petur Rouch, við Hank Williams sanginum frá 1948 Heav