Skip to main content

Posts

Eingin nýggjárskonsert

Bert einaferð havi eg verið til laiv nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum. Allar hinu ferðirnar havi eg sitið við sjónvarpsskíggjan og fegnast um góðu teknisku og innihaldsligu avviklingina , sum kringvarpsfólkini siga. Frálíkt avrik, sum tó hevur verið eins skiftandi og skráin, solistarnir, verturin og uppleggið til hvørja sending. Frálíkt. Nú er hon burtur av skíggjanum, tí Kringvarpið skal spara átta milliónir, og ellivu fólk eru søgd úr starvi. Tað er tíggjundahvørt starvsfólk. Í fyrrárið spardi stovnurin seks milliónir. Eins og tá eru ikki nóg nógvir pengar til lønar- og prísvøkstur, sigur stjórin. Hetta stendur í skærari kontrast við politisku útmeldingina hjá sitandi samgongu um, at føroyska miðlalandslagið, og serskilt Kringvarpið, skulu styrkjast. Umframt heiðurskrýndu nýggjárskonsertina verða eingi tíðindi seinrapartar og útvarpsflaggskipið, Breddin, verður skerdur, og sjónvarpsflaggskipið við nýggjum føroyskum heimildarfilmum verður skorið í helvt. Eftir sum eingin annar í

Var Pinochet vampýrur?

Kilenski leikstjórin Pablo Larraín er ikki bangin fyri at verða ákærdur fyri majestætsfornærmelse , sum orðabókin kallar hátignarvanvirðing, og hin spanska orðabókin kallar Lesa majestad . Netflix sýnir nú nýggjasta filmin, El Conde , sum er spanskt og merkir greivin, og sipar til illa lýdda einaræðisharran Augusto Pinochet (1915-2006). Filmurin, sum er er tikin í Santiago í Kili, er svarthvítur, hildin í blóðdryppandi horrorstíli og er serliga hugtakandi, tá farið verður niður í kjallaragoymsulrnar. Í filminum kemur Pinochet til mans undir fronsku kollveltingini, smakkar blóðið á falløksini, tá Marie Antoinette verður avhøvdað, og byrjar nú eitt langt lív sum vampýrur. Eyðkenda silouettin av guillotinuni, fronsku falløksini, sæst aftur gjøgnum kilenska filmin. Í filmisku nútíðini verða nýtikin mannahjørtu koyrd í hvirlu meðan tey enn duka, hjørtuni, og síðan drukkin sum delikatessa. Pinochet er nú 250 ára gamal, mettur av døgum og vil doyggja. Men illa gongst at sleppa at doy

Hvør eigur rúmið?

Onkuntíð kanst tú hava eitt moment of Zen. Tað hevði eg nú ein dagin, tá danska Dorte Ågård helt fyrilestur fyri lærarum um talgildisbúgving í Norðurlandahúsinum. Ikki tí, siktið við fyrilestrinum, var at avmarka flokshøli í skúlanum, og hvørji devices , amboð, skuldu sleppa inn í rúmið, og eiga sín natúrliga rætt sum felags amboð í undirvísingini.  Á eitt sindur jánkasligum føroyskum sigur chatGPT uppá fyrispurning, at “eitt moment of zen er eitt sindur sum ein pási í daginum, har tú gevur tær tíð til at fegna tær um tað lítla og taka pustin í ein hektiskari hvønni.”  Hatta vóru so orðini hjá kjattbottinum. Hóast fátæksliga føroyska skrivingarlagið, skilja tey flestu, hvat meint verður við, tá sagt verður that was my moment of Zen. Enska útleggingin er munandi betri, men lat okkum halda fast í teirri føroysku løtuni og serliga í skúlahøpi. Tá fyrilestrahaldarin gekk gjøgnum grein eitt og legði hana út sum hina týdningarmestu í skúlastovuni, legði eg til merkis, at nakrar ungar kvinnur

Englemager, El Conde og Robbie

Englemager - krimi um abort Í seinnu helvt av 1800-talinum hava skandinaviskar avísir brúkt hugtakið englemager . Í hini norsku Wikipedia stendur at lesa undir englemakeri : Barnet var omskapt til en engel og foreldrene fri for enda en munn å mette, og ingen ble tiltalt for verken aktsomt eller uaktsomt drap. Omsorgssvikt var ikke straffbart på den tiden, da det bare var en nødvendig konsekvens av datidens fattigdom og nød. Senere kan uttrykket også ha vært brukt om den illegale abortvirksomheten som gjerne ble utført av såkalte «kloke koner». Nýggi danski krimifilmurin hjá Julie R. Ølgaard (f.1981) ber hetta heitið, "Englemageren". Ølgaard, sum er útbúgvin í Los Angeles, er ikki bara høvuðsleikari, men eisini leikstjóri og handritahøvundir, og hevur gjørt filmin uttan stuðul frá Danska Filmstovninum. Tað er líkasum eitt statement. Hóast javnur og gerandisligur, er filmurin ein sannførandi norðurlendskur krimi úr okkara tíð, men uttan dýrar framleiðslusenur. Ølgaard sæst í gó

Fyrsta roynd við chatGPT

  - Hetta er fyrstu ferð, at eg havi roynt vitlíki, chatGBT, sigur Katrin Dagbjartsdóttir við telduna. Hon er lærari í Skúlanum á Fløtum, og er í dag á Læraradegi hjá Námi um talgildisbúgving, sum er yvirskipaða evnið. Dagarnir, teir eru tríggir, eru í Norðurlandahúsinum, har allir lærarar í fólkaskúlanum hava høvið at møta ein av døgunum. - Sum sæst niðanfyri var spurningurin, eg royndi meg við, á enskum, tí tað er best útbygt enn. Hann snúði seg um, at koma við uppskotum til loysn av aktuellu Ísrael-Palestina konfliktini.  Sum sæst niðanfyri, komu tíggju punkt fram, og hesi vóru áhugaverd. Okkurt var ikki heilt rætt, men nógv var sera gott. Víst verður eisini til aðrar keldur, so til ber at fara víðari, og kunna seg meir um evnið, sum spurt verður um. Fari heilt víst at arbeiða meir á henda hátt, sigur Katrin, og leggur afturat, at vit mugu ikki bara síggja chatGBT sum ein fígginda í mun til skrivlig avrik hjá næmingunum.  - Vit eiga heldur at læra okkum at nýta hetta amboðið á rætta

ChatGPT verður lítið brúkt í skúla

Talgildisbúgving er evnið, nú Nám skipar fyri árliga Læraradegnum í Norðurlandahúsinum.  Undan degnum, sum 7.-9. novembur savnar allar fólkaskúlalærarar í Føroyum, hevur Undirvísingarstýrið, har Andreas Simonsen, sum sæst omanfyri, er verkætlanarleiðari, gjørt kanning av í hvønn mun lærarar brúka chatGPT, Bing, Bard og líknandi kjattbottar í undirvísingini, ella at fyrireika seg og næmingarnar til undirvísingina. 484 lærarar hava svarað sekstan spurningum í kanningini , sum staðfestir, at bert trý prosent av lærarunum brúka chatGPT ella líknandi kjattmenni í undirvísingini.   Her kann øll kanningin lesast:

Tilgjørt vit

Menniskjað hevur altíð verið hugtikið av maskinum og er tað enn. Onkuntíð hava vit verið bangin fyri maskinum, tí tær kundu gera okkum arbeiðsleys og taka ræðið á øllum. Í fyrstuni dugdu bara prestar at lesa í hondskrivaðum bókum. So kom prentkynstrið og gav okkum prentaðar bøkur á okkara egna máli. Í 1865 fór ein av kendastu høvundum, Jules Verne, at skriva um mánaferðir. Fólk undraðust, tí tað høvdu tey ikki lisið um fyrr. Eftir seinna Verðaldarbardaga vóru fólk bangin fyri, hvussu milliónir av fólki kundu ganga í takt og gera tað, sum tey vistu, var skeivt. Akkurát sum at happa í skúlagarðinum. Kanska var tað tí, at George Orwell akkurát tá skrivaði framtíðarsøguna 1984. Í søguni er tað ein óður einaræðisharri, sum sær og bestemmar alt, sum fer fram millum fólk. Men so kemur ein onnur maskina inn í søgukynstrið. Tað er teldan.  Ein søga um eina stóra teldu verður í 1968 gjørd til film um eina ferð langt út í rúmdina.  Heitið á filminum er ”2001: A Space Odyssey” og umborð er ein tel

Mistela og íblásturin, hon gav á Eiði

Elizabeth Taylor, Mistela (1856-1932)   Ein dag í juni 1895 leggur DFDS skipið Laura at í Føroyum. Ferðamannaskipið skal til Íslands og umborð er 39 ára gamla amerikanska Elizabeth Taylor. Hon er ein traveling lady, sum skrivar til bløð í New York og Boston.  Nú fer hon til Íslands at skriva um æður.  Hon hevur ferðast víða. Hevur verið á listaskúla í New York og í París. Hevur fiskað laks í Alaska, og ferðast eftir stóru áunum í Kanada. Í 1890 var hon fyrstu ferð í Evropa, og vitjaði í Onglandi, Skotlandi, Noregi, Fraklandi, Montenegro og Italia.  Tá Elizabeth hendan junidag í 1895 stendur á dekkinum á Lauru, er mjørki. Bráddliga koma Føroyar úr tí hulda. Tað er okkurt sjáldsamt, ið hugtekur hana, og hon veit, at her fer hon at vitja aftur.  Fimm ferðir kemur Elizabeth aftur til Føroya. Hon er tilsamans tíggju ár í Føroyum, mest á Eiði, í Miðvági og á Viðareiði. Tá hon er á Eiði, gistir hon hjá Caroline Amalie og Jens Jørgen Kruse, ið eru foreldur at Niels Kruse. Hann er fimtan ár yng