Menniskjað hevur altíð verið hugtikið av maskinum og er tað enn. Onkuntíð hava vit verið bangin fyri maskinum, tí tær kundu gera okkum arbeiðsleys og taka ræðið á øllum.
Í fyrstuni dugdu bara prestar at lesa í hondskrivaðum bókum. So kom prentkynstrið og gav okkum prentaðar bøkur á okkara egna máli. Í 1865 fór ein av kendastu høvundum, Jules Verne, at skriva um mánaferðir. Fólk undraðust, tí tað høvdu tey ikki lisið um fyrr.
Eftir seinna Verðaldarbardaga vóru fólk bangin fyri, hvussu milliónir av fólki kundu ganga í takt og gera tað, sum tey vistu, var skeivt. Akkurát sum at happa í skúlagarðinum.
Kanska var tað tí, at George Orwell akkurát tá skrivaði framtíðarsøguna 1984. Í søguni er tað ein óður einaræðisharri, sum sær og bestemmar alt, sum fer fram millum fólk.
Men so kemur ein onnur maskina inn í søgukynstrið. Tað er teldan.
Ein søga um eina stóra teldu verður í 1968 gjørd til film um eina ferð langt út í rúmdina.
Heitið á filminum er ”2001: A Space Odyssey” og umborð er ein telda. Hon fær navnið HAL 9000, og er sett til at røkja allar tøkniligar uppgávur umborð.
Sum frá líður fær teldan menniskjansligar eginleikar, tí tað hevur hon lært seg við at hyggja og lurta eftir fólkunum umborð. Teldan verður eitt menniskja við makt og innliti, sum bara veksur.
Síðani hava vit fingið teldur í mesta partinum av Heiminum.
Vit hava eisini fingið internet, sum kann knýta teldurnar saman og geva okkum innlit í størri bøkur, enn nakar nakrantíð hevur lisið í.
Men uttan at vit vita tað, verður hetta innlit avmarkað og stýrt av øðrum enn okkum sjálvum. Algoritmur kalla vit tað.
Nýggjasta er, at vit kunnu sleppa at nýta vitlíki, eftirgjørt vit, tá vit leita á netinum.
Vitlíki er ein maskina við menniskjansligum eginleikum, sum vit kunnu samskifta við á tí máli vit velja.
Umframt tekst kunnu vit eisini brúka myndir. Eftir egnum ynski og førleika kunnu vit laga til tann tekst, ella tær myndir, vit hava og vilja manipulera.
Hevur tú teldu, gott netsamband og góðan skúla, er hetta stuttligt at spæla sær við. Men hevur tú einki av teimum trimum nevndu, verður gjógvin millum tey, sum vita nógv og tey, sum vit lítið, størri og størri.
Tað kunnu vit spyrja chatGPT ella Bing um.