- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi roynt vitlíki, chatGBT, sigur Katrin Dagbjartsdóttir við telduna. Hon er lærari í Skúlanum á Fløtum, og er í dag á Læraradegi hjá Námi um talgildisbúgving, sum er yvirskipaða evnið. Dagarnir, teir eru tríggir, eru í Norðurlandahúsinum, har allir lærarar í fólkaskúlanum hava høvið at møta ein av døgunum.
- Sum sæst niðanfyri var spurningurin, eg royndi meg við, á enskum, tí tað er best útbygt enn. Hann snúði seg um, at koma við uppskotum til loysn av aktuellu Ísrael-Palestina konfliktini.
Sum sæst niðanfyri, komu tíggju punkt fram, og hesi vóru áhugaverd. Okkurt var ikki heilt rætt, men nógv var sera gott. Víst verður eisini til aðrar keldur, so til ber at fara víðari, og kunna seg meir um evnið, sum spurt verður um. Fari heilt víst at arbeiða meir á henda hátt, sigur Katrin, og leggur afturat, at vit mugu ikki bara síggja chatGBT sum ein fígginda í mun til skrivlig avrik hjá næmingunum.
- Vit eiga heldur at læra okkum at nýta hetta amboðið á rættan hátt, og samstundis fáa næmingarnar við.
Eftir at hava lurtað eftir fyrilesturi í Høllini á Læraradagenum um talgildisbúgving, heldur Katrin, at chat-botturin væl kann hella til ávísa politiska áskoðan, alt eftir, hvat er lagt inn í hann.
- So vit mugu brúka egið vit og skil, og eisini læra næmingarnar keldukritikk, sigur Katrin, og takkar fyri at sleppa at gera fyrstu royndina við chatGPT.
Niðanfyri sæst spurningurin, sum Katrin setti, og svarið sum chatGPT beinanvegin gav.