Skip to main content

OECD um seinasta skansan í Norðuratlantshavi



OECD nevndin setir seg við pallborðið í Basalt rúminum á Bryggjuni í Keypmannahavn. Á vegginum sæst búmerkið fyri ráðstevnuna, har frágreiðingin OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway varð løgd fram. Frágreiðing, sum er á enskum, telur 264 blaðsíður og er fyrsta skjal av hesum slag, har NORA økið verður sett saman og definerað. Kanska seinasti skansin, The Final Frontier, sum sagt verður einastaðni í frágreiðingini. Til vinstru stendur leiðarin í OECD nevndini, William Thompson. Síðani síggjast Gerard Bonnis, Carl Christian Schmidt og Carlos Icaza Lara. Longst til høgru eru Keith Storey og David Collins úr Nýfunnlandi og Labrador.



Orðstýrari var danski journalisturin Martin Breum, sum hevur búð í Grønlandi og júst hevur givið út bókina Når isen forsvinder á forlagnum Gyldendal. Í steðginum sigur hann, at evnið er so viðkomandi á okkara leiðum, at hann vónar at sleppa at geva bókina út á føroyskum eisini.


Fyriskipari av ráðstevnuni er stovnurin NORA, har Lars Thostrup er stjóri og Jákup Sørensen tekur sær av øllum sambondum, skjótt og effektivt. Tað var Jákup, ið ringdi til mín 1. apríl og spurdi um eg kundi traðka til, nú ein føroyskur journalistur og pallborðsluttakari var sjúkur og hevði givið avboð. Tók sum givið, at hetta var ein aprílsøga, men út á dagin sannførdi hann meg um at hetta var í álvara.

Halldór Ásgrimsson setti ráðstevnuna og beyð vælkomin til The Cold Area of the World. Lars Thostrup greiddi síðani frá um OECD kanningina og hvussu hon kom i lag fyri tveimum árum síðani. Lars vísti á ovurstóra havøkið í Norðuratlantshavi og hvussu tað knýtir saman og ikki bara skilir. - Men til tess at fáa nakað burturúr, krevst nakað eykað, og hetta eykað er NORA, segði Lars og vísti til orðatakið Gløgt er gestsins eygað, nú kanningarbólkurin hjá OECD fór at leggja fram. - Eg vóni at politikarar i økinum fara at taka frágreiðingina til sín og brúka hana, segði Lars at enda.


Leiðari í kanningarbólkinum er William Thompson, í ljósum jakka. Hinir eru frá vinstru Carl Christian Schmidt, Carlos Icaza Lara og Gerard Bonnis. Leiðarin, Thompson, tosaði um útjaðara og í mun til hvat, hetta hugtak kann brúkast og verður brúkt. Geography is not destiny, bleiv sagt nakrar ferðir. Allir nevndu viðurskifti kring veðurlagsbroytingar, sum í 2040 helst fara at skapa nýggjar siglingarleiðir og binda Norðurtlantshav saman við norðara Kyrrahav í eystur og vestur og stytta munandi um siglingarleiðir, kanska 40%, millum Rotterdam og San Francisco, the Northwest Passage í vestur og Yokohama the Northern Sea Route í eystur.

Carlos nevndi stóru frástøðurnar millum fábygdu londini og hvussu óhøgligt tað var at ferðast eina beina leið í Norðuratlantshavi. Carl Christian hevði hug at arga fiskimenn og spurdi, hví teir vóru so býttir at fiska, heldur enn at fara á universitet og lesa. Makrelurin og hvussu hann svimur frítt úr sjógvi í sjógv í hesum broytingartíðum, fekk eisini umrøðu og Carl Christian spurdi retoriskt, hvør átti makrelin? Seinni nam hann eisini við grindadráp, sum hann ikki á nakran hátt var ímóti. Men tað er ikki vist, at onnur deila míni sjónarmið, legði hann afturat.

Bonnis nevndi eina rúgvu av tølum, sum vóru tengd at veðurlagsbroytingum, serliga við atliti til ferðavinnu. Keith Storey, professari úr St Johns í Nýfunnlandi og Labrador, greiddi frá um fiskivinnuna, sum fyrr var avgerandi, men nú er burtur og er avloyst av olju og gassi. Depending on ressources is a dangerous thing, segði Storey sannførandi og tosaði um human capital. - At halda fólki heima, er ein ógvuliga trupul uppgáva, segði Storey ikki sørt ávarandi.

David Freshwater, professari úr Kentucky, nam við peripherality, bygd og bý, og hvussu relativt hetta hugtak í veruleikan er kring allan heim. Infrastrukturur er góður, men er ikki alt, segði Freshwater og nevndi eitt dømi um vegir og tunnlar til ein fjarskotnan stað, har øll rýmdu, tá nýggja ferðslusambandið kom. Og so var Freshwater so hugtikin av føroyskum ungdómi, sum ferðaðist so víða. Men sambondini millum londini her í útnorðuri vóru av allari leið, helt hann. Fólksliga sambandið, ein fólka-linja, má verða millum øll NORA økini, segði Freshwater.


Ólina Thorvaldssóttir, altingslimur, fíltist á manglandi politiskt samstarv í økinum. Hans Pauli Strøm nevndi eisini at eitt víðkað NORA-mandat var neyðugt. Grønlendski tinglimurin Juliane Henningsen nam við the brain drain, fyri ikki at tala um the egg drain, sum eins og úr Føroyum, fer beina leið til Danmarkar og mest sum aldri kemur aftur. Í NORA økinum er hetta ein serligur trupulleiki fyri Føroyar og Grønland, sum bæði hava samband við Danmark. Nevnt varð í fleiri førum at meðan londini kring Eystarasalt The Baltic Sea Region øll eru ES limalond, so er hetta ikki galdandi fyri NORA londini, har neyvan nakað land er eins og á sama støði í ríkisrættarligum spurningum. Tí er torført at brúka baltiska modellið og føra tað yvir á eitt komandi NORA øki uttan munandi tillagingar, har neyvan nakar annar enn Norðurlandaráðið tekur leiklutin hjá ES.


Claire Nauwelaers frá OECD greiddi frá um íverksetan, divertification og innovation, kvinnur í fábygdum NORA økjum, kreativar vinnur og fjarleystur. Hon førdi fram fyrimunin, sum er í tí smáa, the advantage of being small, men ávaraði í sama andadrátti móti vánaligari politiskari stýring, bad government. Við pallborðið sat m.a. Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum og norska Janne Vangen Solheim, sum greiddi frá 122 ára gamla virkinum Janus, sum ger undirbuksir og hevur lært at tillaga seg nýggjar tíðir og nýggj krøv, ella at brúka wrong culture mótvegis good culture. Hon endaði við at seta bleytu virðini the human aspect upp móti teknisku viðurskiftunum bussiness and politics. Fýra kvinmur og ein maður sótu við hetta pallborðið. Maðurin, Anders Stenbakken úr Grønlandi, nevndi at innan ferðavinnuna har í landinum stóðu tey 100% inni fyri kópaveiði, sum av øllum pørtum varð mett sum burðardygg. Tey vóru pro aktiv, tá tað galt lokala veiðu, sum umheimurin hevði eina aðra fatan av og vildi steðga. Men nei, helt Stenbakken, og segði at eftir Kanada er Grønland um at gerast ein av fremstu adventure destinations.



At enda sluppu fýra miðlafólk at siga teirra hugsan um OECED frágreiðingina út frá trimum spurningum. Semja var um at í Norðuratlantshavi er mest sum eingin public awareness ella public participation, einki alment kjak ella samband, um felags viðurskifti. Her er hvørki nakar miðil ella nøkur tíðindastova at lofta tílíkum viðurskiftum, hvørki um grindadráp ella kópaveiðu, vóru tey fýra við pallborðið samd um. Eitt tílikt samband má til, og ikki minst ein virknari og greiðari politiskur leiklutur, skal økið mennast, so sum kanningin leggur upp til. Til hetta er NORA ein frálíkur facilitator, sum kann stuðla og veita ávegis hjálp, fyrst og fremst við hesum søguliga skjali, sum setur okkara økið á altjóða landakortið sum aldri áður. Regin W. Dalsgaard tók tær báðar seinastu myndirnar. Regin stóð eisini fyri at streama ráðstevnuna, so hon sást beinleiðis í sjónvarpi á teldu.